týsdagur 13. oktober 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 13. oktober 2009 – Nr. 195 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 35
Terje noyddist á sjúkrahús
Terje Joensen koyrdi seinasta vikuskifti í Cadwell Park, sum liggur í
norðara partinum av Lincolnshire. Terje hevur fleiri ferðir áður
koyrt á hesi breytini, og tí vóru vónirnar um eitt gott úrslit avgjørt
til staðar. Fleiri trupulleikar vóru tó longu fyrsta dagin, men ein
hampuligur leygardagur gjørdi tó, at hann vann seg upp sum n
ummar 10 áðrenn startin. Longu eftir fyrsat umfarið vann hann
seg trý pláss fram, men tá hann skuldi royna eina yvirháling, gekk
galið. Terje var vitleysur eina løtu, og hann varð koyrdur á
sjúkrahús. Seinni varð tó staðfest, at Terj ikki hevði fingið nakað
álvarsligt mein av hendingini.
Milan vil hava Beckham aftur
Alt bendir á, at AC Milan eisini fer at leiga enska David Beckham
komandi fótbóltsvárið, eins og teir gjørdu tað í gjør. Beckham, sum
verður 35 í maj mánaði, vil heldur enn fegin hava møguleikan at spæla
við Onglandi í HM-endaspælinum í Suðurafrika, og skal venjingin vera
nóg góð, er helst neyðugt at fáa spælitíð í Europa. Ein møguleiki, sum
eigararnir av LA Galaxy, har Beckham hevur sáttmála, eisini eru
áhugaðir í.
professionelt kundi hann ikki geva
okkum leikarum so nógv, greiðir
Jákup Mikkelsen frá.
Eftir at Henrik Larsen gavst og
nýggi landsliðsvenjarin var settur,
var Jákup Mikkelsen vónbrotin.
– Eg visti, at hetta var mítt
seinasta tíðarskeið á landsliðnum,
og tí vónaði eg, at vit fingu ein
útlendskan profil, sum kundi lyfta
okkum víðari. Tí varð eg skuffaður,
greiðir Jákup Mikkelsen frá, sum tó
skjótt fekk eina positiva fatan av
Jógvan Martin Olsen.
– Eftir hann hevði tikið við, var eg
øgiliga væl nøgdur. Jógvan Martin
Olsen var knasandi dugnaligur upp
á allar mátar, ger Jákup Mikkelsen
greitt. Hesin landsliðsvenjarin valdi
tó at gevast í úrtíð, og tá fekk
landsliðið tann útlendska profilin,
Jákup Mikkelsen hevði eftirlýst.
Í morgin er tað av
Í annaðkvøld spælir Jákup Mikkel-
sen so sín seinasta landsdyst undir
Brian Kerr og á føroyska lands-
liðnum yvirhøvur. Hetta fyllir tó ikki
nógv undir venjing, sigur Jákup
Mikkelsen.
– Tað geri eg mær ikki so nógvar
tankar um. Eg hugsi fyrst og fremst,
at hetta er ein dystur í móti
Rumenia í eini kapping, sum hevur
verið rættiliga væl eydnað hjá
okkum. Men hvussu eg reageri
aftaná, tað veit eg ikki, sigur Jákup
Mikkelsen, sum heldur ikki fær
avvíst, at hann verður partur av
landsliðnum í øðrum sambandi
eftir hetta.
– Eg havi pappírir sum mál man-
svenjari, men havi ikki fingið nakað
bjóðað. Og eg ætli mær heldur ikki
at taka kappingina upp við Jens
Martin á sama hátt, sum eg gjørdi á
sinni, sigur Jákup Mikkelsen
skemtandi, áðrenn hann leggur
aftrat.
– Men eru tað boð eftir mær, so
eri eg klárur.
Fyri seinastu ferð er
Jákup Mikkelsen í holt
við landsliðsvenjing. Í
øllum førum sum aktivur
málverji
Mynd: Rólant Waag Dam