mikudagur 14. oktober 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 196 - 14. oktober 2009
13
Eitt fyribrigdi í natúruni,
sum hevur hugtikið meg
í mong ár, er hav-luft-
streymurin kallaður
El Nino
Á
hugin fyri hesum fyribrigdi
vaktist, tá vit fyrst í 197o
árunum høvdu skip, sum veiddu
ídnaðarfisk í Norðsjónum. Síðani
tá havi eg við stórum áhuga fylgt
gongdini hjá hesum sjáldsama
fyribrigdi.
At hesin áhugi vaktist komst av,
at okkara skip fyri tað mesta
avreiddu sína veiðu í Føroyum, og
vegna tað, at Føroyar bert høvdu
tað eina virkið, sum tók ímóti
størri nøgdum av ídnaðarfiski, og
at tað tí mangan varð nógv kjak og
togan um tann avreiðingarprís,
sum skipini fingu.
Frá nevnda virki bleiv víst á
ymist, sum ávirkaði prísgrundar
lagi fyri ásetan av avreiðingar
prísinum. Tá íð hálv vánaligur
prísur var, bleiv mangan skylda
uppá, at við tað, at teir høvdu ov
líttla rávøru, so bleiv framleiðslu
kostnaðurin o.a. ov høgur. Tá so
aðrar tíðir fiskaprísurin fór heilt í
botn, bleiv skuldin løgd á tann
góða fiskiskapin, sum var á fiski
leiðunum uttan fyri Peru og Chile,
sum hevði tað ávirkan á fiskamjøl
marknaðin, at hesin fór í botn. Til
aðrar tíðir var hetta øvugt. Nú var
fiskiskapurin heilt miseyðnaður hjá
hesum londum, og ti kundi avreið
ingarprísurin verða munandi hægri
í Føroyum vegna ov lítið av fiska
mjøli á heimsmarknaðinum. Hesar
stóru prísbroytingar kundu til tíðir
vísa seg at koma knappliga á.
Hetta var tað, sum gjørdi, at eg
fór at royna at finna onkra orsøk
til, hví fiskiskapurin vísti seg at
vera so misjavnur hjá hesum lond
um. Eisini komst tað av, at eg sum
táverandi formaður í felagnum
Ídnaðarskip skuldi kunna svara
limunum, hvi avreiðingarprísinir
á ídnaðarfiski vóru so skiftandi.
Eftir at hava kannað ymist,
fann eg fram til, at ein av høvuðs
orsøkinum til hesar ovurstóru
broytingar í fiskiskapinum hjá
hesum áður nevndu londum, var
ein hav og luftstreymur, sum
kallaðist El Nino.
Tað var ikki ættlan mín her at
geva meg út fyri at vera serkøn
an í hesum veðurfyribrygdi, tí
skrivliga tilfarið um hetta evni
fyllur upp í heilar lastbilar.
Hvat er El Nino fyribrygdi
El nino er eitt veðurfyribrigdi,
sum er kent í túsundar av árum.
Tó er at siga, at ikki fyrrenn
aftaná tað máttmiklu El Nino í
1957, kom rættilig gongd á at
granska hetta fyribrigdi.
El Nino byrjar altíð við óvan
ligum hita í tropiska økinum í
Kyrrahavinum, yvir ímót Australia
og norður ímóti Borneo, Sumatra
og síðani yvir aftur ímóti Mið og
Suðuramerika. Sjógvur og luft
blíva so ógvusliga upphitað, at
bæði fiskur, korallir og onnur
havdjór doyggja, um tey ikki klára
at flýggja í kaldari sjógv/vatn,
(sjálvandi er ikki lætt hjá
korallunum at flýggja) t.d. kan
nevnast, at í 1983 kom hitin á
fleiri støðum í Kyrrahavinum heilt
uppí 7 stig hægri enn meðal. Tó
tann mest vanliga upphitingin av
El Nino er umleið 24 stig.
Í kjalarvatninum av El Nino eru
ofta sera stórar veðurlags
broytingar um so at siga allan
heimin. Á sunnaru hálvu, serliga í
Kyrrahavinum, eru ógvusligar
orkanir. Í Kina og har um vegir er
oftani ógvusligt glopraregn, og í
Australia nógvur turkur. Meðan á
norðaru hálvu eru ofta vetrarnir í
vestara parti, t.d. Alaska, heldur
líggjari, meðan teir eru kaldari
eystanfyri , men tó eru ymiskar
meiningar um hetta. Onkur
søgugranskari hevur enntá havt
hug at geva El Nino skuldina fyri,
at Týskararnir í bítandi kulda taptu
slagið við Stalingrad ímóti
Russum í seinnra veraldarbardaga
Tað hevur víst seg í kanningum,
at El Nino er tiltakandi hvørt 67 ár.
Tó hevur verið styttri ímillum tey
seinnu árini, serliga í 1990 árunum.
Misjavnt er, hvussu ógvuslig hon er.
Tá El Nino liggur í dvala, verður
hon kallað La Nina, og er tá sjóvar
hitin lægri og til tíðir lægri enn
meðal í pørtum av Kyrrahavinum.
Hevur El nino nakað at gera við
fiskiskapin og vakstrarum-
støðunar av fiski við Føroyar?
Eftir gjølla at hava kannað og samm
et tey góðu og vánaligu fiskiárini
við Føroyar við tey ymisku skift
andi El Nino og La Nina tíðarskeið
ini heilt frá 1600 talinum, tó mest
frá ár 1900 til 2000 árini ber nógv á
tað borið, at so er.
Vi t kunnu hyggja eftir tveimum
teimum feskastu dømunum, vit
hava, áðrenn vit hyggja longur
aftur í tíðina. Tey ár, sum eg minn
ist skjótastu og størstu broyting í
fiskiskapi við Føroyar, serliga
toskafiskiskapi, er 1983 og 1994.
Hesu bæði árini kløkkaðu mangan
reiðara, fiskimann og fiskifrøðing,
og eingin hevur enn givið nøkt
andi svar uppá, hvat tað var, sum
hendi, og orsøkina. Onkur hevur
roynt at verið eftirklókur, men lítið
hald hevur verið í.
Taka vit árið 1982, so var støð
an so vánalig í Føroyum, at allur
flotin var við at fara á húsagang,
og fleiri fóru. Tað vóru stak ring
veðurlíkindi. Frá umleið 15.
august var summarveðrið liðugt,
og illveðrið helmaði ikki í allan
veturin, líka til seinna partin í
januar 1983. Lítið kom burtur úr
fiskiskapi, og lítið varð at fáa av
fiski, og útlitini fyri fiskiskapið
vóru vánalig.
Aftaná 20. januar bliðkaði
veðrið, og trolarar, sum høvdu
ligið leingi við kei, men tó høvdu
gjørt onkra lítla roynd, tá viðraði,
fóru út at fiska. Tað vóru glómur í
monnum, tá teir hálaðu fyrstu
ferð. Eingin væntaði tað stóra,
men tá trolini komu á borð, vóru
bæði posi og bellur fullir av toski,
hýsu og upsa. Hildið bleiv, at hetta
mundi bert verða eitt eingangs
fyribrigdi, men so bleiv ikki. Nei,
tann sera góði fiskiskapurin helt
áframm alt 1983 og 1984 og langt
út í 1985.
Meðan hetta hendi við Føroyar,
hevði El NIno tikið til í styrki og
var nú komin í hæddina í 1983.
Hon rasaði í Kyrrahavinum og
tvørtur um MiðAmerika, ja, ein
tann harðasta, sum menn vita um at
siga. Hetta orsakaði, at hitin á
havstreymunum broyttist munandi í
Kyrrahavinum og á flestu høvum.
Tað sigst, at skaðin av hesi El Nino
kostaði londunum har um vegir og
runt um í heiminum ómetaligar
peningauphæddir.
Taka vit árðini 19921994, so
vóru Føroyar í ovurstórari kreppu
av nógvum samanfallandi umstøð
um. T.d. hevði fiskiskapurin verið
sera vánaligur 2 tey undanfarnu
árini, og útlitini frá fiskifrøðini vóru
so ræðandi, sum eingin hevði sæð
ella hoyrt um áður, ja, ivasamt var
um toskastovnurin nakrantíð kom
fyri seg aftur. Ikki kundu vit vænta
at síggja fisk aftur, fyrr enn í fyrsta
lagi aftaná ár 2000. Fólk flýddu av
landinum í hópatali, tí her bleiv ikki
búgvandi longur. Kvotur blivu
settar á, hvat veiðast kundi, og blivu
serliga toskakvoturnar settar so lágt,
at menn kundu næstan bera tær á
nakkanum til hús.
Men til alla lukku rýmdu ikki
øll av landinum. Nøkur vónaðu, at
føroyski serkunnleikin saman við
donskum serfrøðingum og embæt
ismonnum tóku feil, og fóru tískil
útaftur at fiska. Hvat síðani hendi,
minnast óivað tey flestu. Árini frá
1994 til 2000 blivu í staðin tey
bestu fiskiárini, sum hava verið
við Føroyar í manna minni, meðan
serfrøðin fekk eitt ógvusligt
bakkast og misti so nógv trúðvirði,
at illa hevur gingið at fóta sær
aftur. Eisini á hesum sinni var tað
soleiðis, at El Nino byrjaði at taka
til seinnapartin í 1991 og kom í
hæddina í 1994, fyri síðani at
avtaka nakað, men tók so aftur dik
á seg longu í 1996 og vardi heilt
til 1999. Hetta kallaðist ein dupult
El nino, og er ein tann
longstvarðandi og kraftigasta í
1900talinum. Øll hesi árini helt
fiskiskapurin sær á sera høgum
støði við Føroyar.
Sí talvu
Í hesum sama tíðarskeiði hava
eisini verið fleiri veikari El Nino.
Tey árini, tá El Nino hevur ligið í
dvala, hava verið vánalig til
fiskiskap við Føroyar.
Hvussu kann El Nino ávirka
fiskiskapin á okkara leiðum?
Eg havi ikki nakað fullgreitt svar,
men vil bert vísa á, at tað saman
fallið, sum verið hevur hesi árini
ímillum El Ninofyribrigdi og fiski
skapin við Føroyar, er ein veruleiki.
Hvat íð er høvðusorsøkin til hesar
stóru og óvanliga skjótu broytingar
í fiskiskapinum, er trupult at meta
um. Kann tað vera hitin í sjónum?
Hóast vit vita, at hann ikki broytist
nógv um okkara leiðir av El Nino,
so broytist hann tó nakað hesi árini,
tá hon er í hæddini. Er hetta orsøk
in? Somuleiðis broytist eisini luft
rákið nakað yvir norðurhøv. Vísast
kann á, at gróðurin í sjónum og
ætið eru skjótt vaksandi um okkara
leiðir, hvørja ferð El Nino tekur til
og kemur í hæddina, og minkandi,
tá hon er avtakandi. Uttan iva eru
tað eisini heilt onnur fyribrygdi, ið
henda, sum einki svar fæst uppá
enn, men sum kanska kemur fram
seinni.
Væl vita teir, sum fiska, og tey,
sum fáast við fiskivinnu, eins og
fiskifrøðingar, at fiskur dettur ikki
úr luftini. T.d. eru toskur, hýsa og
upsi um 35 ára gomul, áðrenn tey
nakað munandi koma inn í fiski
skapin. Spurningurin er so, hvussu
tað ber til, at tann 35 ára gamli
fiskurin, sum ein lítið hevði verið
varugur við frammanundan, bæði
við gýting og yvirlitstrolingum, so
brádliga kemur inn í fiskiskapin,
tá El Nino mennist og kemur í
hæddina. Kemur hann møguliga
aðrastaðni frá? Hevur hann ferðast
uppi í sjónum, ella staðið leysur
frá botni vegna kaldari sjógv við
botnin, tá La Nina hevði yvirtakið,
og El Nino lá í dvala, t.d. frá
1989 1991, og eisini nú frá 2003
2008 ella hvat?
El Nino byrjaði aftur at taka til í
styrki seinasta vetur. Hvussu
kraftig hon blívur hesaferð, er ilt
at siga, men seinastu metingarnar
vísa framvegis, at hon enn er
tiltakandi.
Meira av gróðuri og æti var í
summar. Havhestaungarnir vóru
fleiri enn í mong ár, og hartil
feitir. Kanska verður meiri toskur
at fáa, nú ið dagarnir styttast og
næturnar leingjast. Tað vildi
kanska verið eitt sindur bannset at
ynskt El Nino ov kraftiga á hesum
sinni, fyri at vit sløk 50.000
menniskju skullu fáa betri
fiskiskap og njóta tilveruna,
meðan 10 tals millionir av fólki
skullu líða hall og hungur í Suður
amerika, og Kinesararnir ganga
uppundir miðu á sínum rísmarkum
í vætu, meðan Australiar torna upp
av turki. Men hevur ikki onkur
sagt, at eitt manns deyð er annans
manns breyð. Jú, sannast má, at
hettar er ein miskunnarleysur
heimur, vit liva í.
Kanska kundi tað verði áhuga
vert hjá fiski og fuglafrøðingum
at hugt eitt sindur meiri eftir,
hvussu El Nino háttar sær, tá teir í
framtíðini gera metingar og til
ráðingar fyri Føroyaøki og harvið
økt munandi um neyvleikan.
Endamálið við hesi grein er at
varpa ljós á hetta fyribrigdi, so
leiðis at tey, sum hava umstøður og
tíð kundu granska meiri á hesum
øki, og funni framm til, um hettar
fyribrigdi ikki eisini man ávirka
okkara havøki, og harvið eisini
okkara fiskastovnar og fuglameingi
og teirra liviumstøður. Hetta er
uttan iva eina gransking vert.
Sjálvandi veit eg, at trupult er at
meta um tað, sum svimur í sjón
um. Og sum Íslendingurin segði á
sinni: “Tað tykist mær løgið, at
fiskifrøðingar skullu vita, hvussu
mangir fiskar svimja runt Ísland,
tá hestabøndurnir ikki kunnu vita,
hvussu mangir hestar eru til á
landi í íslandi. Ein skuldi trúð at
tað var lættari at talt hestarnar.”
Hendan talvan vísir samanfallið ímillum nøkur góð fiskiskiár
við Føroyar og máttmikla el Nino
1899- 1900
Sera góður fiskiskapur
máttmikil El Nino
1918-1920
Sera góður fiskiskapur
máttmikil El Nino
1940-1942
Sera góður fiskiskapur
máttmikil El Nino
1957-1958
Góður fiskiskapur
máttmikil Elnino
!966-1968
Góður fiskiskapur
máttmikil El Nino
1983-1985
Bestu ár til toskafiskiskap sera máttmikil El Nino
1994-1999
Sera góð fiskiár sera
máttmikil El Nino
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Kann veðurfyribrigdi í Kyrrahavinum
ávirka fiskaríið um okkara leiðir
Tíðargreinin
tíðargreinin
Osmund Justinussen