Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 227 - 23. november 2001 Støðan 1. deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 6 6 - 0 - 0 185 110 75 12 2 Stjørnan 7 6 - 0 - 1 205 155 50 12 3 Neistin 7 5 - 0 - 2 162 138 24 10 4 VB 7 4 - 0 - 3 178 166 12 8 5 Kyndil 7 1 - 0 - 6 162 205 -43 2 6 StÍF 7 1 - 0 - 6 124 183 -59 2 7 Sóljan 7 1 - 0 - 6 147 206 -59 2 Føroyski landsliðsmál- verjin, Jákup Mikkelsen, er í hesum døgum heima í Føroyum, og fyri før- oyskar fótbóltsfjepparar inniber hetta millum annað, at høvi verður at fáa sær autograf frá einum av fyrimyndum sínum. Tað er nevnliga so- leiðis, at teir tríggjar komandi dagarnar verð- ur Jákup Mikkelsen at hitta ymsa staðni kring landið. Soleiðis verður hann í Runavík fríggjadagin kl. 17, har áhugaði kunnu koma í Kiosk Vár við Saltangará. Leygardagin kl. 12 verður hann at hitta á Torginum í SMS, og Klokkan 18 sama dag verður hann so í Klaks- vík, har KÍ skipar fyri stórari sølustevnu. -jm Neistin vann væntaða sigurin á StÍF, men hóast tað eina løtu var líkt til, at talan skuldi gerast um sorl, so fullu tær á heima- liðnum ongan tíð í fátt HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Grundað á úrslitini higar til í ár, var einki at ivast í, at Neistin var favorittur inni á Skála mikukvøldið. Tá fyrstu tíggju minutt- irnir av dystinum vóru lagdir aftur um bak, var heldur ikki nakað sum helst, sum bendi á, at talan bert skuldi gerast um tvey- mála sigur, tí fram til tá, hevði StÍF so púrt einki gjørt um seg. Sýndu treiskni Tað var nevnliga soleiðis, at meðan Neistin hesa løtuna hevði funnið meskarnar fimm ferðir, so hevði heimaliðið bert havt onkur skot á træverkið, og so byrjaði hin vanliga myndin at tekna seg. Myndin, har botnliðið missir móti, tí tað ikki gongst eftir vild, með- an mótparturin so líðandi dregur alt meira frá. Onkur tók tó skemtiliga til, at tá treiski borgarstjórin av Strondum sat á skift- isbeinkinum, so fóru tær hjá StÍF ikki at geva seg uttan víðari, og soleiðis skuldi tað eisini vísa seg at ganga. Kanska setti Neistin ferðina nakað niður, og kanska vóru tær ikki heilt so savnaðar um uppgávuna, men seinnu helvt av fyrra hálvleiki fór heimaliðið so spakuliga at toga seg inn aftur á gestirnar. Sum ikki einaferð, so vóru tað tær báðar útlendsku, sum tóku mest á seg í so máta, men tað skest tó ikki burtur, at strandingar eisini hava fleiri fínar heimligar leikar- ar, sum við røttu venjingini kunnu koma væl longur í bestu deildini, um hugsað verður nøkur ár fram í tíðina. Soleiðis tók StÍF seg frá 3-9 upp á 7-10, og tó at Neistin fekk enn eitt mál undan steðginum, so mundu vónirnar hjá vert- unum vera batnaðar nakað hesa seinastu løtuna. Ov nógv ferð Í seinna hálvleiki tóktist greitt, at nú vildi Neistin beinan vegin seta skápið upp á pláss. Tó at verjan framveigs var fløt, so var verjuspælið nú nógv meira framfýsið, soleiðis at møguleikin fyri skjótum mótálopum skuldi vera til staðar. Hesin parturin av spæl- inum eydnaðist eisini, men tó at hópur av mótálopum spurdust burturúr, so vórðu alt ov nógv av hesum tveitt burtur. Tað tóktist sum um leikararnir í yvirtalsstøðum ikki høvdu dirvi til bara at renna ígjøgnum, og eitt nú mistu tær einar tríggjar ferðir bóltin, tá tær vóru tvær móti einari í kontra- støðum. Sum sagt, so riggaði verjuparturin hjá liðnum tó framhaldandi væl, og tað var eisini fyrst og fremst hesin, sum gjørdi, at sigurin hjá gestunum ikki kom í vanda. Tó so. Onkur tekin um ótta og fjáltur vóru at síggja, tá StÍF fyri fyrstu ferð minkaði munin niður í tvey mál, men eftir at Neistin so aftur økti um munin, var mest sum alt avgjørt. Fingu royndir Hóast tapið, so fekk StÍF enn eina ferð prógvað, at tær kanska ikki eru so øgiliga langt frá at røkka eitt sindur longur upp á stigatalvuna. Kanska verð- ur hetta ikki í ár, men fáa lokalu leikararnir tíð at mennast, samstundis sum hildið verður fast um útlendska styrkin, kann liðið væl fara at gera onkr- an vørrin í framtíðini. Hjá Neistanum var tað sjálvandi fyrst og fremst umráðandi, at tvey stig fingust úr dystinum. Sam- stundis fingu tær staðfest, at tað enn restar nakað í, áðrenn kontraspælið gong- ur nóg væl, so nakað fingu tær at arbeiða við. Eisini mundi tað vera ein góð kensla, at tað als ikki gjørdist neyðugt, at seta smáskaddu Katrin á Neystabø inn á vøllin. At Katrin ikki kom inn, viðførdi eisini, at bæði Annika Thomsen og Inga Danberg fingu høvi at royna seg mest sum allan dystin, og minst man tað vera fløvandi, at Inga nú veruliga tykist vera komin fyri seg. Kanska eru fleiri spælarar í landinum, sum hava betri bóltførleika enn drúgvi bakspælarin, men fáur um nakar hevur sama stríðsvilja, og at hon eisini megnar at lyfta viðspæl- ararnar upp á sama støði, kann so avgjørt vísa seg sum avgerndi faktorur hjá Neistanum hetta kapping- arárið. Dysturin í tølum StÍF–Neistin: 15–17 (7–11) Málskjúttar: StÍF: Ilieana Manolescu 7(1), Alina Olaru 4, Sunfríð B. Jacobsen 1, Anna Maria Berthelsen 1, Katrin Peter- sen 1, Guðrun Ólavsdóttir 1 Neistin: Mildrid Jacobsen 4, Gunnleyg Berg 3, Annika Thomsen 3, Inga Danberg 2, Susan Brockie 2(2), Birita Wardum 2(1), Ata Høgnadóttir 1 Brotskøst: StÍF 1, Neistin 3 Útvísingar: Neistin 4 Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Morten- sen. Høvdu eina friðarliga uppgávu. Fimleikafelagið Støkk hevur í dag 35 ár á baki, og nógv verður gjørt burturúr, nú dagurin skal hátíðarhaldast FØÐINGARDAGUR Jákup Mørk Fimleikafelagið Støkk á Glyvrum hevur 35 ára føðingardagin fríggjadagin, 23. november. Í hesum sambandi hevur felagið avgjørt at gera nakað burtur úr føðingardegnum. Fríggjakvøldið verður skipað fyri eini veistlu fyri børnunum, og verður hendan hildin í Støkk- høllini. Umleið 130 børn hava teknað seg til hesa veitslu. Tað er tó ikki bert fríggjadagin, at nakað verður gjørt burtur úr føðingardegnum. Veitslan heldur fram leygardagin, tá kl. 16.00, tá stór gallafram- sýning verður í Ítróttar- høllini í Runavík. Nógv verður ætlandi gjørt burtur úr hesari, og fer skráin millum annað at fevna um vanligan fimleik, stuttligar upptraðkanir og veruliga professionellan fimleik. Framsýningin verður hálv- an annan tíma til longdar. Um kvøldið, kl. 20.00, verður so gallaveitsla í Kappróðrarneystinum hjá NSÍ, og vónar fimleika- felagið sjálvsagt, at nógv fólk fara at tekna seg til hesa. Støkk sigur at enda í tíð- indaskrivi, at atgongumerki til veitsluna kunnu keypast á Kunningarstovuni, Kiosk Vár og á Statoil við Sal- tangará. Jákup fer at skriva Sum partur av føðingar- degnum verður stór gallaframsýning í Runavík leygardagin 35 ár við fimleiki StÍF-Neistin 15-17 (7-11): Góvust ongantíð C M Y K 24 Nr. 227 - 23. november 2001 25 Saxofonisturin Hans Petur í Brekkunum fer fyrst í komandi ári undir arbeiðið at gera sína fyrstu solofløgu TÓNLEIKUR Pop.fo 28 ára gamli Hans Petur í Brekkunum hevur spælt saxofon í 18 ár. Hann hevur spælt fyri bólkar sum Mark No Limits, Sirm og Hjarn- ar, og hann hevur eisini verið við á nógvum tón- leikaútgávum og konsert- um. Men nú ætlar hann at gera sína egnu fløgu við tí tónleiki, sum liggur honum á hjarta. - Eg meti meg nú vera nóg búgvin bæði sum tónleikari og komponistur til at gera eina fløgu við mínum egna tónleiki, sigur Hans Petur í Brekkunum. Útbúgving Hans Petur varð í fjør liðugur við útbúgvingina á Det Jydske Musikkon- servatiorium Århus, og síðani hevur hann starvast sum tónleikalærari og annars fingist við tónleik. Upptøkurnar til fløguna hjá Hans Peturi skulu gerast í einum av frægu upptøkuhølunum í Dan- mark. Tónleikurin skal spælast inn í Airplay Studio í døg- unum frá 10. til 18. februar komandi ár. Danskir tónleikarar Teir, sum fara at spæla saman við Hans Peturi á fløguni, eru tónleikarar, sum hava tikið útbúgving á konservatiorinum í Århus. Ein teirra er lærari har. Teir eru Jens Jefsen (kontra- bass), Anders Holm (trummur), Thomas Ou- sager (percussion) og Jacob Højland (flygul). Hans Petur gevur sjálvur fløguna út í Føroyum, men hann ætlar eisini at kanna, um áhugi er fyri fløguni millum plátufeløg í Dan- mark. Síðst í november mánaði fer føroyski bólkurin Lucination við Maluni Eyðuns- dóttir á odda at geva fløgu út TÓNLEIKUR Pop.fo Tey hava spælt undir navninum Malan Eyðuns- dóttir Band, men nú tey koma við nýggjari fløgu, kalla tey seg Lucination. Í bólkinum, sum seinast í november mánaði kemur við nýggjari fløgu, spæla Malan Eyðunsdóttir (sang), Tróndur Bogason (sang og ljómborð), Torkil Olsen (gittar), Jógvan Joensen (bass) og Petur W. Dals- gaard (trummur). Umframt hesi eru James Olsen og Róin Siggertson eisini við á nøkrum sangum. Úr øðrum bólkum Manningin í bólkinum hevur áður spælt í før- oyskum bólkum sum Mark No Limits, MC Hár, Lisa sær dupult, Panic og Section. Fløgan er tikin upp í Media Music í Keyp- mannahavn. Tónleikurin er ljóðblandaður í Sun Studio. Jónas Bloch Danielsen hevur tikið upp og ljóð- blandað, og hann hevur saman við Lenhert Kjeld- sen mastrað fløguna í DanDisc. 11 sangir eru á fløguni, sum plátufelagið Tutl gev- ur. Yrkingarnar eru allar á enskum. 28. november fæst nýggja tónleika- árbókin hjá Pop.fo og Sosialinum til keyps kring landið TÓNLEIKUR Pop.fo Árbókin Tónleikur 2001 er í hesum døgum til prentingar. Tað er Hest- prent í Havn, sum tekur sær av prentingini, eins væl og fyritøkan eisini hevur umbrotið bókina. Tónleikur 2001 verður 116 síður til støddar, og øll bókin verður prentað í litum. Bókin fer at kosta 159 krónur og verður at fáa kring landið 28. no- vember. Innihaldið í bókini er býtt upp í mánaðir, og greitt verður frá øllum týðandi tónleikahend- ingum. Talan er bæði um stytti og longri greinar, og myndirnar eru sjálv- sagt týðandi partur av bókini. Nógvar myndir, sum ongantíð hava verið frammi áður, eru at síggja í bókini. Har- afturat eru eisini yvirlit yvir føroyskar fløguút- gávur og útvaldar tón- leikahendingar í árinum. Við Tónleiki 2001 ber tað til at koma tættari at føroyskum tónleiki. Les- arin sleppur við á pallin, aftur um pallin, á ferð við tónleikabólkum og inn í upptøkuhølini. Hans Petur skal gera solofløgu Tónleikur 2001 kemur í næstu viku Hans Petur í Brekkunum fer fyrst í komandi ári at spæla fløgu inn við sínum egna tónleiki Lucination við fløgu Malan Eyðunsdóttir syngur á útgávuni Lucination Tónleikur 2001 er nýggj og spennandi árbók um føroyskan tónleik, sum fæst til keyps í komandi viku ó 25