Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-13, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 13. oktober 2009 – Nr. 195 Valuev stinkar Tann 7. november skal bretski David Hayes boksa móti risastóra Nikolai Valuev um HM-heitið í tungvekt. Men tað er ikki bara støddin á mótstøðuni, sum ger Hayes fortreð. – Hann er ein ljótur boksari. Hann roynir at koma í infight, og handan lodna bringan hjá honum gerst bæði sveittut og ólekkur. Støddin hjá honum ger, at bringan kemur beint í andlitið á mær, og tað sigst, at hann ikki luktar serliga væl, sigur David Hayes, sum ikki er kendur fyri at vera beinleiðis smæðin í orðavali sínum. Helt bara ein minutt Tað tók ikki serliga langa tíð, áðrenn heimsmeistarin í supferfjøðurvekt, Jorge Linares, reyk í gólvið, tá hann leygarkvøldið vardi heitið í dystin móti Juan Carlos Salgado úr Mexico. Longu í fyrsta slagnum setti Salgado eitt framúr vinstra- hook inn á Linares, sum small í gólvið. Meistarin kom uppaftur, men hann var als ikki klárur, og tað gingu bara nøkur sekund, áðrenn hann aftur lá á gólvinum – og hesa ferð í meira enn tíggju sekund. Fáar men harðar venjingar Brian Kerr, lands­ liðsvenjari, leggur dent á, at leikararnir skulu hvíla nógv. Tí er talan um fáar, men harðar venjingar Piatra Neamt, Rumenia: Sunnukvøldið vandu leik- ararnir so at siga ikki. Teir fóru ein túr niðan á venjingarvøllin og á stadion, bara fyri at loysa upp. Mánadagin var bert talan um eina venjing, og tað sama ger seg galdandi í dag, tí tað verður bara vant einaferð – nevniliga á Ceahlâul Stadium, leikvøllinum, har dysturin móti Rumenia skal avgreiðast mikukvøldið. Eitt tilvitað val frá Brian Kerr, landsliðsvenjara, sum hevur lagt dent á, at leikararnir skulu hvíla nógv, soleiðis at teir eru so væl fyri sum gjørligt í annað kvøld, eftir at hava runn ið aftaná franskmonnum í góðan hálvanannan tíma leygarkvøldið. Tí var bara talan um eina, men rættiliga harða og intensa venjing í gjár. Pulsurin skal upp og so verður taktiski parturin tikin seinni – millum annað við videofundum. Mikumorgunin verður helst talan um eina lætta venjing, har fokus verður lagt á standardstøður, men hetta er ikki avgjørt enn. Um tað so er fer henda venjing fram á venjingarvøll- inum, sum liggur beint við Ceahlâul Stadium, ið einans liggur tíggju minuttir til gongu frá hotellinum, har føroyska landsliðið heldur til. Rólant Fróði Benjaminsen hevur vinstra arm innbundnan í hesum døgum, tí franski verjuleikarin William Gallas beit hol á hjá honum Piatra Neamt, Rumenia: Leik- ararnir eru so smátt við at koma fyri seg aftur, eftir strævna dystin móti Frankaríki leygarkvøldið. Fróði Benjaminsen er kortini framvegis merktur av dystinum, tí Absalon Eysturoy, lækni á landsliðnum, hevur sæð seg noyddan til at viðgera arm hansara og binda hann inn. Hetta tí, at Fróði Benjaminsen í einum nærdysti við William Gallas, var so óheppin at ríva hol í armin. – Akkurát hvussu tað gekk fyri seg, veit eg ikki, men eg sá bara brádliga, at tað bløddi, greiðir Fróði Benjaminsen frá, sum síðani hevur fingið bruna í armin, eftir at Galllas ótilvitað setti tenninar í tofta- mannin. – Men hetta hevur læknin nú hugt upp á, og tað kemur á ongan hátt at halda meg uttanfyri dystin í annaðkvøld, sigur Fróði Benjamin- sen. Egil við bláum eyga Ein annar leikari, ið eisini hevur sjónlig merkir eftir dystin leygar- kvøldið, er miðverjin Egil á Bø. Í dystinum hevði hann til uppgávu at ansa eftir millum annað Nicolas Anelka, sum í einum nærdysti var so óheppin at langa albogan í andlitið á Egil. Tískil gongur næstelsti lands- liðsleikarin við einum lítlum bláum eyga, sum tó á ongan hátt sær út til at órógva hann. Soleiðis spurdi William Gallas Christian Høgna Jacobsen, tá Andreas Lava Olsen kom á vøllin leygarkvøldið Piatra Neamt, Rumenia: At tapa 5-0 er ongantíð stuttligt, heldur ikki á føroyska fótbóltslandsliðnum. Tískil royna leikararnir nú at leggja henda dystin aftur um bak, men kortini verða nógv tosað um ávísar hendingar og støður í dystinum leygarkvøldið. Millum annað, at franskmenninir gjørdu nógv burtur úr at tosa um Andreas Lava Olsen, hóast hann bara fekk eitt gott korter á vøllinum. Hetta tí, at fleiri teirra máttu gnýggja sær eyguni, tá leirvíking- urin í Víkingi varð settur á vøllin. – Er hann ein veruligur víkingur, spurdi William Gallas Christian Høgni Jacobsen, áðrenn hann rann yvir til Patrice Evra fyri at fáa hann at síggja víkingin hjá Víkingi. Hetta hava føroysku leikararnir flent nógv eftir. Eisini Andreas Lava Olsen sum speiskliga hevur sagt, at so skuldu teir sæð seg áðrenn hann snøggaði skeggi. Rólant Andreas Lava Olsen fær franskmenn at tosa um seg og sítt skegg Mynd: Rólant Waag Dam Er hann ein víkingur? Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Fróði Benjaminsen hevur fingið viðgerð fyri bruna í arminum Mynd: Rólant Waag Dam Gallas beit Fróða