Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosixalurin 14. oktober 2009 Hóast tapið fyri Rumenia ikki er at fara skeivur av, so høvdu føroyingarnir møguleika bæði til at javna og minka um munin. Tískil harmast Bill M. Jacobsen um trivaliga tapið, tí føroysku leikarnir spældu væl Botosani, Rumenia: Tað gekk skjótt fyri, tá føroyska U21-lands- liðið kom á rennváta vøllin í býnum Botosani, sum liggur í norðarlaga í Rumenia, seinnapartin í gjár. Í einum heksaketli av einum stadion fingu rumenar ein ynski- byrjan. Fýra minuttir og nøkur tjúgu sekund vísti talvan, tá støðan broyttist frá 0-0 til 1-0. Ein rumeni fær bóltin miðskeiðis fyri málið úr 25 metra fjarstøðu, ivast ikki men skjýtur fyrstu ferð. Bólturin ferðast skjótt og væl eftir váta svørðinum, og inn í meskarnar handan Hans Jørgensen. Eitt hart skot, sum vælvaksni málverjin ikki skal lastast fyri ikki at taka. Djørvu ungu føroyingarnir lótu seg á ongan hátt blásu um koll av hesum. Hóast áskoðararnir, sum taldu fleiri túsund í tali, vóru omanyvir teimum og ýldu sum ørir, hvørjaferð føroyska liðið hevði havt bóltin í nøkur sekund, so spældu okkara mans bóltin skilagott sína millum. Teir arbeiddu væl og fluttu seg fyri hvørjum øðrum. Tá tíggju minuttir vóru spældir mundi og skuldi hetta havt givið úrslit, tá Róaldur Jacobsen í tveimum umførum hevði møgu- leikan at javna. Fyrst roynir hann seg frá brotsteigarmarkinum, men málverjin hálvbjargar og havnar- maðurin er skjótur á leysa bóltin- um, sum hann tó heldur ikki í aðru syftu fær í netið. – Eg eri als ikki nøgdur. Hetta er ein trupul dystur á útivølli, har teir skora beinanvegin, men vit kortini eru við alla tíðina og hava møgu- leika at javna. Móti dystarenda hava vit eisini fleiri góðar møguleikar at minka um munin, so eg eri skuff- aður hóast tað nokk er uppiborið, at Rumenia vann, segði Bill M. Jacobsen, annar av landsliðsvenjarunum, eftir dystin. Í Botoşani var veðrið í gjárkvøldið bítandi kalt, regn og nakað av vindi. Bill M. Jacobsen heldur tó ikki, at tað nervaði føroyska spælið nevni- vert. – Vøllurin er dýggjvátur, stórur og breiður og grasið er sítt. Men tað gav teimum líka stórar trupul- leikar sum okkum, metir Bill M. Jacobsen. Skulu hava mál Kjansurin hjá Róaldi Jacobsen tíðliga í fyrra hálvleiki, er langt frá tann einasti, føroyska liðið kom fram til. Men tað eru tó rumenar, ið fáa tvey mál aftrat. Eitt í fyrra hálvleiki og eitt í seinna – í 38. og 58. minutti. – Liðini, vit spæla í móti eru krútsterk, so vit mugu helst til at dyrka tað meira, sigur Bill M. Jacobsen um vantandi málini á U21-landsliðnum í gjár. Hann vísir tó á, at hesir somu menn meiri enn so hava fingið bóltin í kassan í øðrum dystum. – Onkuntíð riggar tað hjá okkum, men tá vit fáa fimm ella seks kjansir í einum dysti, so skulu vit hava minst eitt mál, ger Bill M. Jacobsen greitt. Framgongd at hóma Venjarin er tó ikki heilt ónøgdur við sínar menn kortini, tí liðið spældi í roynd og veru fínan fótbólt til tíðir. – Vit síggja eina stóra menning frá dystinum í dag, um vit saman- bera við fyrra dystin móti Rumenia, har vit tapa 4-0 á heimavølli. Í dag spæla vit upp í móti teimum, men mangla tó málini, sigur Bill M. Jacobsen, sum tó vónar, at hesi kom skjótt. – Vit fara nú heim at fyrireika okkum til teir báðar seinastu dystirnar í ár. Hesir verið í móti Letlandi og Andorra. Letland meta vit avgjørt, at vit kunnu gera okkurt við og Andorra hevur ikki fingið eitt einasta stig enn, so í november skulu vit út at hava minst fýra stig, sigur Bill M. Jacobsen, sum saman við Heðin Askham er venjari hjá føroyska U21-landsliðnum. Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo U21-landsdystur: Rumenia – Føroyar 3-0 (1-0) Teir ungu møttu yvirvaldinum Venjaraparið Bill M. Jacobsen og Heðin Askham uttanfyri leikvøllin í Botosani í Rumenia seinnapartin í gjár Mynd: Rólant Waag Dam