týsdagur 13. oktober 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 195 - 13. oktober 2009
Ummæli
Leivur
Thomsen
Fyri nøkrum mánaðum síðani
gav Jensina Olsen út eina fløgu,
sum ber heitið "Barnahjarta
fløga". Hetta er ein fløga við 15
sangum, sum Jensina sjálv hevur
skrivað orð og løg til.
Sum heitið sigur, er hendan
fløgan ætlað børnum tó so, at
ein sangur hevur verið at hoyra í
umfari í útvarpinum. Tað er
sangurin "Føðingardagsbamsan",
sum er vorðin ein sonn landa
plága, bæði fyri børn og vaksin.
Tað má sigast at vera eitt heldur
sjáldsamt fyribrigdi fyri barna
sangir at koma í rotatónsskip
anina hjá Kringvarpinum.
Onkran annan sang kenna vit
aftur frá sjónvarpinum, so sum
"Ding Dang Pappsang" og
"Loyniliga Loynihurðin", sum
ávikavíst eru tann fyrsti og síðsti
sangurin á fløguni. Kringvarpið
gav ta fløguna út í 2008.
Umframt at hava skrivað bæð
orð og løg hevur Jensina sjálv
gjørt húsan. Motivið er barnsligir
fantasifigurar í reyðum og
bláum, og tú ert onga løtu í iva
um, hvønn málbólk, hendan
fløgan er ætlað.
Jensina multikunstnari
Jensinu kenna vit aftur frá
mongum samanhangum. Hon er
ein evnaríkur tónleikari, sangari,
listamálari og sjónleikari. Hon
syngur við í kórinum Mpiri, sum
leggur seg eftir at framføra
abstraktan klassiskan kórsang.
Hon var eisini við í satirurøðini
"E Elski Førjar", har hon hevði
framúrskarandi leiklutin sum
tann "pjattuta" danska mosturin.
Hon hevur eisini gjørt vart við
seg innan myndlist og hevur
luttikið í ymsum framsýningum.
Og so er tað hetta við børnunum.
Jensina hevur áður latið úr
hondum eina barnafløgu. Tað var
Grísaflísa Pætur, sum kom út í
1999.
Hóast Jensina hevur spælt
tónleik heilt frá barnsbeini, er
hon heldur nýggj á føroyska
tónleikapallinum. Tað var ikki
fyrr enn í 2006, tá ið hon vann
kapingina Ársins Songrødd, at
hon veruliga kom fram í
føroyska rampuljósið. Hetta var,
sambært henni sjálvari, fyrstu
ferð, hon hevði framført alment
við egnum sangum og
akkustiskum gittara altso sum
"singer/songwriter. Í hesum
viðfangi gav hon í 2008 út
fløguna "Eitt sindur av tí bláa",
sum helst meira var til tann
vaksna málbólkin.
Á nýgju barnafløguni brúkar
Jensina allar sínar kompetansur,
bæði sang, tónleik, sjónleik og
myndlist.
Einføld barnaútgáva
Børnini eru, sum nevnt,
málbólkurin hjá hesari útgávu.
So er spurningurin, hvussu
Jensina røkkur tí málinum.
Vit leggja fyri við manningini.
Jensina er í fronti í øllum sang
unum við sínum gittara. Janus
Kampmann hevur havt ein týð
andi leiklut á fløguni. Umframt
at spæla á guitar, dobro og steel
guitar, hevur hann eisini staðið
fyri upptøkum, ljóðblandi og
framleiðslu.
Síðani eru tað Arnold Ludvig á
bass, Pætur við Keldu á tanget
um, Hans Petur í Brekkunum á
saksofon og Finnur Hansen við
harmoniku. Ein habil manning av
royndum tónleikarum, sum vita,
hvat tað snýr seg um. Jensina
hevur her gjørt eitt tilvitað val
við ikki at brúka trummusett. Út
frá sangunum er tað væl skilligt,
tí eitt trummusett leggur upp til
størri produktiónir, og tá er vandi
fyri, at nærleikin í hesi
"hjartfaløguni" ikki kemur til sín
rætt, um ljóðmyndin er ov
pompøs og rúgvismikil.
Ljóðførini afturat Jensinu og
gittaranum tæna mest sum
effektir í tónleikinum. Kanska
man kann halda, at tað er ov lítil
variatión í arrangementunum,
men tað er eyðsæð, at hetta valið
er tilvitað, at Jensina hevur lagt
seg eftir at gera eina "ærliga"
fløgu við sær og sínum gittara í
sentrum, og at dentur ikki hevur
verið lagdur á at pakka sangirnar
inn í tonsatungar pro tools
produktiónir.
Eg haldi sjálvur, tað er frískligt
í tíðarinnar meldri, at barna tón
leikur kemur út, sum ikki er
topptrimmaður og yvirgearaður
við dancerútmum og øllum
møgu ligum space effektum.
"Barnahjartafløga" er ein einføld
"unplugged" útgáva, har Jensina
møtir barnahjartanum niðri á
jørðini uttan at distrahera við
smartum ljóði og effektum, og
har hon letur sína fantasifullu og
lívsjáttandi forteljing við gittara í
hond vera tað sentrala í útgávuni.
Í so máta má sigast, at Jensina,
við skapinum av hesi útgávuni,
hevur rokkið málið og málbólkin.
Einfaldir tekstir
Tekstirnir eru einfaldir við
rímum og remsum. Eitt nú
"Hokus pokus Filipp Tomm,
dámdi væl at ganda, át um dagin
hundrað bomm, hevði ringan
anda" og "Au, au, mín tá, hon
er blá, ein frensur hana traðkað
á". Tekstirnir eru "fittir", kanska
stundum banalir, og snúgva seg
um bamsur, kovboyar og blómu
bilar fyri tað mesta settir upp í
ørindi við fýra reglum við rími á
aðru hvørjari reglu. Jensina
megnar við sínari nærveru at
geva teimum lív, so ein onnur
dimensión uppstendur, nevniliga
tað at vera saman um tónleikin
Barnahjartað
Jensina
"Barnahjartafløga" er
ein einføld "unplugged"
útgáva, har Jensina møtir
barnahjartanum niðri á
jørðini uttan at distrahera við
smartum ljóði og effektum, og
har hon letur sína fantasifullu
og lívsjáttandi forteljing
við gittara í hond vera tað
sentrala í útgávuni