Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 196 - 14. oktober 2009 Tá Jákup Mikal Mikkelsen av Toftum í 1942 skuldi heim til Føroya úr Íslandi, gingu snøggir tveir mánaðir frá tí, at hann fór umborð á Dettifoss á vestur­ landinum, til hann var heimna við hús aftur á Toftum HEIMFERÐ Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ein av teimum mongu, sum vóru við Óla í Íslandi, var Jákup Mikal Mikkelsen, og eins og hini, sum vóru á slóð ini í Íslandi, lat hann væl at túrinum. - Eg kann ikki siga annað enn, at mær hevur dámað væl, hetta hevur verið ein ógvuliga hugnaligur túrur, sigur Jákup Mikal Mikkel- sen. Hann er ein av teimum, sum hevur verið til lands í Íslandi. - Tað var undir krígnum, tá tóku teir seg saman fýra skip. Tað var Grønanes, Elisa beth og Docea, sum hoyrdu til Sandavágs, og so Sólbrún úr Miðvági. Tað gekk fyri seg á tann hátt, at tey fiskaðu saman, og eitt skip varð fylt at gangin. Samstundis keyptu vit fiskin, sum bleiv landaður á Bakkafjørðinum av smá- bátunum, sigur Jákup Mikal Mikkelsen. Sjálvir fiskaðu teir frá skipunum. - Vit høvdu línu í stamp- um og línuspæl, meðan hini trý skipini høvdu bátar at fiska við, sigur Jákup Mikal Mikkelsen. Teir gjørdu tveir túrar. Farið var yvir í juni og síð- ani varð hildið á út á heystið í 1943. Jákup Mikal var eisini í Íslandi í 1945. - Tá róði eg út frá Tors- havn í Tisselfjørðinum við einum seksáringi, sum Marj us í Króki var formaður á, vit vóru fimm mans, sigur Jákup Mikal Mikkel- sen. Teir vóru allir toftamenn uttan tann eini, ið var av Nesi. Arbeiddi flogvøll Í 1939 og 1940 var Jákup Mikal Mikkelsen við Elsu undir Grønlandi. - Tað hendi so tað, at krígg ið brast á meðan vit vóru í Grønlandi, og tá fór manningartalið úr 22-24 niður í sjey, so har máttu vit ungu draga í land, sigur Jákup Mikal Mikelsen. Hann fór so í 1941 yvir til Reykjavíkar at arbeiða upp á flogvøllin hjá enska hervaldinum. - Vit vóru 250 mans. Eg haldi vit fóru yvir í mai mán aði og komu aftur í september. Tað var ógvuliga hugaligt. Vit vóru seks hold, og trý arbeiddu í senn. Vit byrjaðu klokkan seks á morgni til klokkan tvey um dagin, so tóku hinir við frá klokkan tvey til klokkan tíggju á kvøldi, sigur Jákup Mikal Mikkelsen. So skiftust teir aðru hvørja viku at hava morgun- og kvøldvaktina. Í fisk á landi Árið eftir var Jákup Mikal Mikkelsen aftur í Íslandi, men hesaferð í fiski uppi á landi í Palsfjørðinum. - Vit vóru einir 16 før oy- ingar har yviri, einir tíggju úr Skálavík, tríggir av Toft- um, tríggir av Strondum, so vit vóru nokk so nógvir mans, sigur Jákup Mikal Mikkelsen. Fiskurin varð skorin til flak, men ikki skrædlaður. Síðani var hann koyrdur í trækassar og frystur, áðrenn hann varð seldur til Ong- lands. - Umstøðurnar vóru fram úr góðar, bæði at búgva og arbeiða. Vit høvdu eina stóra barakk at búgva í, sum hevði verið brúkt av norð- monnum á Hafnafjørðinum á hvalaveiði. Eisini høvdu vit ein íslendskan kokk. Har var ógvuliga bíligt og einastandandi fittir menn at vera hjá, sigur Jákup Mikal Mikkelsen. Bíða eftir heimferð Men tað var ikki altíð líka høgligt at ferðast millum lond tá sum nú, og eina heim ferð minnist Jákup Mikal Mikkelsen burturúr væl. - Tað var soleiðis, at eing- in fartur var millum londini, og tí vóru tað bert fiskiskip at ferðast við. Í Íslandi fóru vit umborð á Dettifoss, sum var eitt skip, ið tók bæði ferðafólk og frakt. Hagani fóru vit vestuereftir upp á Norðurlandið, og hann legði inn í næstan hvørjari bygd, sigur Jákup Mikal Mikkelsen. Teir komu so fram til Akureyrar, og tað mundi taka einar átta dagar. - Har lá so Hjørdis, og vit skuldu sleppa heim við henni, men tað gekk ikki altíð so skjótt at fáa fisk, og hon lá og bíðaði eftir tørni, so vit lógu og bíðaðu í einar 14 dagar, áðrenn vit fingu tørn at taka fisk á Sigli- fjørð inum, sigur Jákup Mik al Mikkelsen. Tá gekk hampiliga skjótt at fylla skipið, og eftir trim- um døgum var klárt at sigla. - Men hvat hendir. Tá vit komu út á Siglines, brotnar motorurin. Tað var krum- tapsaksilin, ið fór, so vit máttu sleipast inn aftur á Siglifjørðin. Men tað var so heppið, at har kom eitt skip, Gudrunzöega, eitt vágaskip, so vit sluppu heim við henni. Men tað skuldi vísa seg at gerast ein drúgvur túrur við henni. - Motormegin var lítil, og vit komu so darlandi eftir Norðurlandinum og suður um nesið, men tá bleiv slíkt óveður lágt, at vit seysaðu inn á Seyðisfjørðin. Har lógu vit so og bíðaðu einar tríggjar dagar, men veðrið gjørdist ongantíð gott so vit máttu bara fara avstað aftur kortini, sigur Jákup Mikal Mikkelsen. Við til Skotlands Tað bleiv tann standandi landsynningur og ferðin gekk seint, og teir sigldu í fleiri dagar. - Tað gekk soleiðis, til vit nærkaðust Føroyum, tá kom hann vestur um við vindi. So skipið spolaði eyst ur gjøgnum Skop unar- fjørð, so vit, sum skuldu setast av í Føroyum, fylgdu bara við niður til Skotlands, sigur Jákup Mikal Mikkel- sen. Kontrollstaðið var í Scrabst er, men teir gjørdust so eystarliga á, at teir komu inn í Westfirth í Orkney- oyggjunum, og har kom so ein trolari og førdu teir inn til Kirkwall til kontroll. - Har bíðaðu vit so eftir kontrolli í einar tveir dagar. Tá vit so endiliga fóru hag- ani, gekk tað toluligt suður til Aberdeen. Tá var fiskurin vorðin 28 dagar gamal. Hevði tað verið í dag, høvdu teir ikki sloppi av við ein tann einasta fisk, men tað var mangul upp á fisk, og eg haldi teir fingu eina brúkliga sølu eftir umstøðunum, sigur Jákup Mikal Mikkelsen. Teir lógu so átta dagar í Aberdeen, áðrenn leiðin aftur gekk móti Føroyum. - Tá eg kom til hús vóru gingnir snøggir tveir mánaðir, frá tí vit fóru umborð á Dettifoss í Íslandi, sigur Jákup Mikal Mikkel- sen. So tað má sigast, at talan gjørdist um eina drúgva heimferð. Heimferðin tók tveir mánaðir Jákup Mikal Mikkelsen umborð á Norrönu. Hann var ein av teimum mongu, ið gjørdu túrin »til Íslands við Óla« Mynd: Leo Poulsen Lula verjir Amazonas Myndugleikarnir í Brasil hava nú av álvara sett sær fyri at varðveita frumskógin í Amazonas-økinum. Sagt verður, at tá brasilska stjórnin fer á ST-veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í desember, fer hon at hava eina fullfíggjaða varðveitingarætlan við sær í viðførinum. Forsetin, Luis Inazio Lula da Silva, sigur, at eftir ætlanini skal tann núverandi skógarhøggingin í Amazonas-økinum skerjast 80 prosent innan 2020. Sambært spanska blaðnum El Pais er hetta fyrstu ferð, at brasilska stjórnin bindur seg til skerjingar á umvhørvis- og veðurlagsøkinum. Spania hýsir fangum Spania er til reiðar at taka ímóti nøkrum av fangunum í Guantanamo-leguni. Tað sigur José Luis Rodríguez Zapatero, forsætisráðharri, sum júst hevur hitt Barack Obama, forseta í Hvítu Húsunum. Aftan á fundin við forsetan segði Zapatero, at spanska stjórnin tekur undir við ætlanini hjá Obama at lata fangaleguna í Guantanamo aftur, og at stjórnin fer fyrsta dagin at taka støðu til, hvussu nógvir fangar kunnu sleppa til Spania. Zapatero er tann fyrsti spanski forsætisráðharrin, sum hevur vitjað Hvítu Húsini síðani 2004.