Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 14. oktober 2009 – Nr. 196 Keðiligt at vit ikki skora Annar av miðverjunum, Dánjal Davidsen, harmast um, at tað ikki eydnaðist at fáa bóltin í rumenska málið Botosani, Rumenia: – Høvdu vit javnað har beinanvegin, so hevði tað heilt sikkurt verið stuttligari at spæla og dysturin hevði helst sæð øðrvísi út, sigur Dánjal Davidsen úr EB/Streymi. Hann heldur, at talan var um ein harðan dyst í móti einum sterkum liði. – Men vit royna at spæla og spæla faktiskt eisini væl til tíðir. Vit koma eisini til fleiri kjansir og tí er tað keðiligt, at vit ikki skora, sigur stóri miðverjin á føroyska U21-landsliðnum. Hann heldur ikki, at føroyska liðið kundi gera so nógv við málini hjá Rumenia men vísir á, at teir bara vóru rættiliga skarpir, sum Dánjal Davidsen tekur til. Burtursæð frá einum einstøk- um dysti á U15, sum ikki verður skrásett sum altjóða dystir á sama hátt, hevur Dánjal David- sen ikki verið partur av nøkrum ungdómslandsliðið áður. Men eftir eitt gott kappingarár við EB/Streymi, har hann eisini varð kosin ársins stjørnuskot í felag- num, hava U21-landsliðs venj- ararnir nú sent boð eftir honum. – Tað eri eg bara fegin um, tí hetta eru nakrar góðar og stuttligar royndir at fáa sær, sigur Dánjal Davidsen. Rólant Dánjal Davidsen við heiðursløn fyri avriki á vøllinum í gjár Mynd: Rólant Waag Dam Føroyska U 19-landsliðið hjá gentum kom gott frá byrjani í NEVZA-kappingin, sum byrjaði í Ikast týsdagin Fyrsti dysturin hjá okkara gentum var ímóti Danmark, og longu frá fyrsta bóltinum royndu okkkara at leggja trýst á mótstøðuna. Ein taktikkur, sum eisini eydnaðist sera væl. Okkara vóru nevnliga á odda alt settið, og tað eydnaðist eisini at toga settið heim. Byrjunaruppstillingin hjá Føroyum var henda: Hevari: Rakul D. Jacobsen, kantar Anja Danielsen, og Sofía Purkhús, diagonalur Birgit Guttesen og miðjur vóru Sóley Poulsen og Karina P. Debess. Í øðrum setti byrjaði føroyska liðið við somu uppstilling, sum í fyrsta settinum, men eftir frálíka 1. settið, so fekk liðið trupulleikar við móttøkunum og kom afturút 7-3. Tað eydnaðist tó at koma upp á 12-12, eftir at Elisabeth Purkhús var komin inn at serva, eins og hon gjørdi í fyrsta settinum – hon servaði 4 stig heim. Liðini fylgdust so eina tíð, og Føroya vóru á odda eitt skifti 20-18, tá innskifti stórservarin hjá dønum Line Banke fór at serva. Hon servaði heilt fram til støðuna 23-20, og hevði føroyska liðið stórar trupulleikar í móttøkunum hetta tíðarskeiðið. Á føroyska liðnum vóru tær tó ónøgdar um, at dómarin dømdi bólt til danir, tá støðan var 20-18. Fall tann dómurin, sum okkara vildu, hevði tað tá staðið 21-18 ístaðin. Trija settið byrjaði eisini javnt, og føroyska liðið byrjaði eins og í undanfarnum settunum. Men mentalt byrjaði at síggjast veikleikar hjá Føroyum, við tað at liðið ikki megnaði at standa ímóti stóra servitrystinum frá dønum. Tær servaðu nú styttri servur, og hetta vísti seg at geva føroyska liðnum trupulleikar. Eitt skifti var Danmark á odda 12-6, men okkara vunnu seg tó upp á 15-17, men so fór luftin av álvara, og donsku kvinnurnar vunnu settið trygt. Í fjórða settinum, sum skuldi vísa seg at gerast tað seinasta, haltaðu okkara støðugt eitt sindur afturfyri. Tað eydnaðist tó at koma upp á 20-21, eftir at Anja Danielsen servaði fimm servur á rað, men so fall korthúsið, og vit taptu settið 25-23. Næsti dystur hjá Føroyum er ímóti Svøríki, og verður hesin spældur klokkan 14 í dag. Føroyska U19-landsliðið í mansflogbólti var greitt við undirlutan, tá teir spældu móti Svøríki Saman við U19-kvinnunum eru unglingarnir í løtuni í Ikast og kappast um norðurlandameistara- heitið, og har gjørdist talan um greitt tap móti sterku sviunum. Hóast yvirvaldið var sterkt, so smæddust okkara menn ikki heilt burtur kortini. Millum annað spældu teir sera væl eitt skifti í triðja settinum, tá teir bardu seg frá 2-8 upp á 12-12, men teir megnaðu ikki at halda støðinum allan vegin, og so streyk Svøríki avstað við sigrinum. Næsti dysturin hjá U19- unglingunum skuldi spælast fyrrapartin í dag, tá Noreg var á skránni. Mørk Tyson græt Mike Tyson, sum í boksiringinum var eitt náðileyst ódjór, læt tárini fáa frítt at fara, tá hann í gjár vitjaði í sjónvarps- stovuni hjá Oprah Winfrey. Tosið fall inn í fýra ára gomlu dóttrina hjá Tyson, sum í vár misti lívið, og tá orkaði Tyson ikki meira. – Eg veit ikki, hvat hendi, og eg vil ikki vita tað. Fann eg útav, at eg kundi givið onkrum skyldina fyri hetta, hevði tað verið ein trupulleiki, segði ein grátandi Mike Tyson. Diawara biður orsakað Souleymane Diawara, sum fyri tveimum vikum síðani tacklaði Cristiano Ronaldo somikið ógvusliga, at hesin varð skaddur, biður nú um umbering. – Eg eri harmur um hetta, og eg havi hugsað um tað síðani. Tað var ongan tíð mín ætlan at skaða hann, sigur Diawara við spanska AS. Ronaldo hevur spælt fótbólt aftur síðani, men skaðin versnaði, tá hann var við í dystinum móti Ungarn, sum Portugal vann 3-0. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Danmark-Føroyar 3-1 (23-25, 25-21, 25-19, 25-22) Góvu Danmark skarpan gang Svøríki-Føroyar 3-0 (25-17, 25-13, 25-19): Taptu greitt móti Svøríki Karina P. Debess leggur "lok" á eitt álop hjá dønum Ein føroyskur blokkur roynir seg móti svium