mikudagur 14. oktober 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 196 • 14. oktober 2009
MIÐvIkaN
27
Í
bókini hjá Sámal Johansen “Til
lands” eru fleiri samrøður við
gamlar menn sum hava verið til
lands. Ein teirra var Elias Hansen,
Líggjas á Fløttinum, í Syðrugøtu,
sum fólk framvegis minnast á
Bakkafjørðinum. Hann greiddi
millum annað frá:
”Eg var í Íslandi og róði út í 34
ár á Bakkafirði. Fyrsta árið var
1907, og seinasta árið var 1949,
okkurt vár fór burtur ímillum.
Oftast vóru vit 11 menn í felag,
við hvørt 4 menn, og seinasta árið
vóru vit bara 2 menn.
Vit fóru við postskipum t.d.
”Ceres”, ”Vestu” ella ”Ingolf”.
Hesi skip sigldu tá regluliga
millum Danmark, Føroyar og
Ísland. Eg minnist, at tað plagdi
at kosta 10 kr. fyri hvønn mann at
fara við, um vit betaltu peningin
í landi, men betaltu vit hann um
borð, kostaði tað 12 kr. Tá skuldi
stýrimaðurin helst hava tær 2 kr.
Vit vóru í lastini á skipinum við
øllum tí viðføri, vit høvdu. Har
var ofta trongligt, og svøvnurin
var lítil, vit fingu onkran blund
av og á, men gingu annars mest
á dekkinum og válaðu. Áti var
ikki gjørt nógv av, onkur kundi
seta seg á lastalúkuna við einari
seiðagreipu og einum rivi. Ein
temunn ella ein kaffimunn kundu
vit fáa frá teimum umborð, men
skamm í tað, summir av kokku
num vóru trekir at lata okkum fáa
nakað. Men ikki var leingi yvirum
einar 36 tímar, so ta stuttu
tíðina kundu vit saktans klára
okkum.
Á Bakkafirði fingu vit nýggj
timburhús at búgva í. Hetta vóru
mestsum at kalla stórir skúrar,
sum vórðu bygdir til føroyskar
útróðrarmenn. Hesir skúrarnir
vóru ikki væl gjørdir, tað geys so
illa í teimum, at tá ið vindur var,
var tað nærum ikki inniverandi
fyri gjóstri. Tá vóru tey gomlu
íslendsku moldhúsini ólíka
lýggjari, og tað vóru fleiri, sum
heldur vildu vera í teimum.
Konufólk
at halda hús
Vit høvdu konufólk til at halda
hús fyri okkum. Tey fyrstu árini
vóru tað íslendsk konufólk, sum
hildu hús hjá okkum, og summar
av teimum dugdu bara óføra
væl, bæði at hava tað reint og
nossligt inni og at gera mat.
Onkur av teimum hevði verið á
húshaldsskúla og lært matgerð.
Tey seinastu árini høvdu vit
føroysk konufólk at halda hús.
Tað var óføra gott at kunna hava
konufólk heima at matgera og at
halda íbúðina reina og nossliga.
Menninir høvdu nóg mikið at gera,
og so eru tað so fáir menn, ið eru
so húsligir, sum kvinnur eru.
Eg haldi, at húsaleigan mátti
sigast at vera høg. Vit betaltu
1/10 av bruttoinntøkuni í húsa
leigu. Tað vóru fiskakeypararnir,
sum áttu húsini, vit búðu í, og
áttu teir ikki húsini, so útvegaðu
teir íbúðir. Saltaðu vit fiskin, so
rindaðu fiskakeypararnir 1/10
av saltinum, og keyptu vit sild,
so rindaðu teir 1/10 av tí, sum
sildin kostaði. Skatt betaltu
vit eisini, 35 oyru av hvørjum
skippundi í ráfiski; 800 pund
av ráfiski roknaðu teir fyri eitt
skippund.(320 pund)
Tað skal verða skoytt inn her,
at hetta gjald gav nógvan pening
til íslendingar. Teir fingu ráð til
at byggja sær hús. So nógv gav
hetta av sær, at útgerðarmenn
eisini kundu dríva bankavirksemi.
Hetta var serliga galdandi á
Brimnesi við Seyðisfjørðim.
Í bløðunum tá vóru eisini út
gerðarmenn, sum lýstu við, at teir
tóku bert 1/11 í leigu.
Fiskaðu egið agn
Vit seldu fiskin bæði sum ráfisk
og saltfisk, tey fyrstu árini næst
an bara sum ráfisk, men seinni
fóru vit at flekja og salta fiskin.
Har var stórur handil og stór
goymsluhús til fiskin. Nógv fólk
arbeiddu upp á fisk, harímillum
eisini nógv føroysk konufólk.
Vit brúktu snøri og pilk ta fyrru
tíðina á árinum, men tá ið tað
kom út í juli mánað, brúktu vit
mest línu. Tá var sildin komin.
Vit høvdu sildagørn við okkum,
og viðhvørt var nógv sild at fáa.
Vit fingu altíð so mikið av sild,
at okkum treyt ongantíð agn.
Sildina goymdu vit í frystikassum,
og kava høvdu íslendingar í
moldhúsum. Seinni, tá skip vóru
farin at royna eftir sild, komu
tey ofta inn á Bakkafjørðin, og tá
plagdu vit at keypa agnsild frá
teimum.
Tað kundi tíðum vera so nógvur
sólvindur í Íslandi, at ikki var
hugsandi um at royna útróður
um dagin. Um hásummar eru
næturnar ljósar, so tað hendi seg
ofta, at vit fóru til útróðrar móti
nátt, tí um náttina var stilli. Roynt
varð til kl. 910 um morgunin,
tá kom vindurin. So varð sett á
segl. Fiskileiðirnar hjá okkum
lógu soleiðis fyri, at tað bar til at
sigla heim við segli meginpartin
av leiðini. Tað vóru um fjøruti
bátar, sum royndu um somu
leið, so ofta vóru nógv segl at
síggja á Bakkaflóanum og úti fyri
Bakkabjørgum.
Viðhvørt var óføra nógv hýsa at
fáa á línu. Tá steinurin var komin
í bátin, kom øll línan upp á flot
við hýsu á hvørjum húki.
Fiskurin svevur
Ójavnt var, sum fiskurin vildi
taka. Vit sóu ofta niður á stórar
toskatorvur, men fingu ongan,
hann stóð beint upp og niður við
gronini móti botninum. Hetta var
nær landi og á so grunnum vatni,
at botnur sást.
Eitt árið kom ein íslendingur
við einum smádreingi úr Finna
firði til Bakkafjørðin at rógva
út. Tað kom ikki so ógvuliga
nógv burtur úr fiskiskapinum hjá
hesum íslendingi, men hann visti
nógv um fisk, og hvussu fiskar
háttaði sær. Ein dagin vóru vit
útrónir, men drupu ikki livandi.
Vit royndu bæði eina og aðra
leið, men fingu einki. Allir bátar
fóru til lands uttan ein bátur úr
Fuglafirði. Hesin bátur drálaði
longst, og tá hann var á heimleið,
kom hann fram á íslendingin og
smádreingin, teir høvdu heldur
einki fingið.
"Nú er fiskurin farin," heldur
fuglfirðingurin við íslendingin.
"Nei, hann er," svarar
íslendingurin.
"Hvar er hann?" spyr
fuglfirðingurin.
"Hann svevur," svarar
íslendingurin.
"Nær vaknar hann?" spyr
fuglfirðingurin.
"Tá ið tað fer at fjara," svarar
íslendingurin.
Fuglfirðingar
steðgaðu á, og so var,
sum íslendingurin
Fløttur var 34 ár á Bakkafjørðinum
Gøtumenn sum í mong ár róðu út á Bakkafjørðinum. F.v. Zakarias Karl Joensen, Líggjas “Fløttur” Hansen, Líggjas
Huusgaard, Hans Andreas Huusgaard og Hans Jacob Thomsen, kallaður Eiðis Hans Jakku
Her sæst hvussu óhøgligt tað hevur verið
Gomul mynd av fjøruni i Bakkafjørðinum
➘
Hjálmar Hjálmarson greiðir í 2003 Elias Hansen, abbason Elias Hansen úr
Syðrugøtu, frá umstøðunum hjá útróðarmonnum. Hendan myndin vísir eisini,
hvussu óhøgligt tað hevur verið