Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 13. oktober 2009 27 lýsingar Spennandi handil til sølu Handilin liggur væl fyri í Tórshavn og er partur av størri handilsketu. Ljóðar hettar áhugavert, vinarliga send mail til fcc3365@gmail.com fyri at frætta meira. Barnagarðurin á Svangaskarði, Toftir søkir eftir 2 námsfrøðingum Til Barnagarðin verður søkt eftir: • 1 námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna, tíðaravmarkað frá 01.01.2010 – 15.12.2010, fyri námsfrøðing í farloyvi • 1 námsfrøðingi at arbeiða 20 tímar um vikuna til serligan tørv, tíðaravmarkað frá 01.11.2009 – 30.06.2010 Barnagarðurin er ein ítróttarbarnagarður. Barnagarðurin hevur tríggjar stovur – Sóldøgg, Sólar­ eyga og Sólarglottin. Í barnagarðinum eru 56 børn. Barnagarðurin liggur við stadionøkið á Svangaskarði, tætt við náttúruna og við nógvum møguleikum at vera úti. Vit ynskja, at umsøkjarin: • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd • Er við til at menna tað pedagogiska arbeiðið • Hevur hug at røra seg og vera nógv úti í náttúruni Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagog­ felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í skala 11 – 18 Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað í starv. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til leiðarin í Barnagarðinum á tlf 448760/565021 Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 28.10.2009 Nes KommUNa 650 Toftir www.nes.fo nes@nes.fo N e S K o m m u N a 650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo Fiskamerkir Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakasti um 12.500 kr., er 23. oktober. Nóatún 1 · Boks 3051 · FO-110 Tórshavn · www.hav.fo Sjúkrarøktarfrøðingar til Suðuroyar Sjúkrahús Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum: 1 tíðaravmarkað starv fyri deildarleiðari í farloyvi á 1,0 frá 1. nov 2009 til 1. okt. 2010, 1 tíðaravmarkað starv fyri sjúkrarøktarfrøðing í barnsburðarfarloyvi á 0,7 tíð frá 1. nov. 2009 til 1. apríl 2010 og 1 tíðaravmarkað starv fyri sjúkrarøktarfrøðing í sjúku- / barnsburðarfarloyvi á 0,5 tíð frá 1. nov. 2009 til og við 15. juni 2010. Deildin er ein alm. kir/medisinsk deild við 30 seingj- arplássum. Krøv til umsøkjarar: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • fakligan áhuga og royndir innan økið • positiv, fleksibul og góð samstarvsevni • vil søkja mennandi avbjóðingar • áhuga at undirvísa lesandi • telduførleika • til deildarleiðarastarvið er fyrimunur við kunnleika til vaktarskipanina. Setanartreytir: Løn- og setanartreytir sambart sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Føroya Landstýrið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Thyru Thorsteinsson fyristøðukvinnuna, 34 33 00 lok. 3215. Skrivlig umsókn við avrit av prógvum, autorisatión, ummælum og CV skal sendast til Suðuroyar Sjúkrahús, att: sjúkrahússtjórin Box 51, 800 Tvøroyri Umsóknarfreist: 26. okt. 2009 Suðuroyar Sjúkrahús FO-800 Tvøroyri Tlf: 34 33 00 · Fax: 37 11 42 E-mail: ssh@ssh.fo