Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 196 - 14. oktober 2009 21 Bilasølan Norðbil kann í hesum døgum hátíðarhalda, at 25 ár eru liðin síðan flutt varð inn í nýggjan virkisbygning við Oyggjarvegin Bilasøla Hóast tað eru 25 ár síðan fyritøkan hjá Martini Dam Jacobsen skifti navn til Norðbil, eru yvir 40 ár síð­ an fyritøkan varð sett á stovn. Tað var síðst í 60­unum at Martin, sum hevði lært til bilmekanikara á verkstaðnum hjá P/F Vil­ helm Nielsen í Jónas Broncksgøtu, byrjaði at selja BMW bilar í húsum sínum í Hornabø. Eftir tað fekk hann fyrst í 70­unum eisini umboð fyri Skoda og Honda. Við bila­ sølu, verkstaði og eyka­ lutagoymslu helt fyritøkan til í Hornabø til 1984, tá flutt varð inn í nýggja bygn­ ingin við Oyggjarvegin. Norðbil eigur eisini bila­ søluna Nordcar í Smiðju­ gerði saman við Jens Peturi Jensen og Jákupi Klein Olsen. Í dag selur Norðbil bilmerkini: Honda, Hyundai og Skoda, meðan Nordcar selur BMW, Fiat og Mini. Annað ættarlið hevur tikið yvir. Tað eru brøðurnir Birgir og Frits Dam Jacob­ sen, sum í dag hava dagligu leiðsluna av Norðbil. Í sam­ bandi við 25 ára hátíðar­ haldið hava Norðbil nógv góð tilboð við bæði nýggj­ um og brúktum bilum. mg Norðbil 25 ár Í hesum døgum eru 25 ár liðin síðan Norðbil læt upp í nýggjum virkisbygningi við Oyggjarvegin Her er bygningurin við Oyggjarvegin spildurnýggjur Fyrsti BMW bilurin hjá Martin Dam Jacobsen, ein BMW Isetta 300. Aftan fyri bilin sæst ein Volvo PV hjá Martini. Eisini sæst Bergur Danielsen, sum lærdi til bilmekanikara hjá Martin, við sínum reyða Austin 1100 við sólskermi yvir forrútinum og ljóskastara á takinum. Myndin er tikin í Hornabø í 60-unum Eiler Johannesen til arbeiðis á høvuðssætinum hjá BMW, Honda og Skoda í Hornabø Martin Dam Jacobsen saman við synunum Frits og Birgir Dam Jacobsen, sum hava dagligu leiðsluna av Norðbil