Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 196 - 14. oktober 2009 Fyrrverandi løg­ mans skrivarin Maik en Poulsen Eng lund er farin inn í tunnilskjakið á Á landi. ­ Álendingar hugsa meiri um sín egna lumma, enn um hvat teir sum tjóð kunnu vinna við einum undir sjóvartunnli, sig ur hon Tunnilskjak Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Maiken Poulsen Englund hev ur búð á Álandi síðani 2006. Ì grein í Ålands tid n­ ing en undrar hon seg yvir mót støðuna, sum er á Á landi móti einum undir­ sjóv artunnli, ið væntandi skal gerast millum Fasta Å land og oynna Føglø. ­ Hugburðurin til sam­ felags­menning á Álandi og í Føroyum er ólíkur. Før oy­ ingar eru offensivir og á lend ingar eru defensivir, og er hetta grundað á tjóðar­ hug burðin, skrivar hon mill um annað. ­ Meðan føroyingar fegnir vilja hava bæði fjallatunnlar og undirsjóvartunnlar, fara ál end ingar mannsterkir av húsi og savna undirskriftir fyri at steðga fyrsta tunn l i­ num, ið skal gerast. ­ Eg blandi meg ik ki bein leiðis uppí kjakið um tunnilin. Eg vil bara vísa á, hvat eg meini liggur aftan­ fyri tann hugburð, sum er á Álandi, sigur Maiken Poul­ sen Englund. Hon skrivar víðari, at Áland ikki hevur líka sterk­ an tjóðarsamleika sum Før­ oyar, av tí at oyggjabólkurin ligg ur millum tvey stór lond og ikki hevur egið mál. Eisi ni hevur Áland fleiri ferð ir verið í kríggi, og er hetta við til at skapa tann de fen siva hugburðin. ­ Á Álandi hugsa fólk nógv um at varðveita, og onki ringt um tað, men her eru 6.500 oyggjar, og tey ætla at gera ein tunnil til eina oyggj ­ hvussu nógv kann tað oyðileggja? spyr Maik en Poulsen Englund. Eisini verður nógv kjak­ ast um, hvat ein tunnil ger við umhvørvið. Bíligari enn væntað Maiken Poulsen Englund vísir í síni grein á, at góður infra strukturur er grund ar­ lagið undir allari sam felags­ menning, og at ongi dømi eru um, at lond eru givin at byggja tunnlar, heldur tvørtur ímóti. Eisini vísir hon aftur, at tunnlar altíð gerast dýrari enn væntað. ­ At kostnaðurin fyri eina tunnils ætlan altíð gerst dýrari er ikki rætt. Ein av undir sjóvartunlunum í Før­ oy um gjørdist bíligari enn vænt að, og tey ferðandi gjørd ust nógv fleiri, enn rokn að var við, skrivar hon í greinini. ­ Afturmeldingarnar til grein ina hjá Maiken hava ver ið nógvar. Bæði positivar og negativar. Ein skrivar inni á heima­ síðuni hjá Ålandstidningen "Væl skrivað Maiken! Tað er bara at konstatera at Før­ oyar hava yvirhálað okkum á teimum flestu økjum, ikki minst á sjálvstýrisøkinum. Álendski hugburðurin: Vit vita, hvat vit hava, men ikki hvat vit fáa, er oyðileggjandi fyri samfelagið." Ein annar skrivar at "Tían verri Maiken ­ tú hev­ ur ikki innsæð, at álendska náttúran er nógv viðbrek­ nari enn tann føroyska. Ì Før oyum kunnu tey bara dum pa tons av gróti í Atlants havið ... Nej tað er gott at vit hava fólk, ið kempa ímóti hesum morði, sum hetta er á okkara náttúru" Maiken Poulsen Englund mein ar, at føroyingar og álend ingar kunnu læra nógv av hvørjum øðrum. ­ Álendingar eru í so varn ir og føroyingar eru í so váðafýsnir, høvdu vit kunna møtst á hálvari leið, hevði tað nokk verið tað besta, sigur hon. Hvussu tað gongur við tunnli num á Álandi, er enn óvist. Maiken vil ikki siga, at hon er fyri øllum tunlum. Hon vil bara vísa á, hvussu ymisk fólk eru, og at ein tunnil faktiskt kann vera ein møguleiki og ikki ein forð ing í einum samfelagi. Breið­ band ið verður skjótari Nýggju breið­ bands pakk arnir frá Føroya Tele eru dýrari hjá teim um smáu og bíligari hjá teimum stóru inTerneT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ferðin á mest vanligu breið bands haldunum frá Før oya Tele, sum í dag eru 1 og 2 MB, verður frá 1. november tví­ faldað upp í ávikavist 2 og 4 MB. Harumframt økist ferð in á haldinum, sum í dag er 4 MB, upp í 6 MB. Prísurin á bíligastu haldu num hækkar í nýggja pakka num við 15 krónum um mánaðin, men ferðin verð ur tvífalda úr einum upp í tvey MB. Í dag fáast 2 MB flatrate fyri 450 krónur um mánað in, men frá 1. november rinda hesir hald arar 470 krón ur um mánaðin fyri 4 MB. Prísurin fyri 4 MB er í dag 620 krónur um mánað in, og hann verður óbroyttur, tá ferðin á hesum haldi økist upp í 6 MB. Ferðin á 8 MB haldinum verður óbroytt, men prísurin lækkar úr 985 kr til 825 kr um mánaðin. Minstu haldini á 0,5 MB bera seg ikki fíggjar liga, og tey eru har afturat ov lítil til at nøk ta framtíðar tørvin hjá flestu kundum. Tey vera tí ikki nýtekna fram yvir, og mánað ar­ gjaldið fyri hesi hækkar 30 krónur, skrivar Før­ oya Tele í tíðindaskrivi. Maiken blandar seg í tunnilskjakið á Álandi Kanna valevni Í Iran er ákæruvaldið farið undir at kanna, um tað er grundarlag fyri at reisa ákæru ímóti einum av teimum trimum forsetavalevnunum, sum hava funnist at valinum í summar. Tann almenna tíðindastovan Irna skrivar, at ákæruvaldið kannar, um tað ber til at stevna Mehdi Karrubi fyri útspilling. Hann hevur alment lagt løgreglumenn og starvsfólk í fongslunum fyri at hava neyðtikið ungfólk av báðum kynum, sum vórðu sett í varðhald, tá tey mótmæltu forsetavalinum. Fær ikki grið Altjóða krígsbrotsmannadómstólurin hevur havnað einari áheitan frá Radovan Karadzic um grið. Karadzic, sum var leiðari hjá serbunum í Bosnia undir borgarakrígnum har í nítiárunum, heldur uppá, at hann fekk lyfti um grið, um hann tók seg aftur. Hann sigur, at hann fekk lyftið frá amerikanska samráðingarleiðaranum Richard Holbrook í 1996, men tað hevur Holbrook avsannað. Radovan Karadzic, sum er ákærdur fyri krígsbrotsverk, varð tikin í fjør, eftir at hann hevði fjalt seg í ellivu ár.