Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 196 - 14. oktober 2009 Danske Bank bíligast Partabrøvini í Danske Bank eru tey bíligastu í Norðurlondum innan banka-partabrøv. Tað heldur Deutsche Bank, sum hevur broytt sítt tilmæli frá »hold« til »buy«. Týski fíggjarstovnurin sær nógv ljósari upp á niðurskrivingarnar hjá bankanum komandi árið og roknar við einum samlaðum niðurskrivings prosenti á 0,85 mótvegis konsensus á 1,20 á marknaðinum. Størsti vandin við Danske Bank partabrøvunum er, sambært Deutsche Bank, at bankin kann verða noyddur út í eina kapitalhækkan fyri at kunna afturgjalda tær 26 milliardirnar, sum bankin hevur lánt frá statinum gjøgnum Bankapakka II. Hetta kann, sambært metingini hjá fíggjarstovninum, merkja eina emissión upp á 15 milliardir krónur, sum svarar til 15 prosent av marknaðarvirðinum. Deutsche Bank hevur hækkað sítt kursmál til 151 krónur fyri partabrævið móti fyrr 134 krónur. Seint fyrrapartin í dag vórðu partabrøvini handlað 3,0% hægri til kurs 131, skrivar boersen. Oljuprísur Jan Müller jan@sosialurin.fo Prísurin á olju er hækkaður teir síðstu dagarnar. Norðsjóvar oljan liggur á 73 dollarar fyri tunnuna í morgun. Hæksti prísurin fyri norðsjóvaroljuni var í august, tá prísurin náddi 75 dollarar fyri tunnuna. Eygleiðarar halda, at tað eru tvær høvuðsorsøkir til hesa gongdina í løtuni. Tann eina er, at dollarin er lækkaður ta síðstu tíðina. Oljan verður handlað í dollarum, og tá so dollarin fellur hækkar prísurin vanliga á oljuni. Annars hevði oljan blivið bíligari, tá dollarin lækkar. Í mun til evruna og yenin, hevur dollarin ikki verið lægri enn tað sama teir síðstu 14 mánaðirnar, sambært Bloomberg. Hin orsøkin sigst vera, at felagsskapurin OPEC hevur endurmett teirra metan fyri eftirspurninginum fyri næsta ár, og halda nú, at eftirspurningurin fer at økjast við sløkum 1% í 2010. Dollarin fellur og oljuprísurin hækkar Eitt oljusamtak, sum Faroe Petroleum er partur av, hevur funn ið kolvetni einans tríggjar fjórð­ ing ar frá føroyska marki num. Olja Jan Müller jan@sosialurin.fo Oljan nærkast føroyska marki num. Hetta ber til at lesa úr tíðindaskrivi, sum bæði Faroe Petroleum og eystur ríkska oljufelagið OMV hava sent út í morg- un. Samtakið hevur funnið kol vetni á Tornado leiti- miði num, ið liggur vestan fyri Hetland – góðar tríggjar fjórð ing ar frá føroyska marki num. Føroyska olju- felag ið eigur 7.5 prosent av Tornado leitimiðinum. OMV, ið er fyristøðufelag og loyvishavari við 35 pro- sent um, hevur borað Torna- do leitibrunnin 204/13-1, sum liggur umleið 10 km í ein útnyðring frá Suilven olju keldu ni og 30 km í ein út nyðr ing frá Schiehallion, Foin av en og Loyal fram- leiðslu eindunum. Bæði olja og gass vórðu funn in í brunninum, og ar beitt verður í løtuni við upp lýs ing unum frá brunni- num. Bæði tjúkdin og góðsk an á jarðgoymsluni eru í tráð við forsøgnirnar undan boringini. Vegna ja liga úrslitið á brunninum, æt lar samtakið at bora ein síðu sporsbrunn fyri at stað- festa stødd og kolvetnissløg á fundinum. Brunnurin varð boraður á 1.048 metra havdýpi, og bor að varð niður á 2.743 metra dýpi. Boriskipið Stena Carron varð nýtt til bor ing ina. Kostnaðurin verður lut- fals liga býttur millum loyv- ini P.1190 og P.1262. Um framt OMV og Faroe Pe trole um, luttaka Dana Petrole um við 30 pro sent- um, Dong Energy við 20 pro sentum, og Idemitsu við 7.5 prosentum. Tornado er annað fundið á rað á Atlantsmótinum hjá Faroe Petroleum innanfyri ein mánað. Í september kunn gjørdi felagið, at gass varð funnið í Glenlivet brunn ur in. Fleiri upp lýs- ing ar um Tornado úrslitið verða kunngjørdir, tá kann- ing ar nar og síðu spors bor- ingin eru liðug. Aftaná Glenlivet og Tornado, heldur boriætlanin á Atlantsmótinum fram við Anne Marie olju leiti miði- num á føroyskum øki og Cardhu og Lagavulin oljumleitimiðunum á bretsk um øki. Hesir tríggir brunnarnir verða væntandi boraðir í 2010. Sambært oljublaðnum Up streym á netinum verður tosað um at binda eina út bygg ing av Tornado í olju fram leiðslu, sum longu finst í grannalagnum, her antin Foinaven ella Schiehal l ion. Áhugavert er at merkja sær, at nýggja oljukeldan ligg ur einans umleið 15 fjórð ing ar frá Anne Marie leið ini, har borað verður um eitt hálvt ár. Oljufólk hava rættiliga stórar vónir til henda sjeynda brunnin á Før oyaøkinum og er ein møgu leiki eisini, at knýta eitt møguligt oljufund her í fram leiðsluútbúnað stutt frá á bretskum øki. Við Tornadofundinum er ljós kastarin aftur av álvara sett ur á føroyska land- grunn in. Tornado eer triðja keld an, sum verður funnin heilt tætt upp at føroyska marki num. Hinar eru Cambo, sum onkrir eyg- leið ar ar vilja vera við gong- ur tvørtur um markið og so Rosebank, sum eisini gong- ur tætt upp at markinum. Stena Carron, sum hevur gjørt fleiri týðandi boringar fram við markinum og sum nú fann olju í Tornadoleitimiðinum Oljan tríggjar fjórðingar frá markinum Koritið vísir Tornado stutt frá markinum og annars tætt upp at tí sokallaða “Gullhorninum”, sum møguliga nú fer at fáa endurreisn