fríggjadagur 23. november 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
StÍF og Neistin
spældu ein sera
undirhaldandi dyst á
Skála mikukvøldið,
har spenningurin alla
tíðina var í hásætin-
um. Javnleikurin
merkir tó í løtuni, at
tað vóru strandingar,
sum fingu meira
burtur úr dystinum
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Lagt var upp til ein spenn-
andi dyst, tá tvey av
fremstu liðunum i før-
oyskum hondbólti hittust á
Skála mikukvøldið.
StÍF er í løtuni verjandi
steypavinnari, og seinnu
árini hevur liðið átt eitt fast
pláss í hondbóltsoddinum,
har teir við eyðkenda ferð-
mikla hondbóltinum hava
verið partur í fleiri av mest
undirhaldandi
dystunum
her á landi.
Mótstøðuliðið, Neistin,
hevur aftur í ár eitt sera
sterkt lið, og verða teir bláu
av mongum mettir sum
einastu veruligi avbjóðarar-
nir hjá VÍF í gulldystinum.
Nakað, sum kanska eisini
varð undirstrikað í javn-
leikinum í toppdystinum
herfyri.
Mansverjurnar
munaðu
Hesa ferð var neistaliðið tó
eitt sindur skert, tí Heini
Joensen noyddist at sita
leikbannaður uttanfyri, og
fyrstu løtuna av dystinum
tóktist hetta eisini at órógva
liðið nakað.
Álopsspælinum tørvaði
skothóttanir av bakkinum,
og tá verjan so heldur ikki
var nakað at rópa hurrá
fyri, vóru tað vertirnir, sum
fingu ta nógv betri byrjan-
ina.
Eitt time-out og eftir-
fylgjandi mansverja av
Costin Dumitrescu fekk tó
betri skil á Neistaspælið.
Mansverjan skerdi stóran
part av álopsvápninum hjá
heimaliðnum, og í álops-
spælinum fekk liðið nú
ferðina upp á eitt støði, sum
teir vanliga ikki hava.
Kanska júst tí spælið van-
liga er bygt kring skot-
hóttanina frá Heina.
Hetta var eisini nakað,
sum gav Jacob Jónsson
høvi til at sýna, hví hann
framvegis verður mettur
sum ein hin besti spælarin í
landinum. Bæði tá talan var
um gjøgnumbrot og frí-
spælingar var Jacob mað-
urin, sum Neistin setti álitið
á, og um miðjan hálvleikin
høvdu gestirnir eisin togað
seg upp á javnt.
Stórspælið frá íslending-
inum
fekk
somuleiðis
heimaliðið til at fara undir
mansverju, men nú tóktist
veruligt glið vera komið á
Neistan. Ikki minst viðførdi
støðan við fimm móti
fimm, at lættari varð at
finna rásarúm í verjuni, og
serstakliga Kári Mortensen
og Hans Áki Dal-Christ-
iansen dugdu at gera sær
dælt av hesum.
Neistin var mest sum á
veg burtur frá heimalið-
num, men stutt undan
steðginum fingu teir tvær
útvísingar á rað, og so
leikaði aftur meira javnt á.
Óneyðugar útvísingar
Hetta
við
útvísingum
skuldi eisini vísa seg at
gerast eitt eyðkenni fyri
neistaliðið hendan dystin.
Ikki færri enn tríggjar
ferðir noyddust teir at
spæla við tveimum monn-
um í undirtali, og hóast teir
bláu helst vilja vera við, at
onkrar av hesum vóru
heldur bíligar, so skerst ikki
burtur, at fleiri eisini vóru
heilt óneyðugar, og tað var
kanska fyrst og fremst
hetta, sum kostaði teimum
sigurin.
Tað var nevnliga soleiðís
í
seinna
hálvleiki,
at
Neistin fyri ein stóran part
royndi at stríða seg inn
aftur á strandingarnar, eftir
at hesir høvdu vunnið sær
fyrimun í yvirtalsstøðum.
At fyrimunurin hjá strand-
ingum so ikki gjørdist enn
størri kann Neistin bara
takka Peturi Magnusson
fyri, tá hesin einar tvær
ferðir mest sum á rað
bjargaði í ein móti einum
støðum.
Mundi vent
Sum dysturin leið, so sá alt
meira út til, at heimaliðið
alla tíðina skuldi halda fast
um leiðsluna. Hinvegin sat
tað eisini í høvdinum, at
Neistin longu tríggjar ferðir
í ár hevur vunnið við máli í
evstu løtu, og tá teir hálvan
triðja minutt fyri leiklok
fyri fyrstu ferð í seinna
hálvleiki komu á odda,
kom hesin varhuga aftur.
Tað eydnaðist tó aftur
heimaliðnum at koma á
odda, og við kontra máli
skutu teir seg aftur framum.
Neistin javnaði, men við
knøppum minutti eftir á
talvuni, hevði StÍF nú allar
fyrimunir.
Neistin kundi sum so ikki
brúka javnleikin til nakað,
tí royndu teir nú at taka
strandingar langt úti á
vøllinum, men men tað
gjørdi so hvørki frá ella til.
Nøkur einsamøll fríkøst
vórðu úrslitið, og eitt slíkt
varð eisini seinasta hend-
ingin í dystinum, men við
seks
bláum
monnum
framman fyri sær, kundi
Costin ikki hótta málið
nakað stórvegis.
Stabiliteturin væntar
Sum sagt, so kundi Neistin
sum so ikki nýta úrslitið til
nakað sum helst. Teir hava
longu leikt ein javnleik í
grundspælinum, so hesin
merkti í veruleikanum ein
stigamiss í mun til odda-
liðið úr Vestmanna.
Strandingar fáa hinvegn –
um teir ikki spæla aðrar
javnleikir – fulla úrtøku
fyri javnleikin, og hesin
prógvar eisini, at teir hava
evnini til at blanda seg í
oddastríðið.
Stóri trupulleikin hjá
teimum tykist tó at vera
væntandi
stabiliteturin,
sum hevur eyðmerkt liðið
higartil. Kanska er hetta ein
avleiðing av fótbóltinum,
sum órógvaði fyrireiking-
arnar í stóran mun, men um
so er, so er helst meira í
væntu frá teirra síðu í
endaspælinum.
Undir øllum umstøðum
mugu føroyskir hondbólts-
áskoðarar vóna, at StÍF –
og sum so øll onnur í land-
inum – verða partur av
fleiri slíkum dystum fram-
yvir. Talan var ikki um teir
heilt nógvu áskoðararnar
inni á Skála, men tey, sum
vóru, fingu so í øllum
førum fullan valuta fyri
pengarnar.
Dysturin í tølum
StÍF-Neistin 34-34
(18-18)
Málskjúttar:
StÍF: Costin Dumitrescu
11(3), Artur Johansen 8,
Leivur Justinussen 6, Bent
Djurhuus 4, André Daniel-
sen 2, Sveinur Justinussen
1, Marius Joensen 1
Neistin: Hans Áki Dal-
Christiansen 9(3), Kári
Mortensen 8, Jacob Jóns-
son 5(1), John Petersen 4,
Ári Rouch 3, Ragnar
Stakksund 2, Áki Mørk 2,
Karl Oddmar Rasmussen 1
Brotskøst: StÍF 3, Neistin 6
Útvísingar: StÍF 2, Neistin
8
Dómarar úr Tjaldri: Kári
Hansen & Trúgvi Morten-
sen. Hildu sum so gott skil
á dystinum, men nakrar
hampuliga stórar villur
vóru eisini at síggja.
Nr. 227 • fríggjadagur • 23. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Støðan 1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál
munur
stig
1 Neistin 7
5 - 2 - 0
201
185
16
12
2 VÍF
6
5 - 1 - 0
179
140
39
11
3 H71
7
4 - 0 - 3
190
189
1
8
4 StÍF
7
3 - 1 - 3
193
190
3
7
5 Tjaldur 7
2 - 1 - 4
165
176
-11
5
6 KÍF
7
1 - 1 - 5
171
198
-27
3
7 Kyndil 7
1 - 0 - 6
161
182
-21
2
Stóra drívmegin á Neistaliðnum mikukvøldið var Jacob Jónsson, sum var við í stórum parti av
skapandi spælinum hjá teimum bláu
StÍF-Neistin 34-34 (18-18):
Gevið okkum fleiri slíkar
23
22
Nr. 227 - 23. november 2001
Fyrsta
stóra
føroyska
flakavirkið var í Føroyinga-
havnini. Har fingu nógvir
menn sína upplæring í
flakavinnu, og flakavirkið
hjá Nordafar var fyrimynd
fyri fleiri av teimum flaka-
virkjum, sum komu í Før-
oyum í sekstiárunum. Fløk-
ini vórðu seld til Bretlands
og USA, og frystiskip
sigldu í beinleiðis rutu úr
Føroyingahavnini til ameri-
kanskar havnir við fisk-
inum.
Føroyskir útróðrarmenn
lótu vøruna. Teir vóru hesi
árini í Føroyingahavnini í
stórum tali og róðu út við
innstalleringum og deks-
førum. Tey fyrru árini fóru
bátarnir ikki so langt úr
Føroyingahavnini,
men
sum fráleið løgdu teir alt
fjarari leiðir undir seg, og
menn fóru at byggja sær
størri bátar, skrivar Jógvan
Arge í nýggju bók síni Teir
tóku land nr. 6.
Tá Tórstein Christiansen
í Skálavík í 1962 ætlaði sær
at fara í Føroyingahavnina
at rógva út, var honum
greitt, at teir fóru ikki at
klára seg við einum tíggju-
mannafari. Teir høvdu verið
í Holsteinsborg árið fyri og
komu altíð aftur við fullum
báti. Nú fingu teir Marjus
Clementsen á Sandi at
byggja sær seksæringin
"Grindafoss".
Tað var so skjótt, at hvørt
mansbarn
í
Føroyum
kendist við hetta navn. Væl
lá fyri hjá "Grindafossi" at
fáa fisk, og longu fyrsta
árið í Føroyingahavnini var
hann bestur. Navnið fekk
báturin eftir einum fossi í
Skálavík,
har
Tórstein
plagdi at fanga síl sum
smádrongur.
Men tað gekk onki í
fyrstani. Fyrstu ferð høvdu
teir verið úti í í tríggjar
dagar og fingu bara 700
pund. Hinir bátarnir høvdu
4-6000 pund. Tá gekk
prátið á keiini, at synd var í
hesum nýkomnu skálvík-
ingunum, sum høvdu bygt
sær dýran bát og ongan fisk
fingu.
Men Tórstein og menn
hansara bóðu hinar ikki
hugsa um seg. Teir skuldu
nokk klára seg.
"Gigan" brendi í fisk
"Grindafossur"
var
32
føtur. Hetta sama árið
komu grønlandsbátar, sum
vóru upp aftur størri. Karl
Jespersen á Tvøroyri bygdi
"Giguna" í Punthavnini við
Trongisvágsfjørð.
Hon
bleiv so yvirstór, men var
eitt eiggiligt sprek, segði
Karl. "Gigan" var 36 føtur
langur og góðar 10 breiður.
Ein dagin brendu teir í
fisk 18 fjórðingar norðan-
fyri Kookoyggjarnar og
fyltu bátin á tremur. Tað var
ikki meir, enn stavnarnir á
honum komu undan, tá teir
sigldu suðureftir, segði ein,
sum sá Karl dansa av frøi
afturi í rong, meðan hann
sigldi
til
avreiðingar.
Veiðan vá 19.300 pund.
Hetta var størsta veiða í
Grønlandi tá eftir so stuttari
tíð, men "Gigan" var so
tungur bátur, tá hann var
lastaður, at motorurin helt
ikki til stríðið, og teir fingu
stórar
trupulleikar
av
honum fyrsta summarið.
Endin var, at teir noyddust
at skifta hann út. "Sann-
heitin var, at man var ov
fátækur og hevði ikki ráð at
keypa tann rætta motorin
beinanvegin", segði Karl
Jespersen.
"Sildin" ein fót longri
Ein av kappingarneytunum
hjá
"Grindafossi"
og
"Giguni" var seksæring-
urin "Sildin" úr Svínoy.
Hetta var ein grønlands-
bátur, sum Bjarni Jacobsen
hevði
smíðað
beiggja
sínum Helga. Báturin var
gjørdur í túninum hjá
Bjarna í Klaksvík. "Sildin"
var 37 føtur langur og 11
breiður, so hann var eina
tonn størri enn "Gigan".
Edward í Svínoy var við
synum sínum við "Sildini".
Hann hevði róð nógv út frá
skipi í Grønlandi, tá hann
var bestimaður á "Polo".
Hann hevði onkur mið
norðuri við Kookoyggjar-
nar, og tá hann hevði lagt
nakrar ferðir, raktu teir við
nógvan fisk við Bákoynna
norðanfyri
Kookoyggj-
arnar. Har lógu teir so
javnan og fyltu seg.
Einaferð høvdu teir fylt
so nógv í "Sildina", at hon
drakk í øðrum borðinum, tá
teir fóru at sigla. Teir
kruvdu á heimferðini, og tá
teir komu til landingar, var
hálvtannað borð frítt. Hetta
fyrsta
summarið
var
"Sildin" í harðari kapping
við "Grindafoss" um at
vera bestur, men hon bleiv
eitt hálvt tons styttri enn
skálvíkingarnir.
Útróðrarbátar úr
Klaksvík
Deksbátar avreiddu eisini
til Nordafar. Teir vóru
heldur
longri
úti
enn
maskinbátarnir - upp í einar
fimm-seks dagar. Summir
nýttu høvið til at landa í
Føroyingahavnini sunnu-
dag, tí tá fiskaðu teir ikki
kortini.
Deksbátarnir vóru "Eyst-
urhøvdi" og "Ørvur" úr
Klaksvík og "Hoyvík" og
"Glottin" úr Havn. Havn-
armenn og skálvíkingar
høvdu keypt "Glottan" úr
Klaksvík
til
hendan
fiskiskapin. Teir høvdu
havt so góðar royndir við
"Hoyvík" hjá Virgari Frýdal
árið fyri.
Hesir
stóru
bátarnir
royndu víða. Stundum vóru
teir sunnanfyri Ísblinkin,
stundum norðuri í Dýpin-
um. Bestur bleiv "Eystur-
høvdi",
sum
William
Joensen var skipari á. Teir
avreiddu 210 tons í Før-
oyingahavnini.
Jóhan
Petersen í Norðdepli var
bestimaður.
Í 1963 fóru klaksvíkingar
til Grønlands við flutn-
ingsskipinum
"Poppy".
Ísak Matras var skipari.
Eins og "Pollur" og ein
rúgva av øðrum deksførum
avreiddu "Poppy" í Før-
oyingahavnini, og hon bleiv
best hetta summarið. Teir
avreiddu omanfyri 300
tons. Meginpartin av fisk-
inum fingu teir á Fylla
Banka. Eina viku fingu teir
45 tons har.
Yvirhøvur var árið 1963
slakari hjá deksbátunum,
og nú fóru teir eisini at
fækka í Grønlandi.
Njarðlingur saknaður
"Njarðlingur" var við aftur
hetta árið, og hann fylgdist
heim við "Polli". Hann fekk
eina dramatiska heimferð,
tí teir mistu róðrið á ferðini.
Manningini eydnaðist at
rigga eitt neyðróður til við
stampum og tunnum, og
"Njarðlingur" vann upp
land, men fólk vóru bangin
um hann, tí hann svaraði
ongari
radiostøð,
sum
kallaði á hann.
Einaferð kallaði hann so
sjálvur á Tórshavn Radio,
og gátan var loyst. Tá hann
nærkaðist Føroyum, av-
gjørdi løgmaður at senda
vaktarskipið Víking ímóti
honum.
Útróðrarmenn hjá Nordafar:
Løgdu nógv fyri í Føroyingahavnini
Tórstein Christiansen í
Skálavík
Grafitti í Føroyingahavnini
C
M
Y
K
22