mikudagur 14. oktober 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 14. oktober 2009 – Nr. 196
Mánaðarinnar lið í Europa
Leikarar í sponskum feløgum eru væl umboðaðir á europeiska
liðnum fyri september mánað. Hvønn mánað atkvøða tíggju
fótbóltsbløð kring um í Europa um mánaðarinnar lið. Hvørt
blað setur sítt lið, og síðani verður talt saman, og úrslitið verður
so mánaðarinnar lið. Fyri september hava tey tíggju
bótbóltsbløðini valt hesar leikarar á liðið:
Málverji:
Iker Casillas (Real Madrid)
Verjuleikarar:
Dani Alves (Barcelona)
Daniel Van Buyten (Bayern München)
John Terry (Chelsea)
Ashley Cole (Chelsea)
Miðvallarleikarar:
Kaka (Real Madrid)
Antonio da Natale (Udinese)
Stevan Jovetic (Fiorentina)
Lionel Messi (Barcelona)
Álop:
Christiano Ronaldo (Real Madrid)
Zlatan Imbahimovic (Barcelona)
Tríggir leikarir úr Real Madrid og
tríggir úr Barcelona eru sostatt á
mánaðarinnar liði, meðan Chelsea
hevur tveir. Hesir eru samstundis
einastu leikararnir úr enskum
feløgum, sum eru funnir nóg tungir
hesaferð.
Christian Lamhauge
Holst verður ein av
lyklaleikarunum á liðnum
har minst, har minst fýra
broytingar eru gjørdar í
mun til seinast, sigur Brian
Kerr, landsliðsvenjari
Piatra Neamt, Rumenia: Lands
liðsvenjarin Brian Kerr vildi á
middegi ikki avdúka allar broyt
ingarnar, hann hevur gjørt í
føroyska hópinum í mun til seinast.
Tað eru tó nøkur nøvn, ið geva seg
sjálvt til eina byrjunaruppstilling í
kvøld, viðgongur Brian Kerr.
– Tað er ikki nakað stórt loyndar
mál í, at Christian Lamhauge Holst
og Símun Samuelsen koma inn.
Saman við Jákup á Borg stóðu teir
fyri stórum parti av tí, vit skaptu í
móti Litava, og kjansir var nakað vit
ikki høvdu nógv av í Frankaríki,
sigur Brian Kerr.
Holst skal hava bóltin
Við Holst á liðnum vónar Kerr eisini,
at føroyska liðið kemur at hava
bóltin eitt sindur meir enn tilfeldið
var í Frankaríki.
– Har høvdu vit so at siga ikki
bóltin, og heldur onga tíð at hava
hann í. Hyggja vit at tí dystinum og
so dystinum í móti Litava er greitt,
at vit saknaðu evnini hjá Christian
Lamhauge Holst at halda upp á
bóltin og at skapa okkurt, og tí er
hann at meta sum ein lyklaleikari,
sigur Brian Kerr, sum væntar ein
sera harðan dyst í kvøld.
Sera trupul dystur
– Hesin dysturin verður minst líka
trupul sum tann í móti Frankaríki.
Rumenar vera helst ikki til at stýra,
tí teir hava næstan verið í eini
tjóðskaparkreppu eftir eyðmýk
ingina fyri Serbia leygarkvøldið. Tí
skulu vit vænta at møta einum liðið,
sum vil vísa, at teir eru betri enn
hvat stigatalvan sigur, metir Brian
Kerr og leggur so aftrat.
– Men tað sama ger seg galdandi
fyri okkum. Vit taptu eisini stórt, so
eg haldi at leikararnir eru uppsettir
til at enda hetta bólkaspælið
ordiligt, sigur Brian Kerr, sum roknar
við, at føroyska liðið fer at skapa
onkrar kjansir.
– Eg dugi illa at ímynda mær, at
Rumenia fer at megna at trýsta
okkum so nógv um allan vøllin, eins
og Frankaríki gjørdi. Tí trúgvi eg
eisini, at vit koma hava bóltin eitt
sindur og av tí sama eisini koma
fram til nakrar kjansir, metir hann.
Broytingarnar
Hansara metingar byggja helst
eisini á ta sannroynd, at hann hevur
munandi fleiri royndar leikarar at
taka av hesaferð. Jákup á Borg,
Símun Samuelsen, Christian
Lamhauge Holst og Einar Hansen
eru tilsamans skrásettir fyri 110
landsdystir og tað eigur at merkjast,
at teir eru aftur í hópinum.
– Eg havi gjørt í øllum førum fýra
broytingar í mun til leygarkvøldið,
tí okkum tørvar úthvíldar mans, er
tað Brian Kerr vil siga um
uppstillingina í kvøld. Hann leggur
aftrat, at bonkurin eisini er meira
royndur hesaferð enn seinast.
So við tí fyri eyga, at Brian Kerr vil
hava royndar mans á liðnum og
eisini frískar kreftir, loyva vit okkum
at koma við hesum boðnum til eina
uppstilling í kvøld.
Í mál verður Jákup Mikkelsen fyri
seinastu ferð. Jónas Þór Næs kemur
inn á høgra bakk eftir sannførandi
avrikið seinast. Miðverjan verður
tann sama við Atla Gregersen og
Egil á Bø, sum á ongan hátt spældi
seg av liðnum. Á vinstra bakki
verður Einar Hansen aftur eftir
leikbann. NSÍ’ari kann ikki brúkast á
øðrum plássum og hevur roynst
væl undir venjingunum.
Í høgra borð kemur Jákup á Borg
at vera. Royndi B36’arin hevur verið
sera sannførandi undir venjing
unum, og hevur gjørt tað gott
undanfarnu landsdystir. Á miðvøll
inum fær Súni Olsen endurval, og
tað sama fær Fróði Benjaminsen,
hóast hann ikki var sannførandi í
móti Frankaríki. Hann hevur tó
nakrar royndir, ið eru gull verdar,
eins og hann ikki plagar at detta
burtur í millum. Saman við teimum
kemur Christian Lamhauge Holst at
vera, og so kemur Símun
Samuelsen inn á vinstra borð.
Tað merkir, at Bogi Løkin, Jann
Ingi Petersen og Christian Høgni
Jacobsen rúka út í mun til seinast.
Fremstur verður Rógvi Jacobsen,
sum við sínum arbeiðsinnsatsi,
rástyrki og teirri sannroynd, at hann
er mest skorandi føroyski
landsliðsleikarin, ikki er til at sleppa
uttan um.
Liðið
Passa hesar gitingar, sær liðið
soleiðis út:
Jákup Mikkelsen – Jónas Þór
Næs, Atli Gregersen, Egil á Bø, Einar
Hansen – Jákup á Borg, Christian
Lamhauge Holst, Súni Olsen, Fróði
Benjaminsen, Símun Samuelsen –
Rógvi Jacobsen.
Holst verður lykilin
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Christian Lamhauge Holst, sum er sera væl koyrandi í Silkeborg í løtuni, er við aftur á føroyska liðnum eftir leikbann
Mynd: Rólant Waag Dam