týsdagur 13. oktober 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 - 13. oktober 2009
19
at lurta og syngja við. Og tá er
tað kanska ikki so umráðandi,
hvat innihald er í tekstunum.
Afrikanskar rútmur
Í introduktiónini á fløguhúsanum
greiðir Jensina frá, tá ið hon hitti
ein blýant, sum dugdi at tosa.
Hetta er ein søga í sær sjálvum
til børnini, sum snýr seg um, at
hon hevur havt lætt við at fara til
verka í arbeiðsgongdini. At tað
fellir henni lætt hoyrist aftur í
framførsluni.
Tá ið eg legði hesa fløguna í
telduna hja mær, var tað fyrsta
inntrykkið, at fleiri av sangunum
hava element av afrikanskum
tónleiki. Eg veit ikki, um hetta er
tilvitað hjá Jensinu, men
rútmikkurin, hon brúkar, hevur
sín uppruna úr Afrika. Tað er
mátin, Jensina spælir sínar
repeterandi fingraspæls-ostinatar
og mátin, hon leggur rútmisku
áherðslurnar í sanginum. Hetta
gav mær ábendingar um til
dømis Miriam Makeba og
Anjelique Kidjo.
Hon leggur fyri við lagnum
Dingdang Pappsang. Afro leist-
urin heldur fram í løgunum
"Hokus Pokus Filipp Tomm" og
"Ganga Ganga". So kemur lagið
"Bang Bang", sum snýr seg um
ein lítlan kovboyara, sum fekk
ein hest í jólagávu. Tá er tað jú
upplagt at brúka country
sjangruna sum referansu.
Country sjangran heldur fram
við Føðingardagsbamsuni, sum
er kryddað við einum steel-
gittara, sum kanska er heldur
trevsutur í kantunum og tí
neyvan kann sigast at vera fyrsta
ljóðførisval hjá gittaristinum
Janusi Kampmann. Men enda-
málið við hesum hevur helst
verið at geva lagnum eitt so
drynjandi bygdasligt og kvøðu-
ljómakent ljóð sum gjørligt.
Vakra lagið "Onga tíð" snýr
seg um, at hvørki mamma ella
babba hava tíð til barnið, sum má
taka til takka at spæla við
lítlabeiggja ístaðin. Hetta lagið
og løgini "Beinta" og "Blómu-
bilur" hava eina meiri lyriska
(sangbæra) tilgongd. Afrostílurin
kagar fram aftur við lagnum "Tá
sólin kagar undan ský". Síðani
heldur Jensina fram við acapella
lagnum "Au, mín tá".
"Kiskan hjá Kissa" er eitt
einfalt lag við akkustiskum
gittara og kettumjarri í bakgrund-
ini. Á lagnum "Saksofon", sum
snýr seg um sopran-, alt-, tenor-
og bassaksofonir er tað Hans
Petur í Brekkunum, sum spælir
tenorsaksofon. Saksofonin
verður akkompagnerað av einari
harmoniku, spæld av Finni
Hansen, í lagnum "Tá vekjarin
ringir". Í balladuni "Summar-
dáar" er tað bassurin, sum
traðkar fram. Tað síðsta lagið
"Loyniliga loynihurðin" frá
Dingdang Pappsang leggur fyri
við einum Doobie Brothers
kendum rútmugittara. og endar
við einum "bye bye".
Sum heild ein væl samansett
fløga.
Børnini
Sum eitt "eksperiment" havi eg
spælt fløguna fyri míni 8 ára
gomlu dóttur. Eg legði til merkis,
at tað fall ein friður yvir hana, og
hon hevði hug at fara at gera
eitthvørt hondarbeiði, so sum at
tekna, seyma ella klippa. Hetta
við at lurta og gera onnur ting
samstundis duga børn nokkso
væl. Tá ið eg spurdi hana, hvør
sangur er best á fløguni, svaraði
hon sannførd: "Kovboysangurin"!
Men eg rokni við, at børn eru
sera ymisk, og at onnur børn
avgjørt høvdu valt onnur
yndisløg. Men annars var
Førðingardagsbamsan framførd í
skúlanum hjá dóttur míni, tá tey
høvdu kvøldsetu herfyri. Hetta
lagið vísti seg eisini at vera væl
sangbart, og tað sá út til, at
børnini høvdu tikið tað til sín.
Ikki tí - alt skal ikki snúgva
seg um smag og behag, og hvat
lag er best. Eg haldi sjálvur, at
Jensina hevur gjørt eina góða
barnafløgu, sum eg kann
viðmæla øllum foreldrum.
Mynd: Beinta Haraldsen