Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 196 - 14. oktober 2009 tíðindi Tann 21. november í ár verður dagur í viku hjá tónleika hug­ aðum føroyingum. Tá kemur út nýggj fløga við Frændum, og sama kvøld verður tónleika­ tiltak í høllini á Hálsi í Havn við Frændum. Alt hetta í sam­ band við, at 25 ár eri gingin, síðani fyrsta útgávan hjá Frændum sá dagsins ljós Frændur 25 ár Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Manningin í Frændum er í hesum døgum í upptøku hølunum, har arbeitt verður við at fáa eina nýggja út gávu við Frændum klára til útgávu tann 21.november 2009. Hetta verður sam stundis dagurin, har Frænd ur halda sín 25 ára dag, tí í ár eru nevniliga liðin 25 ár síðani, at fyrsta útgávan hjá bólkinum kom út. Frændur er óivað ein hin fólkakærasti tónleika bólk urin í Føroyum nakrantíð, og sangir teirra eru fólka ogn. Fleiri eru í sangbókum og verða sungnir, tá fólk koma saman. Sum heild kann sigast, at her hittast skaldslig dygd, gott tónasmíð og fólksligt lag, og altíð er talan um væl úr hondum greiddar útgáv ur, har onki er latið til til­ vildina, men har dentur er lagdur á at fáa best møguliga úrslit og bestu tónleika dygd. Hetta, saman við orð­ og tónadygd, hevur lønað seg, og Frændur eiga í dag ein hin størsta varðan í føroysku tónleikasøguni. Nýggj útgáva Longi hevur verið bíðað og gitt, hvørt Frændur fóru at koma við nýggjari útgávu, og sjálvir hava teir 3 limirnir í bólkinum onkutíð róð fram­ undir, at ikki var óhugs andi, at ein útgáva afturat fór at koma. Men longi var at bíða, men nú er hon so á veg. Stéintór Rasmussen, ið myndar bólkin saman við Rana Nolsø og Eyðun Nolsø, sigur um nýggju út gáv una, at talan er um nýtt tilfar, og at sangskrivingin er rættiliga javnt býtt mill um teir 3 føstu kjarnu limirnar í bólkinum. ­ Stílurin er ikki so nógv broyttur, men tó eru vit blivnir eldri, og møguliga hoyrist tað aftur. Vit eru loyalir yvirfyri okkara upp runa, og tónin og sangevnini eru nøkulunda tey somu, t.d. um samfelagsviðurskifti. Fólk mugu so meta um, hvørt pennurin nú er hvass ari ella rundari, sigur Stein tór Rasmussen. ­ Útgávan hevur verið ávegis longi, men er bara ongantíð blivin til veruleika, tí vit hava fingist við annað eisini, t.d. solofløgur og barnafløgur. Men nú mar kera vit, at 25 ár eru síðani fyrstu plátuna, sigur Stein tór Rasmussen. Vísa dagsformin Fyrsta útgávan var plátan/bandið Saman Við Tær, sum kom í 1984. Har vóru sera nógvir sangir á, ið seinni gjørdust fólkaogn. Frændur 2 kom í 1986, 80’ini í 1988 og Mítt Land í 1992. Seinni kom Svart Gull, ið var savnsfløga, men eisini vóru nakrir nýggir sangir á fløguni. Ávegis hava limirnir eis ini arbeitt við øðrum verk­ ætlanum. Steintór gav í 1989 út fløguna Millum Frænd ur og í 1998 Kær leikans Vallaraheim, og hann hevur t.d. eisini staðið fyri barnafløgum við Kul um Rótum, og hann hevur samskipað fløgu við sang um hjá svianum Bjørn Afzelius á føroyskum. Eyðun Nolsø gav mið skeiðis í 90’unum út fløg una Solo, og fyri ikki so lang ari tíð síðani kom fløg an So Nógvar Røddir. Eisini hevur hann givið út saman við Terja Rasmussen. ­ Tað er kanska við eitt sindur av fyrivarni, at vit geva út, tí hvat vænta fólk av Frændum? Men vit kunnu bert fara út at vísa dagsformin, og vísa, hvat vit hava í ermuni. Hjá okk um nýtist tað nú ikki at vera tað nýggjasta brakið, stað festir Steintór Rasmussen, sum fegnast um, at Frændur fer út at spæla fyri fólki, og at fløgan nú kemur, tí tað metir hann, at Frændur skylda fjepparunum. Men spurdur, um tað er tyngjandi, at fólk kanska hava ávísar vónir til Frænd ur, tá teir loksins koma við útgávu, sigur hann: ­ Tað er ikki tungt. Jú, kanska eitt sindur tyngjandi, men eisini spennandi! Men tað er tyngri at spæla gamla tilfarið upp í saman. Men hinvegin er tað ófatuligt, at fólk hava hildið lív í sangum okkara hesi árini, og at nýggj ættarlið eru komin til, og syngja við, tá vit spæla á palli, hóast tey kanska ikki vóru fødd, tá fyrstu sangirnir komu út. Steintór Rasmussen fegn ast um at so er, og hann gleðir seg eisini til føð ing ardagskonsertina á Hálsi. Frændur halda rimma