mikudagur 14. oktober 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 196 - 14. oktober 2009
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Ási Jacobsen fer til grav
ar úr Tvøroyrar kirkju
hós dagin klokkan 13.
Tey, ið vilja minnast Ása,
kunnu lata Parkinson fe
lagnum eina peninga
gávu, konta í Suðuroyar
Sparikassa.
Kistan við Páll Sumberg
Olsen, lærara, fer úr
Dóm kirkjuni í Havn hós
dagin klokkan 13. Um
framt blómur, kann pen
ingur latast børnunum á
konto í Eik Banka.
Anna Midjord, í Vági,
ættað av Økrum, andaðist
mánadagin
á
Lands
sjúkra húsinum, 63 ára
gom ul.
Malan Djurhuus and
aðist í Skúvoy leygar
dagin 10. oktober, 72 ára
gomul.
Sæbjørn Poulsen, Tórs
havn, andaðist sunnu
dag in, 53 ára gamal. Far
ið verður úr Lands sjúkra
hús kapellinum hós kvøld
ið klokkan 18. Jarðar
ferð in verður úr Dóm
kirkjuni
fríggjadagin
klokk an 13.
Hildur Isholm, búsitandi
í Herlev, andaðist 12.
oktober 81 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Í døgunum 24. sep
tember til 05. oktober
vitjaðu Rumensku
hjúnini Monica og
Cosmin Giurgiu í
Før oyum. Tey vitjaðu
í fleiri samkomum,
har tey greiddu frá
arbeiðinum innan
fongsulsmissjónina,
Rescue Mission, sum
hevur drivið sosialt
evangeliskt arbeiði
í m.a. fongslunum
í býunum Aiud og
Arrad
Hetta er teirra fyrsta vitj an í
Føroyum. Tey eru ávika vist
41 og 38 ára gom ul og eiga
tríggjar døtur.
Tey vitjaðu hesi støð:
Ungdómsmøti
í
Berøa,
Saltangará. Skúlan í Kolla
firði.
Mizpa
á
Eiði.
Evangeli ihúsið
í
Havn.
Nebo á Toftum. Siloa í
Fugla firði. Hermon í Norð
depli. Bygdahúsið á Sandi
og í Ebenezer. Møti í Evan
geliihúsinum
varð
tikið
upp, og verður sent í IKTUS
eitt seinni tíðspunkt. Tey
vitjaðu eisini á Lindini, har
Dánjal á Dul hevði samrøðu
við tey, og eisini vitjaðu tey
kristiligu
sjónvarpstøðina
Iktus, har eisini ein samrøða
var við tey. Hendan sam
røðan hevur verið send
fleiri ferðir.
Á øllum støðum komu
fólk við stórum áhuga at
hoyra um hesa, heldur
sjáld somu tænastuna. Tey
vóru ómetaliga glað fyri
dagarnar her í Føroyum.
Hetta er fyrstu ferð, at tey
hava verið á eini slíkari
møti ferð, og tey vóru stór
liga uppmuntraði av undir
tøkuni til møtini og blíð
skapinum, sum teimum var
vístur í Føroyum. Tey takka
samkomum
og
einstak
lingum fyri áhuga og stuðul,
og vóna, at bæði samkomur
og einstaklingar í Føroyum
fara at taka hesa tænastuna
til sín og soleiðis gerast ein
partur av teirri náði, sum er
sjónlig
innan
hesar
fongsuls múrar í Rumenia.
Teir fyrstu dagarnar búðu
tey á Glyvrum, og ímóti
endanum búðu tey nakrar
dagar í Havn. Tey vóru
eisini túrar og fingu høvið
at síggja føroysku nattúruna.
Tað regnaði við nógvum
vindi tað nógva av tíðini,
men tey nutu regnið og
vind in. Serliga vóru tey
betikin av teimum mongu
stóru áunum, sum runnu
eftir fjallasíðunum, so nær
húsunum og koyrivegnum,
at tey bæði kundu hoyra og
føla vatnið. Tey vitjaðu við
Gjógv og norði á Viðareiði,
og fingu eisini høvið at
síggja brim. Cosmin fór so
nær briminum, fyri at fáa
nakrar dramatiskar myndir
í kassan, at undirritaði mátti
rópa á hann um ikki at fara
longur út. Tey kenna ikki til
brim í Rumenia.
Av tí, at Monica er
komm unulækni við egnari
klinik, hevði hon áhuga at
koma í samband við onkran
kommunulækna í Føroyum.
Jenis av Rana, kommunu
lækni, gjørdi eina avtalu
við bæði tvey at koma og
vitja hann á klinikkini hjá
sær. Monica sigur, at hetta
var ein sera áhugaverd
vitjan, eisini frá einum fak
ligum sjónarmiði, tí Jenis
kundi vísa henni á útgerð,
sum hon ikki kendi til í
Rumenia.
Tey fóru avstað við flog
fari mánadagin 6. oktober
og búðu eina nátt í Keyp
mannahavn. Longu kvøldið
eftir vóru tey komin til hús.
Cosmin ringdi til undir rit
aða, tá hann var komin
heim, og takkaði so innar
liga fyri dagarnar og bað
meg heilsa samkomunum
og øllum teimum, sum tey
vóru komin í samband við
undir vitjanini í Føroyum.
Tey fóru bæði til arbeiðs
dagin eftir, tí nógv arbeiði
liggur og bíðar, Monica
ímillum sjúklingar og Cos
min ímillum fangar.
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@olivant.fo
Monica og Cosmin inni hjá Jenis av Rana
Cosmin og Monica farin
aftur til Rumenia
Dagurin
14. oktober. Kalixtus, deyður umleið ár 222. Trælur,
sum gjørdist diakonur hjá pávanum og fekk um hendur
at standa fyri jarðarferðum teirra kristnu. Summar av
katakomb unum bera navn hansara.
Veturnætur, vetrarhálvár byrjar.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 1. nov. hava Kristina og Hans Andrias
Jacobsen, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin 7. nov í
Bøgøtu 3, Klaksvík. Vælkomst verður frá kl. 19. Tey,
ið ynskja at heilsa uppá Kristinu og Hans Andrias,
kunnu siga frá á tel. 456737 ella 458625.
Silvurbrúdleyp
Leygardagin 17. okt. kunnu hjúnini Aud og Siggvard,
Joensen, halda silvurbrúdleyp. Vælkomst verður í
heiminum: Lauritsargøta 7, Tórshavn, frá kl. 17.
90 ára føðingardagur
Mikudagin 14. okt. verður Helena Simonsen, Klaks
vík, 90 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum
á Klaksvíkar Sjómannsheimi.
90 ára føðingardagur
Sunnudagin 18. okt. fyllir Poul Jacobsen, Svínoy, 90
ár. Dagurin verður hildin úti í Svínoy leygardagin 17.
okt. kl. 19.
80 ára føðingardagur
15. okt. fyllir Malla Jacobsen, Norðragøta, 80 ár.
Dagurin verður hildin saman við familjuni.
80 ára føðingardagur
Týsdagin 20. okt. verður Hildigarð Høghamar, Eiði,
80 ár. Føðingardagurin verður hildin leygardagin 24.
okt. á Hotel Eiði Frá kl. 18. Tey, ið vilja heilsa uppá
Hildigarð, verða biðin at siga frá á tlf. 423045
(Hildigarð), 283541 (Annsy), 229727 (Nomi) áðrenn
17. okt.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæra
mamma, vermóðir, omma og langomma
Hildur Isholm
ættað úr Tórshavn
búsitandi í Herlev
andaðist mánadagin 12. oktober,
81 ára gomul.
Jarðarferðin verður týsdagin 20. oktober
frá Præstebo kirke í Herlev kl. 13.30.
Tey avvarðandi
Hervør, Eivin og Lasse v/ fam.