týsdagur 13. oktober 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 - 13. oktober 2009
17
Andlát og jarðarferðir
Elinborg á Garðs end
anum
frá
Norðskála
andaðist á Mørkini leyg
ardagin, 67 ára gomul.
Kistan fer av Mørkini í
Norðskála kirkju týs
dagin klokkan 18. Jarð
arferðin verður miku
dagin
klokkan
14.
Sálma bókin verður nýtt.
Tey, ið vilja minnast
Elinborg, kunnu lata
Mørkini
eina
gávu,
konta í peningastovn
unum.
Anna Midjord, í Vági,
ættað av Økrum, and
aðist á Landssjúkra hús
inum, 63 ára gomul
Sæbjørn Poulsen, Tórs
havn, andaðist sunnu
dagin, 53 ára gamal.
Malan Djurhuus, and
aðist í Skúvoy, leyg
ardagin 10. oktober, 72
ára gomul.
Kistan við Eilif Lisberg
fer úr kapellinum á Suð
uroyar Sjúkrahúsi týs
dagin klokkan 17. Jarð
arferðin verður úr Tvør
oyrar kirkju miku dagin
klokkan
13.
Sung ið
verður úr sálma bókini.
Ási Jacobsen, Tvøroyri,
andaðist á Lands sjúkra
húsinum sunnu morg un
in 11. oktober, 68 ára
gamal.
Andlát og jarðarferðir
Tað er við tungum sinni, at eg skal
festa penn fyri minningarorð um
mína elskaðu systir.
Eg minnist altíð til tín, sum í hesari
mynd, so vøkur, so mild og altíð
góð við okkum systkin. Tú hevði
eina sjáldsama gávu, altíð at
fyrigeva øðrum, um onkur illstøða
var komin ímillum.
Tað var altíð til tín man fór, tá ið
man var tungur í sinni um okkurt
og fekk ráð. Eitt minni havi eg um
teg, tá ið eg sum blaðungur lá á
Sanatorium fyri tuberklar. Tað vóru
ikki nógv í vitjaðu meg, fólk tá í
tíðini vóru rædd fyri tuberklum og
hildu seg ofta aftur at vitja tey, ið
sjúk vóru. Eg var ofta tungur í
sinni, men tá ið so hurðin fór upp
og inn komst tú Kirstin. Tað var
sum ein sól kom á himmalin og títt
blíða egnabrá vermdi langt inn í
sálina.
Tú vart ikki bara vøkur í útsjónd
men hevði eitt so vakurt menn
iskjaligt lyndi. Ring vóru boðini, tá
ið tú Hjalgrim ringdi til mín við
deyðsboðunum, men sum vit báðir
vistu frammanundan, var ongin
vón fyri bata, men eg var hjá tær
teir seinastu dagarnar og at vitjaði
teg á hospitalinum, og hóðast nógv
viknað kundi tú smílast og minnast
okkurt stuttligt frá fyrr av.
Eg veit at tit Birtha, Hjalgrím,
Gurið, Fródi og Thorkil hava sorg
ina. Tit kunnu minnast
eina góða mammu og vit systkin
eina góða systir. Lat tað verða eitt
minni um Kirstin, sum nú er farin
har til sum ongin pína er longur, og
har sum vit øll einaferð at møtast
við tær.
Bróðir tín Ólavur á Heygum
Minningarorð um
Kirstin Vestergaard
17. januar 1931 - 5. oktober 2009
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara kæra systir
Malan Djurhuus
andaðist í Skúvoy
leygardagin 10. oktober 2009, 72 ára gomul.
Farið verður úr kapellinum
mikudagin 14. oktober kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
hósdagin 15. oktober kl. 15.00.
Familjunnar vegna
Systkini
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu,
tá góði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi
Petur Kristian Jacobsen
Leirvík
andaðist og var jarðaður.
Tøkk til Sverra Steinhólm prest fyri góð
og troystarrík orð í kapellinum. Marius Jacobsen
og Una Næs prest fyri góð og troystarrík orð í
kirkjuni.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peninga
gávur til Heimið á Mýrunum.
Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til
í sambandi við jarðarferðina og ervið, og tykkum
sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Ein serstøk tøkk til tykkum á Heiminum á Mýrunum
í Runavík, ið tóku sær so væl av honum, ta tíðina
hann var har.
Familjunnar vegna
Bodil, Jógvan Jákup, Richard, Maria,
Súsanna & Árni v/fam.
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,
tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og
langomma
Olivia K. Joensen
Úti á Bø í Leirvík
doyði og varð jarðað.
Tøkk fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og
í kirkjuni. Tøkk til starvsfólkið á Giljagarði, sum
vóru so væl um hana tey árini, hon búði har. Tøkk
til starvsfólkið á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum vóru
um hana til tað síðsta. Tøkk fyri kransar, blómur,
heilsanir og til tykkum, sum sendu gávu til
Missiónshúsið. Tøkk til tykkum í Bygdarhúsinum,
sum hjálptu til við ervinum. Tøkk til tykkum øll, sum
fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Carl, Eli, Petra, Jórun, Ólavur, Fríðfinnur
og Óli Jákup