Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 tíðindi Nr. 195 - 13. oktober 2009 Sum alternativ til svartkjaft og sild, hevur Havsbrún í Fuglafirði higartil í ár keypt eini 5.000 tons av fiskaslagnum, havgølti. Í fjør keypti virkið tilsamans 11.000 tons av hesum alternativa fiskaslagi Ídnaðarveiða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eftir at føroyska svartkjafta­ kvotan er minkað so nógv, hevur hetta rættiliga gingið útyvir ráfiskanøgd­irnar hjá Havsbrún í Fuglafirði. Virkið, sum áður tók ímóti 200.000 og 300.000 tonsum um árið, noyðist nú at klára seg við einum trið­ ingi av hesum. Á Havsbrún siga tey, at ráfiskanøgd­irnar higartil í ár tátta í 90.000 tons, men vónirnar eru smáar um at røkka teimum 100.000 tonsunum tað, ið eftir er av hesum árinum. Herfyri vóru tvey føroysk skip á Fuglafirði við sild­. Norðborg hevði 840 tons av íd­naðarsild­ og nakað av mjøli og lýsi, sum mann­ ingin framleiðir umborð. Fagraberg var eisini á Fugla­ firði herfyri við fullari last – ella út við 3.000 tonsum. Veiðan hjá Fagrabergi var sild­ við íbland­ing av svart­ kjafti. Seinastu tíðina hava eisini tvey írsk nótaskip land­að havgølt í Fuglafirði. Tey fiska í ES­sjógvi og veiðan, tey higartil í ár hava lagt upp í Fuglafirði, er tilsam­ ans 5.000 tons av hesum fiskaslagi. Havgøltur er eitt alternativ til aðra rávøru, men fram­ leiðslan úr hesum fiskaslagi er á byrjunarstigi, siga tey á Havsbrún. Í fjør keypti Havsbrún út við 11.000 tons av hav­ gølti. Tað eru írsku systirskipini, Father McKee og Brend­elen, sum serliga hava fiskað havgølt á leiðunum sunnan­ fyri Írland­ og niðri móti Ensku Kanalini. Skipini hava roynt at funn­ ið keyparar ymsastaðni, og Havsbrún í Fuglafiðri hevur víst fiskaslagnum áhuga. Havgøltur er smáur fiskur. Er slagið gott, liggur stød­d­in millum 10 og 13 cm., men er fiskurin smáur, er longd­in einar 5­6 cm. Fiskurin minnir um konga­ fisk í skræðuni; hann er nakað hvassur, og tí er hann eisini ringur at fáa upp úr skipinum. Um dagarnar hava týðilig tekin verið um, at upsaveiðan er minkað. Landing­ arnar í hesi vikuni vísa veruliga, at so er, tí ísfiskatrolarar fáa í løtuni ikki nær til fullan túr Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í d­ag land­a Polarhav og Stjørnan 280.000 pund­ av upsa í Saltangará. Skipini hava verið langan túr, og nú tey komu inn at land­a, var lastin lítið meira enn hálvfull. Í gjár land­aðu Stelkur og Bakur í Saltangará. Teir høvd­u 200.000 pund­, og tað er held­ur eingin rokveiða hjá hesum skipum, ið sam­ an við Polarhavi og Stjørn­ uni annars plaga at roynast rættiliga væl. Tveir aðrir ísfiskatrolarar land­aðu eisini í Saltangará í gjár. Tað vóru Jaspis og Ametyst, sum høvd­u 150.000 pund­ av upsa. Í morgin land­a Rókur og Lerkur, men tá Rás2 frætti í morgun, var ikki greitt, hvussu nógv skipini hava inni. Upsaveiðan er munand­i lakari nú, enn hon hevur verið í longri tíð. Soleiðis var eisini um hesa tíðina í fjør, og tí verð­ ur vónað, at góði upsafiski­ skapurin, sum ísfiskatrol­ ararnir annars hava havt í longri tíð, fer at taka seg uppaftur. Ísfiskatrolarar fáa ikki fulla last Tá tey skipini, sum vanliga roynast drúgvast í fiskiveiði, ikki fáa meiri enn hálva last av upsa, er hetta týðiligt tekin um, at veiðan er muandi lakari, enn hon hevur verið Mynd: Vilmund Jacobsen Rávørunøgd í fríum falli Tó at ráfiskanøgdin hjá Havsbrún higartil í ár bert táttar í 90.000 tons, er hetta tó meiri, enn tey høvdu væntað sær, tá útlitini vóru ringast Mynd: Vilmund Jacobsen Svínakrím á norskum gørðum ­ Vit taka støðuna í álvara, og orsøkin er, at vit ongantíð áður hava staðfest krímið í norskum svínum. Tað sigur eftirlitsstjóri í norska Matvørueftirlitinum, Kristina Land­sverk, við NRK. Síðsta vikukiftið varð staðfest, at eitt svín á garði í Nord­­Trønd­erlag hevði fingið smittuna av einum húskalli, sum arbeid­d­i har. Síðan tók illgruni seg upp um, at smitta eisini er á einum garði í Hed­mark, har svín hava fingið luftræsistrupulleikar og fepur. Visir tað seg, at roynd­irnar í Hed­mark eisini eru positivar, verður svínakrím staðfest millum svín á gørðum í tveimum ymiskum økjum í Noregi. Hetta er ikki hent áður í Noregi, og tí tekur Matvørueftirlitið støðuna í stórum álvara.