týsdagur 13. oktober 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 195 - 13. oktober 2009
Í tíðarskeiðinum
15. – 22. oktober
skipar Konsertfelagið
fyri konsertum við
tónleikarunum Kim
Bach Dinitzen og
Elisabeth Westenholz
TÍÐINDASKRIV
Tey bæði spæla sello og
klaver og tey fara at hava
konsertir ymsa staðni í
Føroyum. Skráin eru verk
av tónaskaldinum Ludwig
van Beethoven, sum livdi í
árunum 1770 – 1827. Beet
hoven hevur skrivað fleiri
verk fyri sello og klaver.
Best kendar eru tær fimm
sellosonaturnar, sum verða
høvuðsverkini í konsert
skránni hjá hesum tónleik
arum á konsertferð teirra í
Føroyum.
Kim Bach Dinitzen (f.
1963) hevur útbúgving fra
Kgl.
Musikkonserva torii
num í Keypmannahavn har
lærari hansara var Erling
Bløndahl Bengtson. Han
debuteraði í 1986, og hevur
síðan tá verið solistur við
næstan øllum donskum or
kestrum og hevur fingið
fleiri virðislønir. Millum
annað Jacob Gades Legat
og Victor Borge Prisen.
Í 1988 vann Kim 1. virð
is løn í tveimum ameri
kanskum tónleikakapp ing
um. Aftaná tað spældi hann
konsertir bæði í Washington
D.C. og í New York’s Car
negie Hall. Síðan hevur
hann eisini vunnið virðis
lønir í øðrum international
um kappingum og hevur
spælt í Onglandi, Japan,
Italien
og
restina
av
Europa.
Kim hevur eisini spælt
inn á fløgu. Øll selloverkini
av Benjamin Britten og
Fauré og sonatur av Strauss
og Brahms. Í 1998 spældi
hann inn cellokonsertina
hjá Emil Hartmann saman
við Sønderjyllands Sym
foni orkester.
Aftaná 14 ár í Stóra
bretlandi fekk Kim 2003
starv sum solosellistur í
Kgl. Kapelinum í Keyp
mannahavn. Hann undir
vísir framvegis í Manchester
og
spælir
í
Chamber
Orchestra of Europe.
Elisabeth Westenholz (f.
1942) er væl kend í Føroy
um við tað, at hon fleiri
ferðir hevur verið her og
spælt konsertir. Elisabeth
er útbúgvin bæði sum urgu
leikari og pianistur, men
tað er sum klaverleikari hon
hevur gjørt tey størstu
avrikini. Bæði sum solistur
og sum kamartónleikari
hevur hon útynt tað heilt
óvanliga. Við hennara spæli
gevur hon ikki bert teknisk
eina fulkomna framførslu,
men eisini eina djúpfølda
tulking av tí tónleiki, hon
framførir.
Elisabeth hevur spælt
nógvar konsertir bæði í
Dan mark og øðrum londum.
Sjálvt um hon hevur verið
eftrispurd sum sololeikari,
so hevur tað víst seg, at tað
er innan kamartónleik hon
hevur havt størsta virkið.
Síð an 1995 hevur hon spælt
saman við ungu tón leikar
unum
violinspælaranum
Nikolaj Madojan úr Armen
ia og sellospælaranum, sum
hon spælir saman við á hesi
føroyaferð,
Kim
Bak
Dinitzen.
Elisabeth hevur spælt
mill um annað allar klaver
konsertirnar hjá Beethoven
inn á fløgu, fleiri av
Mozartsa klaverkonsertum,
klaver og orgulverk hjá
Carl Nielsen og kamar tón
leik av Haydn, Kuhlau,
Brahms og øðrum.
Á føroyaferðini fara tey
bæði at spæla verk fyri
cello og klaver av Beet
hoven.
Konsertir verða í Havn,
Trongisvági, Vági, Klaks
vík og Runavík. Skúla kon
sertir verða í Hvalba og á
Giljanesi.
Atgongumerkir á 100 kr.
fáast við dyrnar. Børn og
skúlaungdómur ókeypis at
gongd.
Gomul
hús í
Kvívík
Um hóskandi boð fæst,
verður sethúsaognin,
matr. nr. 41 a, Kvívík,
Víkarvegur 28, seld.
Talan er um eini gomul
sethús
við
kjallara,
stovu- og loftshædd.
Kjallari: óinnrættaður.
Stovuhædd: gangur,
stova, stórur køkur,
baðirúm og trappa upp
á loftið.
Loftshædd: gangur og
4 kømur.
Kjallarin er umleið 64
m2, stovuhæddin um-
leið 84 m2 og lofts-
hæddin 48 m2. Tilbygn-
ingur er bygdur uppí
húsini. Í niðaru hæddini
eru garaga og am-
boðsrúm, uml. 35 m2
og í ovaru hæddini
goymslurúm
og
hoyggjhús.
Innan eru húsini í ham-
puligum standi. Tak og
klædningur skulu skift-
ast.
Stykkið er í tveimum
lutum, sum sambært
Matrikulstovuni er um-
leið 195 m2 og 12 m2.
Áhugað kunnu venda
sær til Advokatskriv-
stovuna, Frúutrøð 4,
Tórshavn, Fríða Paturs-
son, adv. frp@jura.fo
ella skrivaran Anniku
Reginsdóttir
Olsen,
aro@jura.fo
AdvoKAtsKrivstovAn
Frúutrøð 4 • Postboks 6
Fo-110 tórshavn
tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36
www.jura.fo
TÍÐINDASKRIV
Torgið í SMS verður karmur
um
stórt
hjálpartiltak
fríggjadagin og leygardagin
til frama fyri gentur og
kvinnur, sum eru komnar
illa fyri á skøkju markn
aðunum í Kambodja og
Thailandi.
Fríggjadagin 16. og leyg
ardagin 17. oktober verður
skipað
fyri
asiatiskum
markn aði á Torginum í
SMS, har møguleiki verður
at keypa turrikløð, taskur,
buksur, kryddurtir og mangt
annað, sum er framleitt í
Kambodja.
Allur vinningurin fer til
at stuðla felagsskapum í
Kambodja og Thailandi,
sum hjálpa gentum og
kvinn um at koma burtur úr
skøkjulívi.
Umframt møguleikan at
keypa sær okkurt forkunn
ugt plagg ella tinganest úr
fjareystri, og harvið stuðla
hjálpararbeiði
millum
kvinn ur í Kambodja og
Tailandi, verður møguleiki
at hoyra tónar við Eyðgunn
og Jákupetur (Eyðun Jo
hannes sen, Gunnar Justin
us sen, Petur Háberg Jacob
sen og Jákup Zacharias sen).
Somuleiðis seta Petur Há
berg og Sølvu Ford eisini
sín dám á, tá tey framføra.
Ein
alsamt
vaksandi
trupul leiki í Asia er sex
ídnaðurin, eisini nevndur
nýmótans
trælahandilin.
Orsøkin at genturnar enda í
hesu syrgiligu støðu eru
ymiskar.
Genturnar,
ið
arbeiða
sum skøkjur, koma ofta frá
fátøkum bygdum, og nógvar
av
teimum
hava
lítla
skúlagongd. Nógvar giftast
sum 11 ára gamlar og fleiri
eiga børn. Ofta rýma menn
irnir frá teimum og fáa sær
aðrar konur ella rýma til
rúsevni. Tær fáa bjóðað
gott arbeiði í býnum. Ar
beiðsgevarin lovar at gjalda
fyri flutning og uppihald ta
fyrstu tíðina. Ofta fær
gentan at vita, at hon skal
arbeiða sum tænari. Fyrstu
dagarnar arbeiðir honum
sum tænari, men eftir stutta
tíð verður hon noydd til at
arbeiða sum skøkja. Fyri
hesar gentur er hetta einasti
møguleiki tær hava at vinna
sær til lívsins uppihald.
Aðrar eru seldar heilt
ungar, summar einans 5 ár,
tí familjan ikki hevur ráð at
breyðføða tær. Hvønn dag
verða ungar gentur seldar
sum sextrælir.
Í eitt ár arbeiddu Noomi
S. og Eli J. Christiansen við
ymiskum hjálpararbeiði í
Kambodja. Meðan tey vóru
í Kambodja kom Noomi í
samband við ein felagsskap,
sum ger hjálpararbeiði mill
um gentur á skøkju markn
aðinum.
Hjálparfelags
skapurin White Dove, sum
Noomi kom í samband við,
hevur eitt heim fyri gentur,
sum hava arbeitt á skøkju
marknaðinum.
Umframt
tak yvir høvdið og mat og
klæðir, fáa tær frálæru í
enskum, khmer, reinføri,
heilsu og smittandi sjúkum.
Tær læra handligt arbeiði,
fyri at tær kunnu framleiða
vørur, so tær kunnu vinna
sær nakað av peningi.
Í Thailandi eru fleiri heim
fyri hesar gentur, eitt av
hes um
heimum
nevnist
NightLight. Genturnar, ið
búgva á NightLightheim
inum, fáa bjóða útbúgving,
undirvísing, arbeiði og eitt
trygt heim. Tær gera ótrú
liga flottar smykkur, sum
m.a. Logos bókasøla í Havn
selur fyri tær.
Noomi og Eli fingið
hugskotið at gera eitt átak,
tá tey komu aftur til Føroyar,
við tí endamáli at hjálpa
hes um
felagsskapum
–
White Doves í Siem Reap
og Night Light í Bangkok.
Fyriskiparnir vóna, at fólk
taka væl undir við tiltak in
um. Meiri peningur kemur
inn, fleiri gentur kunnu
hjálp ast burturúr skøkjulív
inum.
Hjálpartiltakið við asiat
iska marknaðinum byrjar
kl. 10 fríggjamorgunin og
heldur fram til leygardagin
kl. 16.
Sahbai: Stórt hjálpartiltak við
asiatiskum marknaði á torginum í SMS
Konsertir við Elisabeth Westenholz,
klaver og Kim Bak Dinitzen, sello
Tíðarætlan:
Hósdagin 15. oktobur kl. 19.30
konsert í Løkshøll, Runavík
Fríggjadagin 16. oktobur
konsert í Christianskirkjuni, Klaksvík
Sunnudagin 18. oktobur kl. 16
konsert í Norðurlandahúsinum, Tórshavn
Týsdagin 20. oktobur kl. 16
konsert í Framtíðini, Vági
Týsdagin 20. oktobur kl. 19.3
konsert í Trongisvágs skúla
Mikudagin 21. oktobur kl. 9
skúlakonsert Hvalbiar skúla
Hósdagin 22. oktobur kl. 10
skúlakonsert Giljanesi, Vágum