mikudagur 14. oktober 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 196 - 14. oktober 2009
Okkara fíggjarliga
ábyrgdarloysi er
kanska ein avleiðing
av sjálvsprísandi
nationalromantisku
rørsluni í Íslandi, sum
ongan enda tóktist at
fáa, heldur íslendskur
granskari, sum heldur
fyrilestur um evnið í
morgin
Fyrilestur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tá smartir íslendskir busi
nessmenn, áðrenn stóru
kreppuna, fóru út í heim at
gera stórar íløgur, tosaðu
teir ofta um seg sjálvar sum
eitt slag av nýmótans vík
ingum. Og kanska var sam
anberingin ikki heilt av
leið, heldur Kristján Jóhann
Jónsson, docentur í ís
lendskum bókmentum, sum
í morgin heldur fyrilestur á
Fróðskaparsetrinum
um
romantisku rørsluna í Ís
landi, við støði í tekstum
hjá íslendsku tjóðskaldunum
Jónas Hallgrimson (1807
1845) og Grímur Thomsen
(18201896).
Gamalt og nýtt frælsi
Vit kunnu í øllum førum
staðfesta, at romantiska og
ofta sjálvsprísandi ímyndin
av íslendingum sum eitt
sterkt og frælst fólk í eini
fríari náttúru, sum vit síggja
tað hjá Jónas Hallgrimsson,
hevur havt fastatøkur á ís
lendingum langt upp í 20.
øld. Hetta hóast flestu aðrar
europeiskar mentanir langt
síðani høvdu slept slíkum
nationalromantiskum fræl
sis hugsjónum og sett libe
ral istiska tankan um frælsi
og ábyrgd hjá tí einstaka í
staðin, sigur Kristján Jó
hann Jónsson.
Hann vísir á, at ein or
søkin er, at modernað
liberalisma er tætt tengd at
ídnaðarkollveltingini, sum
ikki náddi Ísland fyrr enn í
20. øld. Tí fekk liberalistiska
frælsishugtakið heldur ikki
sama kjølfesti hjá íslendska
fólkinum.
Eitt sigandi dømi um
hetta er, at fólk í fyrstuni
tóku frástøðu frá einum
yrkj ara sum Grímur Thom
sen og hansara liberalistisku
tankum.
Ikki
so
løgið
kanska, tí hann umboðaði
jú eina menning, sum ís
lendska samfelagið ikki
hevði
upplivað,
minnir
Jónsson á .
Hjá
Grími
Thomsen
síggja vit eitt frælsishugtak,
sum tóktist rættiliga fremm
ant í íslendskum høpi. Hjá
honum stendur menniskjað
í síðsta enda altíð einsamalt
í sínum stríði óheft av
náttúruni og tjóðini og hev
ur bara seg sjálvt at líta á,
men við einum heilt nýggj
um frælsi hjá tí ein staka.
Tá íslendingar seinni
tóku tankarnar hjá Thomsen
til sín, hendi ein óheppin
samanrenning millum eitt
nationalromantiskt og eitt
liberalistiskt frælsishugtak,
sum ofta er endað í onkrum,
sum minnir um stórlætis ør
skap hjá íslendska fólkinum,
sigur Jónsson.
Vantandi virðir
Sambært Jónsson hevur
natio nalromatiska frælsis
hug sjónin hjá Hallgrimsson
nevniliga fest seg í til
vitskuna hjá íslendigum á
ein hátt, so teir ofta eru
sann førdir um, at teir eru
heimsins bestu í næstan øll
um. Enntá so framúr skar
andi, at Ísland skjótt gjørdist
ov lítið og mestsum ein
forð ing fyri teirra stórleika
Trupulleikin tykist at
vera, at íslendingar ikki
hava tikið ábyrgdarkensluna
í 1800 tals liberalismuni
við í keypinum so at siga.
Hetta forklárar møguliga
eisini løgna mangulin uppá
virðir
og
dømikraft
í
íslendska hugsunarháttinum
í dag, sigur Jónsson.
Okkurt bendir í hvussu
er á, at vit mangla modern
aða hugsjónina, sum eyð
kendi tankarnar hjá Grími
Thomsen, og sum europe
iskar tjóðir hava ment gjøg
num fleiri ættarlið kring
sonevnda borgaraskapið, ið
ikki mentist í Íslandi fyrr
enn eftir kríggið, sigur
Jóns son.
Stórlæti og manglandi
dømikraft er sjálvsagt ikki
nakað, ið eyðkennir allar
íslendingar, minnir Jónsson
á. Hinvegin er lítil ivi um,
at
ymisháttaðu
frælsis
hugsjónirnar hjá skaldunum
Hallgrimsson og Thomsen
umboða
eina
tvístøðu,
flestu íslendingar kenna seg
læstar í millum skylduna
mótvegis stolta heimland
inum og ímyndina av sær
sjálvum sum framfýsnir
verðinsmenn.
Almenni fyrilesturin hjá
Kristján Jóhann Jónsson
verður í morgin klokkan 15
í Loftsstovuni á Føroya
málsdeildini.
Virðislønti leik
høv undurin Jóanes
Nielsen roynir seg
nú aftur við spild
ur nýggja leik in um
»Aftan á Undr ið«,
sum verður frum
sýndur á Tjóð pall
inum í næstu viku
sjónleikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hóast Jóanes Nielsen var
sera virkin sum leikhøv
und ur í gøtusjónleiki í
70'un um, er hetta bert aðru
ferð hann roynir seg sum
høv und við leiki til pall.
Fyrru ferð var við leikinum
»Eitur nakað land Week
end?«, sum Gríma setti upp
í 2001, og sum vann Norð
ur lendsku
Dramatikara
virðislønina í 2002.
Pinocchio
kemur aftur
Í hesum nýggja leikinum
roynir Jóanes aðrar leiðir.
»Aftan á Undrið« flytir seg
alla tíðina millum veruleika
og dreym og er at kalla
meira absurdur og dreyma
kendur.
Leikurin er um tólv ára
gamla Dávid, sum hevur
svull á heilanum, og skal
royna at sættast við tað.
Leikurin fylgir Dávidi og
hansara
hugsanum
og
dreym um um familjuna,
lívið, deyðan og – Pinocch
io. Í dreymunum er Dávid
Pinocchio, sum ikki er ein
trædukka longur, men er
blivin ein ordiligur drongur.
Og eins og Dávid, roynir
Pinocchio at sættast við,
hvat tað er at vera menn
iskja.
Leikurin flytur seg mill
um hesar báðar heimarnar,
tann veruliga og dreymin,
og tað er ikki altíð lætt at
síggja mun á. Verur úr
Pinocchiosøguni
blanda
seg uppí veruleikan, og
hjálpa Dávidi at finna seg
sjálvan í einum hurlivasa av
kenslum, fantasi og dreym
um.
Royndar kreftir
Til at leikstjórna leikin
hevur Tjóðpallurin fingið
íslendska Guðjón Pedersen,
sum í eini tjúgu ár hevur
verið ein av kendastu og
best umtóktu leikstjórum í
Íslandi. Hann var stjóri í
Borgarleikhúsinum
í
Reykja vík í átta ár, og hevur
eisini starvast uttanlands,
eitt nú í Svøríki, Finnlandi
og Kekkia.
Pallmyndina stendur ís
lendska Elín Edda Árna
dóttir fyri. Hon hevur starv
ast á flest øllum leikhúsum
í Íslandi, sum pall og búna
sniðgevi seinastu 20 árini.
Millum annað saman við
Guðjón Pedersen í Svøríki,
Þjóðleikhúsinum, Borgar
leik húsinum.
Spildurnýggjur tónleikur
er skrivaður til leikin, og er
tað Budam, ið stendur fyri
tí partinum.
Gamlir kenningar
og nýggir spírar
Leikararnir í »Aftan á
Undrið« eru eitt bland av
gomlum
kenningum
og
nýggjum spírum.
Kristina O. Sørensen,
sum er útbúgvin á The
Place og London Drama
Centre og var við í Café
Grugg í 2007; Durita Dahl
Andreassen og Mariann
Hansen leika fyri fyrstu
ferð á Tjóðpallinum. Mill
um tey kendu andlitini eru
Birita Mohr, Bárður Pers
son, Barbara Christopher
sen, Katarina Nolsøe og
Hans Tórgarð.
Árni Baldvinsson stendur
fyri ljósinum, Katrin Bonde
ger búnar, Marjun Olsen
og Drós Djurhuus standa
fyri hári, sminku og mask
um. Tónleikarar eru Rógvi
á Rógvu og Búi Egason
Dam.
Leikurin »Aftan á Undr
ið« verður frumsýndur á
Tjóðpalli Føroya 24. oktob
er.
Íslendingar eru forførdir
av frælsistankum
- Íslendingar sita enn fastir í eini romantiskari ímynd av sær
sjálvum sum heimsins bestu, og tað ávirkar mátan, teir hava
ført seg fram úti í heimi, sigur bókmentagranskarin Kristján J.
Jónssin, sum heldur fyrilestur á Fróðskaparsetrinum í morgin
Jóanes Nielsen við nýggjum leiki
Nýggi leikurin hjá Jóanes
Nielsen flytir seg millum
dreym og veruleika í spæli við
søguna um Pinocchio
Pakistanar flýggja
Herurin og stjórnin í Pakistan lovaðu í juni at seta í
verk umfatandi átak móti kjarnuøkjunum til Taliban
og alQaida í fjøllunum. Fólk, sum búgva uppat
økjunum, har stríð er millum partarnar, kenna seg
rættiliga ótrygg og hava tikið til rýmingar. Bylgjan
av Talibanálopum hava seinastu tíðina elvt til
miklan ótta fyri í landinum. Umleið 90.000 fólk
eru flýdd úr økjunum og eru flutt til tryggari støð í
Fera Ismail Khan og Tank. Hetta upplýsir Shaab Ali
Shsh, sum er hægsti stjórnarumboðsmaður í hesum
partinum av Pakistan.
Minkandi lønútgjaldingar
Síðan fjórða ársfjórðing 2008 er minni løn útgoldin í mun til
sama ársfjórðing árið fyri. Tískil er tað nú 4. ársfjórðingur á rað,
at minni verður útgoldið. Hetta skrivar Hagstovan á síni
heimasíðu. Sagt verður, at higartil í ár eru nærum fimm
milliardir krónur útgoldnar í lønum. Tað er góðar 200 milliónir
krónur minni enn sama tíðarskeið í fjør.