mikudagur 14. oktober 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
10
nr. 196 • 14. oktober 2009
hinar bátarnar, so teir koyrdu fulla
ferð á móti aldunum. Men tá kavaði
báturin, tungur sum hann var, og
hann fór at søkka.
Teir vóru tveir mans við bátin
um. Nú var støðan hættislig.
Bjargingarútgerð var eingin
umborð. So teir sóu sær ikki
annan møguleika enn at vevja
kíkarnar um hondina og so
vóna tað besta. Men ólukkutíð
fekk Jógvan Edvard ein enda
um annað beinið og varð við at
verða hálaður niður við bátinum,
tá hann sakk. Men í evstu løtu
slapp hann leysur og flotnaði upp
saman við kíkinum.
Hin báturin ansaði eftir, at nú
var knappliga eingin bátur, men
bert roykur. Teir í skundi at kvetta
línuna, seta boyu á og so at
stima. Teir síggja so kíkarnar, og
menninir fingust inn í bátin.
Ein íslendskur trolari tók teir
umborð og fekk teimum turr klæði
og okkurt til matna, so teir komu
fyri seg. Báturin, sum Jógvan
Edvard misti, var ótryggjaður. Ann
ars hevur hann havt fimm bátar ta
tíðina, hann var á Bakkafirði.
Gott samband
millum føroyingar og
íslendingar
Umframt mannfólkið, sum var
á Bakkafjørðinum, var eisini ein
hópur av konufólki, sum gjørdi
mat, og sum annars tóku sær av
tí húsliga, sum tørvur var á.
Tað var sera gott samband
millum føroyingar og íslendingar.
Allir íslendingar dugdu føroyskt
tá. Tað vildi verið nátturligt, um
fleiri pør komu burtur úr. Men
Jógvan Edvard veit bert um seg
sjálvan, sum fekk konu har frá.
Hann fann saman við Esther,
dóttir Hjalmar Frederikson.
Tey giftust í 1941 og búsettust
á Bakkafjørðinum tey fyrstu
9 árini. Síðan fluttu tey til
Vestmannaeyjar, har Jógvan
Edvard býr enn 94 ára gamal.
Jógvan Edvard hevði eini svág,
Hjálmar, sum eg hitti á Bakka
fjørðinum í 2003. Men hann er so
deyður fyri nøkrum árum síðani.
Hans Jacob á Brúnni
til lands
Ein beiggi Jógvan Edvard var
Hans Jacob Hansen, sum var væl
kendur fyri sínar gávur á ymiskum
økjum. Hann dugdi eisini væl
at skriva. Í 1990 gav hann út
bókina “Á Brúnni”. Í hesi bók er
m.a. frásøgn frá “slupptúri” við
Norrønu í 1985, tá ferðast varð á
Eysturlandinum í Íslandi til pláss,
har føroyskir fiskimenn plagdu
at koma. Bólkurin var eisini á
Bakkafjørðinum, og hetta fekk
Hans Jacob at hugleiða um sína
egnu tíð “til lands.” Vit taka brot
úr hansara frásøgn:
Eg minnist, tá eg sum smádrong
ur gleddi meg, tá ið landmenninir
fóru at koma heim. Pápi mín,
Hans Jakku, var við øllum brøðr
um mínum á Bakkafirði og róði
út, og vanligt var, at teir høvdu so
nógv ber heimaftur við, summi ár
eitt heilt skrín. Børnini plagdu at
koma inn til okkara at biðja ber,
øll fingu eitt sindur. Eg minist,
at har vóru vanlig ber, so vóru
eisini bláber og stundum eisini
aðalbláber. Tey vóru violett og
høvdu ein serligan, góðan smakk.
Vit vóru fleiri smádreingir, sum
møttu upp í skúlanum bláir um alt
andlitið, men lærarin Reynberg
dugdi at taka tað við eini glósu.
Skemtandi spurdi hann okkum,
um hetta vóru blámenn, sum vóru
komnir í skúla.
Fiskin, sum var ov smáur at
flekja, høvdu teir eisini heim við,
saltaðan heilan í sekkum, og eg
visti um fleiri fólk, serliga har
sum fiskimenn ikki vóru í húsin
um, ið komu um veturin og keyptu
henda fiskin til døgurðamat.
Vaskaði sær eina ferð
árliga
Pápi mín bar orð fyri at vera
skemtingarsamur og dugdi væl at
siga frá. Ein frásøgn var um ein
mann á Bakkafjørðinum, sum var
kallaður Dabbi. Tað sjáldsama
var við hesum manni, at hann
sá út sum ein villmaður, tí hann
vaskaði sær bara eina ferð um
árið. Hetta hendi seinra partin á
sumri, meðan føroyingarnir vóru
har yviri.
Tá ið hesin Dabbi so var kliptur,
rakaður og vaskaður, var hann
sum eitt nýtt menniskja, og hann
var tiltikin at vera vakur, eingin
hevði sæð so vakran mann. Nei,
hann var ikki til at kenna aftur.
Men tað vardi bara ikki so leingi.
Eitt strævið lív
Teir gomlu landmenninir høvdu
eitt stríggið lív. Peningaliga var
mangan fátæksligt, men tað vóru
nógv onnur lívsvirði, sum hildu
teimum uppi, og sum tíverri verða
so lítið mett í dag. Teir vóru ikki
so lættir at taka av fótum, um eitt
ár fór í hundarnar. Sum til dømis
ísárið, hvar ið allur fjørðurin
legðist fullur av ísi alt summarið.
Teir sluppu ikki út fyrr enn stutt
áðrenn, teir skuldu fara heim.
Mamma mín segði, at pápi kom
heim við 90 krónum.
Spardu sjálvt teið
Sum unglingi hoyrdi eg einaferð
gamla Sjúrð í Fuglafirði siga við
pápa, at hann sá tað nú, man var
alt ov sparin. Te var ikki skonkt, tað
varð bara drukkið vatn. Tað fingust
tvey sløg av margarini. Annað
slagið var sum vanligt, hitt var ikki
etandi. Men hetta margarinið var
bíligari, og tí varð tað keypt.
Eitt árið søgdu teir um ein
fuglfirðing, at hann skifti ongan
tíð undirklæði, hann átti eingi at
skifti við. Men hann var reinligur
alíkavæl. Hvørja ferð, kjansur var,
fór hann inn í Hafnará at vaska
sær um kroppin. Maðurin segði,
at tá ein vaskaði kroppin, nýttist
ikki at skifta klæðir.
Prestur purraði út
Einaferð høvdu vit sett línu
inni á fjørðinum. Pápi segði við
Benadikt: “Nú fara vit at leggja
okkum, tú heldur vakt og vekir
okkum, tá línan er staðin.”
Ein lítil ond hevur verið henda
sólskinsdagin, men tá ið Benadikt
sær, at hinir eru sovnaðir, leggur
hann seg eisini og letur standa
til, og so reka teir inn ímóti landi.
Gamli vaknar við, at prestur rópar
á teir. Nú vóru teir riknir beint
undir Skeggjastaðir kirkju, sum er
hinumegin víkina.
Róðu við árabáti
Eg mann vera yngsti føroyingur,
sum hevur róð út í Íslandi við
árabáti, tí árabáturin var tá fyri
langt síðani niðurlagdur. Vit vóru
seks mans, so tað var heldur
nógv í einum 8 mannafari, so
eg og pápi róðu út við einum
gomlum báti, sum hevði ligið uppi
í haganum í nógv ár.
Veðurlagið er øðrvísi har enn
her. Tað er so kalt um veturin
og turt um summarið, at viður
rotnar ikki so skjótt. Vit drógu
bátin á sjógvin, men hann lak
sum eitt sáld. Men so kloyndu vit
Sunlightsápu í hvørja borðrivu, tá
gjørdist hann tættur sum kannan.
Fyri tað mesta vóru vit sleipaðir
báðar vegir, tá ið vit róðu við snøri,
men so stundum fóru vit aðrar
leiðir. Tað kom fyri, at vit tveir fisk
aðu meira enn hinir fýra. Eg minn
ist serliga hin eina dagin. Vit kast
aðu beint undir húsunum á Bjargi
uttanfyri bygdina í Bakkafirði í ein
toskastima. Vit fyltu bátin, sjálvt
um eg misti loddið í hálvum gekki
og mátti fiska við steini.
Ein annan dag, tá nakað var
útliðið, settu eg og pápi eina
línu eftir hýsu á fjørðinum. Gamli
hevði varhugan av, at hýsan
var komin, hetta var seinrapart
leygardag. Eg kann minnast,
hvussu tær nippaðu í línuna,
meðan eg setti. Tá eg fór at
draga, var bara ein berur húkur á
allari línuni, so tað høvdu nógvar
hýsur tikið í beran húk, tí eg legði
til merkis, at ritan tók nógv øgn
av línuni, meðan eg setti.
Føroyskar sluppir vóru altíð tá
og keyptu fisk, og hýsa var góð
søluvøra á skotska marknaðinum.
Dagin eftir fingu allir bátarnir
nógv, men skjótt var, at hýsan
minkaði, tí vit vóru so nógvir
bátar, einir 3035. Meg minnist,
at Nevið skuldi seta eina línu,
sum einki livandi var á. Edvard
Skarðsá úr Fuglafirði róði við
Nevinum.
Tað vóru nógv ættarfólk hjá
teimum á Brúnni í Fuglafirði við á
ferðini hjá okkum.
Foreldrini hjá Jógvan Edvard. Petra og Hans Jacob. Hann var meira enn 50 ár
á Bakkafjørðinum
Her húsaðist Jógvan Edvard saman við gøtumonnum
Tað var eisini tíð at beistast. Longst t.h. er tað Andreas Eliassen úr Fuglafirði
➘