mikudagur 14. oktober 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 196 • 14. oktober 2009
S
um umrøtt í Sosialinum og
Rás 2 skipaði Smyril Line
síðst í september fyri eini ferð
í fótasporunum hjá føroyskum
fiskimonnum í Íslandi.
Spurdur um uppskot til skrá var
Bakkafjørður eitt upplagt hugskot
við teirri tíð, sum var tøk í Íslandi.
Tað gingu bert fáir dagar, til
túrurin var fullteknaður, og skjótt
var nóg mikið av ferðafólki til
tveir bussar.
Nógv av hesum vóru við, tí teirra
pápar og abbar høvdu róð út á
Bakkafjørðinum, og tey høvdu ofta
hoyrt hesar greitt frá um hetta stað.
Nú høvdu tey so møguleikan at
síggja Bakkafjørðin, sum hevði
fylt so nógv í teirra lívi.
Í bussunum varð so greitt frá
søguni hjá teimum, sum róðu út
her, og skal sumt av tí takast fram
í hesi grein.
Útróður til lands
Útróður til lands á Eysturlandinum
í Íslandi byrjaði eins tíðliga,
sum okkara skipsfiskiskapur í
1870-unum. Sambært bókina
Til Lands hjá Sámal Johansen
byrjaðu føroyingar í 1871 at dríva
útróður við bátum frá skipum inni
á íslendsku fjarðunum. Hetta var
illa dámt av íslendingum, sum
klagaðu til Altingið um hesa
“ránsveiðuna” hjá føroyingum.
Seinni fóru føroyingar at fáa sær
fastar støðir á landi, og tá vóru
stórt sæð eingir trupulleikar.
Teir vóru í nógvum støðum.
Kend nøvn eru Skálar, Borgar-
fjørður, Vopnafjørður norðanfyri
Seyðisfjørðin, har tað eisini vóru
fleiri útróðrarpláss. Sunnanfyri
er millum annað Vættarnes, har
serliga lorvíkingar vóru. Teir vóru
upp til fleiri hundrað í teimum
ymisku plássunum.
Yvir á Bakkafjørðin
Jógvan Edvard Hansen, ættaður
úr Fuglafirði, fór í 1932 upp
á Bakkafjørðin at rógva út
saman við pápanum Hans
Jakku á Brúnni, sum róði út á
Bakkafjørðinum í meira enn 50
ár. Her vóru eisini t.d. gøtumenn,
lambamenn og vágamenn.
Teir høvdu tá maskinbát við.
Men ikki var maskinorkan tann
heilt stóra, einans 2 hk Wich-
mann. Fuglfirðingarnir fóru van-
liga yvir við Kyrjasteini hjá Jákupi
Haraldsen, tá hetta skip kortini
skuldi yvir á eysturlandið á snøris-
veiði, ella teir fóru á sildarveiði
við nót, sum var ein vanligur
fiskiskapur hjá føroyingum tá.
Heim aftur fóru teir við ymsum
ferðamannaskipum sum “Novo”
og “Lyru.” Farið var vanliga
fyrrapartin í juni, og komið varð
aftur í september.
Vanliga vóru teir tveir mans á
hvørjum báti. Fyrstu tíðina royndu
teir við snøri. Men seinni royndu
teir við línu, og teir høvdu gørn
við at veiða sild til agn. Línan
mátti dragast við hond. Men tað
var gott at fiska til streym, sum
ikki var nógvur á fjørðinum. Tí
var ikki var nógv flóð og fjøra.
Línuveiðan var fyrst á gamla
føroyska háttin við línutroði,
tá línan varð rakt á sjógv. Men
síðani varð egnt í stamp, og teir
gjørdu sær línurennur.
Nógvir føroyingar á
Bakkafirði
Tað vóru ofta nógvir føroyingar
á Bakkafirði. Tey fyrstu árini hjá
Jógvani Edvard varð fiskurin av-
reiddur feskur, men kruvdur og av-
høvdaður. Fyritøkan, sum keypti,
var Jacob Gunnlaugsson, sum
hoyrdi heima í Keypmannahavn.
Teir høvdu mann fyri seg á Bakka-
fjørðinum at taka ímóti fiski.
Men so fór hendan fyritøkan
fallit. Teir máttu tá flekja og salta
fiskin sjálvir. Tá var hann okkurt
árið førdur heim við Kyrjasteini, var
á sildarveiðu og fór kortini heim
tómur og vildi hava fiskin til barlast.
Men at salta fiskin sjálvir var
nógv strævnari. Fiskurin skuldi
berast niðan í høgan bakka, og
varð so virkaður í skúri. Men
tað var nógvur fiskur at fáa.
Tað kundi væl henda, at menn
fingu 100 skippund ( 16 tons)
fyri bátin. Men Jógvan Edvard
kláraði tað eina árið at fáa 100
skippund einsamallur. Hetta
var í 1949. Tá kom hann eisini í
“Dimmalætting”.
Búðu á posthúsinum
Teir búðu saman við gøtumonnum
á loftinum í húsinum, har telefon-
støðin og posthúsið vóru í mið-
hæddini. Í hvussu er seinni búði
hreppstjórin, sum var einkjumaður,
eisini har við einum soni. Hann
tosaði flótandi føroyskt, hóast
hann ikki hevði verið í Føroyum.
Tað var annars ikki langt at
sigla. Vanliga varð bert veitt á
sjálvum fjørðinum, og tað kundi
taka 20 minuttir til hálvan tíma at
sigla á fiskileið.
Bjargaðir av kíki
Viðhvørt róðu teir til havs. Hetta
gjørdu teir tann 2. august 1939,
sum eins væl kundi verðið teirra
seinasti dagur. Hendan dagin
vóru teir við línu. Nógvur fiskur
var at fáa, og skjótt var báturin
fullur av fiski.
Tað vóru tveir bátar afturat á
bankanum. Tað var fitt av vindi av
útnyrðingi. Teir vildu lata
fisk frá sær sjálvum til
Ferðin við Norrønu til Íslands:
Bakkafjørður er partur av
føroysku fólkasálini
Ikki sær Bakkafjørður nógv út fyri verðini. Hetta er ein lítil og minkandi bygd við færri enn 100 íbúgvum norðuri
við Langanes. Men ikki tess minni er Bakkafjørður ein partur av samleikanum hjá nógvum føroyingum
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Her síggja vit
vitjaða økið norður
til Bakkafjørðin
➘
Bakkafjørðurin