Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 14. oktober 2009 – Nr. 196 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 Fjallasúkklukapping í Viðarlundini Leygardagin verður fjallasúkklukappin í Viðarlundini í Havn. Tað er Tórshavnar Súkklufelag, sum hevur søkt um loyvi at hava fjallasúkklukapping, og tað hevur felagið fingið loyvi til. Kappingin verður leygardagin millum 11 og 16. Hetta hevur við sær, at Viðarlundin ikki verður opin sum vant, tí bæði børn og vaksin fara at súkkla í stórum pørtum av Viðarlundini. Fólk eru tó vælkomin at hyggja at, um tey bara halda treytirnar, sum fyriskipararnir seta. Høgni Øster, sum skipar fyri kappingini og fyrr hevur luttikið á Oyggjaleikum í fjallasúkkling, fegnast, at tað hevur eydnast at fáa Viðarlundina. – Har er alt skógur, og tað er stuttlig. Og annars vóni eg, at tað verða eini tíggju vaksin og eini tjúgu børn, sum luttaka, sigur høvuðsfyriskiparin. Vunnu triðja dystin Føroyska U21-landsliðið í kvinnuhondbólti vann triðja dystin móti grønlendska landsliðnum, tá dystur varð spældur í Kollafirði gjár. Úrslitið av dystinum gjørdist 29-23 til føroyska liðið, sum nú hevur vunnið tveir av teimum trimum dystunum, sum hava verið spældur. Fjórði og seinasti dysturin í hesum umfarinum verður spældur í kvøld klokkan 19, og verður hesin í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Dystirnir hjá kvinnulandsliðnum eru partur av einum miðvísum arbeiði, sum nú er sett í gongd á kvinnuhondbóltssíðuni. Millum komandi avbjóðingar verða dystir móti donskum U-landsliði og luttøka í Challenge-Trophy. So bersøgin var Atli Gregersen eftir seinastu venjingina hjá landsliðnum í dag. – Alt kókar í okkum og vit eru øgiliga væl fyri, sigur hann Piatra Neamt, Rumenia: Atli Gregersen er ikki í iva. Eftir hansara tykki er liðið hjá Føroyum øgiliga væl fyri, og tað fer at bera langt hjá Føroyum í móti Rumenia. – Vit fara at gera alt fyri at fáa eitt gott úrslit í seinasta dystinum hjá Jákup Mikkelsen. Vit skulu eisini syrgja fyri at reisa okkum eftir tapið fyri einum nógv betri liðið, so í dag taka vit trý stig, har er einki at ivast í, sigur miðverjin hjá Víkingi avgjørdur. Atli Gregersen útilokar eisini møguleikanum fyri einum stórtapi við fimm málum eins og seinast. – Nei, har er einki at ivast í, at tað verður tað ikki. Tvørtur í móti havi eg eina kenslu av, at vit fara at vinna henda dystin her. Tað hava vit kókað okkum upp til, so nú geva vit eitt ordiligt avrik og tí rokni eg við trimum stigum, sigur Atli Gregersen uttan at blunka. Skemtiliga leggur hann so aftrat, at Føroyar helst vinna við tveimum málum móti ongum, og at Jákup Mikkelsen skorar seinna málið við brotssparki. Rólant Brian Kerr hevur í kvøld valt hvørjar 11 mans, hann ynskir at hava á vøllinum, men hann hevur eisini valt, hvørjar fýra hann best kann vera fyri uttan Piatra Neamt, Rumenia: 22 mans hevur Brian Kerr, landsliðsvenjari, við á túrinum til Frankaríkis og Rumenia. Reglurnar loyva bara 18 spælarum á dómaraseðilin. Leygarkvøldið var hetta eingin trupulleiki, tí tá vóru fýra mans leikbannaðir. Christian Lamhauge Holst, Símun Samuelsen, Jákup á Borg og Einar Hansen noyddust allir at sita uttanfyri, og tískil gav tað seg sjálvt, hvørji nøvn skuldu á dómaraseðilin tá. Í kvøld er øðrvísi. Áðurnevndu fýra mans eru tøkir aftur. Harum- framt eru hinir 18 allir førir fyri at spæla, og tað gevur Brian Kerr eitt slag av luksustrupulleika, tá hann skal seta liðið og velja sjey mans at hava á bonkinum. Andy og Brian út Samstundis skulu fýra mans eisini hava boð um, at teir als ikki skulu gera sær vónir um at koma á vøllin, tí teir ikki standa á dómaraseðlinum. Hvørjir hesir er trupult at siga, men onkrir eru meira upplagdir enn aðrir at sálda frá. Meinhardt Joensen, Bartal Eliasen, Andy Olsen og Anbjørn Hansen sótu allir á bonkinum leygarkvøldið, uttan at sleppa upp í part. Andreas Lava Olsen, Jónas Þór Næs og Brian Olsen byrjaðu eisini allir á beinkinum, men fingu sína løtu á vøllinum. Tað er ikki óhugsandi, at Brian Olsen verður ein teirra, ið verður sáldaður frá. Tað sama er galdandi fyri Andy Olsen. Brian er skrásettur fyri tveir landsdystir, men tilsamans er ikki talan um nógvar minuttir, hann hevur fingið. Andy Olsen hevur hinvegin als ikki spælt, og við royndum kreftum aftur á akkurát hansara plássið, er lítið hugsandi, at hann skal sleppa upp í part. Ein miðverji og ein miðvallari út Hvørjir hinir báðir vera, sum skulu vrakast, er verri at meta um. Á miðvøllinum er tó yvirflóð av leik- arum við tað, at Christian Lam- hauge Holst, Símun Samuelsen og Jákup á Borg eru aftur, og tí verður helst talan um ein miðvallarleikara, sum skal veljast frá. Hyggja vit at føroyska liðnum leygarkvøldið, so var Jann Ingi Petersen ein teirra, ið stóð veikastur í myndini. Tískil er ikki óhugsandi, at hann verður koyrdur heilt út úr hópinum. Atli Danielsen var heldur ikki serliga sannførandi, men hann hevur tann fyrimunin framum Jann Inga Petersen, at hann kann brúkast á fleiri plássum. Tað er heldur ikki óhugsandi, at Brian Kerr velur at seta ein miðverja uttanfyri. Hetta tí, at hann neyvan fer at hava fleiri verjuleikarar á bonkinum. Við tað, at Johan Troest Davidsen kann spæla í miðverjuni, um tað verður brúk fyri útskifting har undir dystinum, verður tað helst Bartal Eliasen ella Egil á Bø, sum má sita millum áskoðararnar. Vit vinna í kvøld Atli Gregersen tykist vísur í, at føroyska landsliðsárið endar við einum braki í kvøld Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Fýra skulu sáldast frá Brian Olsen er ein teirra, sum er í vandabólkinum fyri at verða vrakaður til hópin í kvøld Mynd: Rólant Waag Dam