Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 196 - 14. oktober 2009 Wilders kann ferðast Tann høgrasinnaði niðurlendski politikarin Geert Wilders sleppur nú til Bretlands at ferðast. Heima í Niðurlondum er Wilders skuldsettur fyri at hava tosað niðrandi um islamsku trúnna, og fyrr í ár noktaði bretska stjórnin honum at koma til Bretlands. Grundgevingin var, at ein tílík vitjan kundi vera ein hóttan ímóti almennu trygdini. Hesum mótmælti Geert Wilders, og nú hevur bretska innflytararáðið gjørt av, at tann umstríddi politikarin kann sleppa til Bretlands kortini. Tað er tó ikki greitt, um Wilders framvegis ætlar sær um Ermasund. Koizumi lesur teknifilm Tað verður sagt, at politikkur kann geva fólki fleiri og fjøl­ broyttar førleikar, og fyrrverandi japanski forsætisráð harrin Junichiro Koizumi er helst eitt talandi dømi um, at tað er so. Hansara nýggjasta ítriv er at leggja rødd til japan skar tekni­ filmar, og tað dugir hann sera væl, skrivar AP. Annars hevur Junichiro Koizumi kanska ongantíð verið sum politikarar flest. Hann er Elvis Presley­fjeppari um ein háls, og hansara sermerkta hár varð ofta umrøtt og avmynd að, tá hann var stjórnarleiðari frá 2001 til 2006. Hóast føroyski búskapurin ikki er illa fyri, og glottar eru at hóma, eiga vit at ansa okkum. Landið má sum nú er læna til at fíggja hall við, og tað heldur ikki leingi, metir landsbankastjórin Sigurd Poulsen Landsbúskapur Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Í gjár kom Landsbanki Før­ oya við hálvárligu búskap­ armetingini, har mett verður um útlitini fyri 2009 og 2010. Í síni heild er metingin ikki so dapur, sum ein kundi væntað, men í staðin verður ein lítil búskaparvøkstur á millum eitt og seks prosent væntaður. Men hóast búskaparvøkstur er í væntu, eru nakrir trupulleikar, sum víst verður á í metingini, og serliga er tað stóra hallið hjá landinum, ið víst verður á. At stórt hall er á fíggj ar­ lógini fyri 2009 er eingin loyna. Roknað verður við, at tá alt er talt við, verður hallið um 800 milliónir krón ur, og í fíggj arlógar­ uppskotinum fyri 2010 verður lagt upp til eitt hall á 767 milliónir krónur. Orsøkin til stóra hallið er í stóran mun tengd at tveim­ um faktorum. Inntøkurnar hjá landskassanum stava í høvuðsheitum frá tveimum postum, beinleiðis skatta­ inntøkum og óbeinleiðis skattainntøkum, sum er avgjøld og annað. Privata nýtslan Seinasta árið er treystið hjá teimum privatu húsarhald­ unum minkað stórliga, og hava privatu húsarhaldini lagt um frá at keypa inn í stórum, til at gjalda niður skuld og leggja til síðis. ­ Húsarhaldini hava rea­ ger að upp á ein hvøkk, sum tey fingu av fíggj­ arkreppuni, og tí síggja vit hetta mynstr ið, at fólk velja at leggja til síðis, heldur enn at keypa, sannar Sigurd Poulsen, stjóri í Lands­ bankanum. Skattainntøkurnar hjá Landinum eru ikki mink­ aðar ógvusliga, og tí skal fressurin ikki finnast har. Hinvegin verður mett, at privata nýtslan minkar 10 prosent í 2009, og vísa tøl­ ini eisini, at inntøkurnar hjá landinum frá avgjøldum og øðrum, sum leysliga mett stendur fyri 40 prosentum av inntøkum landskassans, eru minkaðar ógvusliga seinasta árið. Almennu útreiðslurnar Í uppgangstíðini frá 2004 til 2008, tá stórur fram burð ur var í samfelagnum, valdi ABC­landsstýrið at um skipa skatta­ og av gjalds politikkin. Skattalættar vóru givnir, meðan størri partur av inntøkunum stav­ aðu frá av gjøld­ um. Privata nýtslan vaks ógvus liga hesi árini, og gjørdi hetta, at landið fekk s e r a stór ar i n n ­ tøkur a v avgjøldum. Fíggjarkreppan ávirkaði tó húsarhaldini soleiðis, at tey minkaðu munandi um nýtsluna og øktu um upp­ sparingina, orsakað av at útlitini frameftir gjørdust meira óviss, virðið á og frívirð ið í sethúsum fall, umframt at atgongdin til fígging av nýtslu og íløgum versnaði munandi í mun til undanfarin ár. Harafturat eru almennu útreiðslurnar øktar stórliga seinnu árini, tá stórur búskaparvøkstur var, og inntøkurnar vóru stórar. ­ Tann generelli trupul­ leik in er, at útreiðslurnar eru vaksnar munandi, meðan inntøkurnar eru minkaðar, millum annað við politiskum tiltøkum, og tað hongur jú ikki saman, sigur landsbankastjórin, Sigurd Poulsen. Harafturat sigur Sigurd Poulsen, at privata nýtslan ikki er rapað í botn, men heldur er komin niður á eitt meira »normalt« støði. Landsbankin metir í búskaparmetingini, at privata nýtslan fer at vaksa við 2 – 3 prosentum aftur í 2010, og at privatu húsar­ haldini nú eru minni dapur­ skygd, enn tey vóru við ársbyrjan í 2009, og at tey tí ikki fara at minka nýtsluna enn meira. Mugu lána til hallið Eftir stendur eitt alment hall á millum 700 og 800 milliónir krónur komandi ár ini, og sambært Lands­ bankanum er tað her, at setast má inn. Gjaldførið hjá landskass­ anum í landsbankanum er í september 2.483 milliónir krónur. Hetta er eftir at Landsstýrið tók 1,8 milliard í láni tann 11. Juni 2009. Av hesum blivu 619 milliónir nýttar til afturrindan av skuld, og tann 24. November í ár skulu 654 milliónir aftur at fíggjast við láni. Eftir hetta eru sostatt um leið 1.800 milliónir eftir í landskassanum. Hetta er bert 100 milliónir krónur omanfyri tað, sum er lógarkravt at landsstýrið skal eiga inni. Men hvussu verða so hallini í ár á um 800 milliónir krónur og komandi ár á 767 milliónir krónur fíggjast? ­ Landið hevur, sum nú er, lænt 500 milliónir til at gjalda hallið við. Men tað vísir seg ikki at vera nokk. Tí má landið út at læna enn meira, og aftur til komandi ár, sigur Sigurd Poulsen. Klára ikki fleiri ár Í búskaparmetingini sæst, at landið í 2009 fer at hava um 700 milliónir krónur í nettoogn, meðan vit í 2010 fara at koma niður á eina nettoskuld á 8 milliónir krón ur. Tað vil siga, at land­ ið skyldar meira, enn tað eigur. Men hettar er ikki ein trupulleiki sambært Sigurd Poulsen, landsbankastjóra. ­ Nettoskuldin hjá landi­ num er ikki stór, so tað er eingin trupulleiki at læna eitt sindur. Hinvegin, so eru hallini somikið stór, at tað verða ikki í nógv ár, at vit klára at lána til at gjalda hall við, sigur Sigurd Poulsen. Ein annar møguleiki, sum hevur verið nýttur fyrr, tá gjaldførið landskassans frá desember 2006 til august 2007 lá undir tí lógarkravda, er at privatisera. Tá vóru tveir triðingar av Føroya Banka privatiseraðir, og ein triðingur av Atlantsflogi, og gav hetta landskassanum fitt av inntøkum, soleiðis at gjaldførið aftur kom upp um tað lógarkravda. ­ Tað er eisini ein møgu­ leiki. Treytin er tó bara, at landið fær nakað fyri tað, sum skal privatiserast, og tað er kanska ikki tað lætt asta í hesum døgum, sannar Sigurd Poulsen, lands bankastjóri. Klára ikki stórt hall í fleiri ár Sigurd Poulsen, stjóri í Landsbanka Føroya Savnsmynd Myndartekstur: Komandi árini verða tað læntir pengar, sum halda landshúsarhaldinum uppi. Hetta er, sambært stjóranum í Landsbankanum, fyribils eingin trupulleiki, men í longdini er tað ikki haldbært Tilgjørd mynd