Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-13, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2009síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 13. oktober 2009 – Nr. 195 Cannavaro sleppur Fabio Cannavaro verður ikki ákærdur fyri dopingmisnýtslu, hóast hann tann 30. august læt inn positiva dopingroynd. Italski landsliðsskiparin hevði tveir dagar undan hesum fingið eina sproytu við kortison, tí armurin bólgnaði eftir at hann varð stungin, men felag hansara, Juventus, hevði ikki latið neyðugu pappírini inn hesum viðvíkjandi. Italska olympiska nevndin skrivar á heimasíðu sínari, at tey nú hava fingið prógv um, at ákærurnar móti Cannavaro vóru ógrundaðar. Erikson kanska landsliðsvenjari Svenskir miðlar skriva í dag, at svenska fótbóltssambandið hevur tosað við Sevn-Gøran Erikson fyri at vita, um hann hevur hug at gerast nýggjur landsliðsvenjari. Erikson er í løtuni ítróttarstjóri í Notts County, men sum skilst er hann sera áhugaður í at gerast landsliðsvenjari. Hósdagin hevur svenska fótbóltssambandið nevndarfund, har landsliðsvenjaraspurningurin verður viðgjørdur. – Eg má viðurkenna, at á landsliðnum er tíðin búgvin til, at eg má geva plássið til aðrar góðar málverjar, sigur Jákup Mikkelsen, landsliðsmálverji, undan seinasta dystinum. Tað er tó ikki óhugsandi, at hann verður knýttur at landsliðnum á onkran annan hátt eftir hetta, viðgongur hann Piatra Neamt, Rumenia: Dysturin móti Rumenia í annaðkvøld verður dystur nummar 67 hjá 39 ára gamla Jákup Mikkelsen. Klaksvíkingurin, sum júst hevur sett met sum tann málverjin, ið hevur fingið flestar landsdystir fyri Føroyar, og sum at vera tann elsti leikarin, ið hevur umboða føroyska landsliðið, gevst eftir dystin miku- kvøldið. Tá setir hann punktum fyri eina yrkisleið á landsliðnum, sum røkkur aftur heilt til augustmánað 1988. Hetta eftir at vera valdur til ársins málverja í Vodafonedeildini í ár. Hetta eftir at hava vunnið á Litava, og eftir at hava spælt ein branddyst í móti fronsku varaheimsmeistar- unum. – Eg haldi, at á landsliðnum má eg viðurkenna, at eg má geva plássið til aðrar góðar málverjar, sum kunnu tæna landsliðnum í mong ár fram, sigur Jákup Mikkel- sen. Tá tað kemur til hansara mál- mansleiklut í barndómsfelagnum KÍ, er støðan ein onnur. – Tað var í øllum førum ongantíð ætlanin hjá mær, at eg sum tað seinasta skuldi uppliva at flyta niður við KÍ. Tað var ein herskin biti at svølgja, so eg vóni, at KÍ kemur upp aftur sum skjótast, og eg hevði gott kunnað hugsað mær at verið partur av tí, ger Jákup Mikkelsen greitt. Harvið sigur málverjin eisini, at hann, sum støðan er nú, eftir øllum at døma er klárur at taka minst eitt ár aftrat í felagsfótbólti. Fyrsta FM var størst Eitt ár aftrat sum málverji fyri besta mansliðið hjá KÍ, har tað heila byrj- aði í 1988. Eitt ár í næstbestu føroysku fótbóltsdeildini fyri eitt felag, sum hann hevur vunnið Føroyameistaraheitið við. Tað hevur hann eisini gjørt við danska Her- følge og við B36. – Tað hevur sjálvandi verið øgi- liga ymiskt. Fyrstu ferð eg gjørdist meistari við KÍ var gleðin øgilig og helst størri, enn tá eg gjørdist meistari við Herfølge, tí tað deilir tú við øllum klaksvíkingum og tað er nakað serligt, greiðir Jákup Mikkel- sen frá. Hinvegin er hann fullgreiður um, at meistaraheitið við Herfølge er nakað serstakt. – Tá eg hyggi aftur á tað, so er tað eitt størri persónligt bragd at verða danskur meistari í fótbólti. Ikki minst tí tað var við Herfølge, har eg átti stóran lut í meistara- heitinum. Tað seti eg stóra æru í, og eru nakað, sum eg eri øgiliga stoltur av í dag. Í roynd og veru var tað einans tveir dystir hetta kappingarárið, ið Jákup Mikkelsen ikki spældi. Árið eftir fekk Jákup Mikkelsen eina uppliving, sum telist millum tær minnu hugaligu hjá honum. Hann flutti niður við Herfølge og tað skuldi vísa seg, at tað ikki var seinasta ferðin, at hann skuldi uppliva tað. Svárt at flyta niður – Tað er jú upp og niður í fótbólti, tað vita vit. Men at enda við at flyta niður við KÍ, tað hevði eg ikki ætlað, so eg vóni eg kann vera við nakað aftrat, sigur Jákup Mikkelsen. Tað er eyðsæð, at tað fellur Jákupi Mikkelsen tungt at tosa um niðurflytingina hjá barndómsfelag- num. Hetta hóast hann hevur fingið sær nógvar royndir, bæði har, í Herfølge í Danmark, Molde í Noreg, Partick Thistle í Skotlandi og í B36 í Havn. – Eg eri jú vaksin upp við, at KÍ er besta liðið í Føroyum. At KÍ er mest vinnandi liðið í Føroyum, tí kennist hetta øgiliga hart, sigur Jákup Mikkelsen, hvørs kappingarár hevur verið ógvuliga hendingaríkt. Eitt serligt ár – Eg eri sera fegin um hetta sein- asta árið, sigur Jákup Mikkelsen, sum í januar í ár boðaði frá, at hetta var hansara seinasta málverji landsliðnum. – Men henda ætlan sá ikki út til at halda, tá landsliðið fór til Íslands og eg fekk greið boð um, at eg kundi koma við sum annaðval, greiður Jákup Mikkelsen frá. Hetta var ein leiklutur, sum Jákup Mikkelsen ikki hevði hug at átaka sær. Sum 38 ára gamal føldi hann ikki tað var neyðugt at taka lut, tá hann ikki hevði møguleika at vinna plássið á liðnum. Henda støða var tó bert galdandi tann eina dystin í Íslandi. So kom ein nýggjur maður til og við honum eisini broytingar. – Eftir at vera komin við aftur eri eg sera takksamur, sigur Jákup Mikkelsen. Farna leygarkvøld vísti hann eisini, at føroyingar eisini eiga at vera takksamir fyri hetta. Árið hevur eisini roynst honum væl, men ikki ov væl til at gevast við landsliðsfótbólti, metir Jákup Mikkelsen. – Eg umhugsaði at gevast, tá eg gavst í B36. Tá heittu tey á meg, um at taka eitt ár aftrat. Hugurin var góður og so varð trupult at steðga. Tað er tað framvegis, men aldrinum kann eg ikki renna frá, ásannar Jákup Mikkelsen. Kerr kann vera lykilin Við at forseta slapp Jákup Mikkel- sen aftur at vinna á landsliðnum. Somuleiðis slapp at hann at royna seg undir írska Brian Kerr. – Hann var júst tann útlendski profilurin, vit hava vantað. Undir honum trúgvi eg, at vit kunnu røkka langt og tað haldi eg fyri so vítt eisini, at vit hava gjørt hesa stuttu tíð, hann hevur verið við róðrið. Jákup Mikkelsen hevur roynt at spælt undir øllum teimum venjarunum, fótbóltslandsliðið hevur havt síðani farið varð upp í altjóða fótbólt. Sambært Jákupi Mikkelsen hava allir hesir givið sítt til føroyskan landsliðsfótbólt. Á hvør sín hátt, væl at merkja. – Páll var øgiligur, tá hann spældi upp á tað tjóðskaparliga, og vit vóru ordiliga svakir, tá vit fóru á vøllin. Vit skuldu offra okkum fyri landið, og tað riggaði. Men tað ber sjálvandi ikki at koyra upp á hetta í longri tíð. – So fingu vit Allan Simonsen. Hann er tann størsta persónlig- heitin, vit hava havt í føroyskum fótbólti og gav hann okkum ótrúliga nógv. Allan Simonsen var øgiliga dugnaligur og professio- nellur, men hevði eina fjarstøðu til okkum leikarar, sum Henrik Larsen broytti, tá hann kom til. Hann kom við nakað av tí opinleika, eg hevði saknað undir Allan Simonsen, men Jákup vil geva øðrum pláss Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo