týsdagur 13. oktober 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosixalurin 13. oktober 2009
Hann er ein myndigur
maður. Siðiligur aftrat og
hevur viljan til at vinna,
eitt kappingarmenniskja
burturav. Soleiðis lýsir
Jens Martin Knudsen,
málmansvenjari á lands
liðnum Jákup Mikkelsen,
sum var hansara argasti
kappingarneyti í fleiri ár
Piatra Neamt, Rumenia: Báðir vóru
teir við í 1988 í Íslandi, tá føroyska
fótbóltslandsliðið spældi sín fyrsta
altjóða skrásetta dyst. Teir eru
somuleiðis báðir við í morgin, tá
Føroyar spæla sín altjóða dyst
nummar 131. Jákup Mikkelsen sum
málverji og Jens Martin Knudsen
sum málmansvenjari,
Men í 1988 var Jens Martin
Knudsen fyrsta val at verja føroyska
málið. Tað var hann eisini sjey ár
fram, so tað gekk rúm tíð, áðrenn
Jákup Mikkelsen spældi sín fyrsta
landsdyst.
Hevur verið drúgvur
– Hann hevur verið ein av teimum
drúgvu. Í Íslandi í 1988 var hann
heilt ungur og eykamálverji hjá
mær sjálvum. Hetta var í harðari
kapping við fleiri aðrar góðar mans,
so longu tá vísti hann og vistu vit,
at hann hevði dygdir, greiðir Jens
Martin Knudsen frá. Hann er í dag
málmansvenjari hjá føroyska
landsliðnum. Tá hann gavst tók
Jákup Mikkelsen yvir, men í annað
kvøld gevst Jákup Mikkelsen eisini.
– Hann hevur havt eitt høgt
botnstøði og verið ógvuliga støð
ugur. Fyri tað mesta hava hansara
avrik verið langt yvir miðal, sigur
Jens Martin Knudsen, tá hann lýsir
avrikini hjá Jákup Mikkelsen á
vøllinum.
Har hevur hann havt øgiligan
týdning – ikki minst tey seinnu
árini, tá Jákup Mikkelsen gjørdist
liðformaður. Jens Martin Knudsen
ivast ikki í, at hetta var ein púra røtt
avgerð at taka.
– Hann er ein myndigur maður.
Siðiligur aftrat og hevur viljan til at
vinna, eitt kappingarmenniskja
burturav. Jákup hevur alt, ein
liðformaður skal hava, metir Jens
Martin Knudsen.
Herfølge gjørdi munin
Tað gingu tó nógv ár, áðrenn Jákup
Mikkelsen kom so langt. Men hann
var áhaldin og vann at enda plássið
millum stengurnar á landsliðnum.
– Hann hevur verið øgiliga
svangur. Hann bleiv eisini við og
valdi at fara niður at spæla. Tað var
avgerandi, tí varð hann verðandi í
Føroyum, hevði hann helst verið
verðandi nummar tvey. Men í
Danmark uppbygdi hann ein form
og eitt navn sum gjørdi, at hann
slapp framat. Tíðin í Danmark var
avgerandi fyri hann, heldur Jens
Martin Knudsen.
Tað var eisini eftir skifti til
Herfølge, at Jákup Mikkelsen fekk
sín fyrsta landsdyst. Síðani varð
kappingin millum hann og Jens
Martin ógvuliga hørð.
– Tað var ógvuliga intenst. Eg
hevði sjálvur míni góðu ár tá spældi
í Íslandi og Skotlandi, og tá var
kappingin øgiliga hørð og jøvn.
Men tað hevur tó ongantíð ávirkað
okkara vinarlag ella virðingina fyri
hvørjum øðrum. Talan var um eina
sunna og góða kapping, sigur Jens
Martin Knudsen, um fyrrverandi
kappingarneytan og liðfelagan.
Ávirkar ikki fyrireikingar
Seinastu árini hevur Jens Martin
Knudsen verið málmansvenjari hjá
Jákupi Mikkelsen. Í morgin er tað
seinasta ferðin, at hann hitar Jákup
Mikkelsen upp. Hetta ávirkar tó ikki
teirra fyrireikingar.
– Nei, á ongan hátt. Fyri hann er
tað sjálvandi nakað øgiliga serligt,
men tað hugsa vit ikki um í løtuni.
Tað verður helst, tá dysturin er av,
sigur Jens Martin Knudsen, sum tó
viðgongur, at tað verður nokk
spesielt, tá Jákup Mikkelsen ikki er
partur av landsliðnum longur.
– Tað verður tað. Jákup hevur jú
verið við allan vegin. Men fyri hann
er tað helst absolutt rætta tíðs
punkti at gevast. Hann ger tað,
meðan hann framvegis kann vísa
eitt ótrúliga høgt støði, sigur Jens
Martin Knudsen.
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Jens Martin um Jákup Mikkelsen:
Eitt kappingar
menniskja burturav
Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkelsen uttanfyri hotellið í rumenska býnum Piatra Neamt, á seinastu landsliðsferðini hjá teimum
báðum saman á hesum sinni
Mynd: Rólant Waag Dam