Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 28 nr. 196 • 14. oktober 2009 segði, at tá ið tað fór at fjara, fór fiskurin at taka. Fuglfirðingarnir fyltu bátin, og íslendingurin og smádrongurin fingu so nógv, sum teir vóru mentir at draga. Brendu toskaryggir Húsini vit búðu í vóru sum sagt av viði. Inni í køkinum var ein lítil komfýrur. Tað var tað einasta at hita húsini við. Tá ein lítil petroliumskókari var undantikin, var henda kabúss tað einasta at kóka matin á, so ætlast kann, at tað skuldi hegni til við hesum vána amboðum at matgera niður í 12 svangar menn. Og ógvuliga illa gekst at fáa brenni til kabússina. Vit høvdu nakrar kolamolar, men teir vóru ódrúgvir. Vit royndu at henta saman tey viðasprek, sum vit kundu fáa fatur á, men tað munti ikki nógv. So var tað livurin, men tað var so óluksáligur kjararoykur av henni. So funnu vit uppá at turka toskaryggir. Hetta mundi ivaleyst onkur hava gjørt undan okkum. Vit hongdu toskaryggirnar upp at turka og hongdu so livrar upp á teir. Tá ryggirnir vóru turrir, brúktu vit teir til at kynda upp við í kabússini. Teir brendu bara óført, men kjararoykurin var nóg so nógvur. Seinni, tá primussarnir komu í brúk, gekst betri við at matgera. Vit høvdu grýtur, sum tóku nóg mikið til seks menn. Døgurðin var fyri tað mesta fiskur og livur, men tær, sum hildu hús hjá okkum, dugdu bæði at steikja fisk og gera frikadellur. Annars var keks og annað, sum vit skuldu brúka, at fáa í handlinum, men vit royndu, sum vituligt var at keypa minst møguligt. Nakað av skerpikjøti og rullupylsu hevði hvør maður havt við sær, men tað hevði hann fyri seg sjálvan. Seyð sum gávu Var uppiløga, vældu vit um fiskireiðskapin, rørdu húkar og hugdu eftir línunum, og so rivu vit saltfiskin um. Altíð var okkurt at takast við. Sunnudagurin varð hildin burturav. Tá varð lestur lisin, men eg minnist einki til, at tað nakrantíð varð sungið. Ikki varð farið til útróðrar sunnukvøld fyrr enn móti nátt. Áðrenn heim varð farið um heystið, fekk hvørt bátsfelag ein seyð til gávu frá tí manni, tey høvdu havt við at gera. Tey størstu bátsfeløgini fingu ein góðan gamlan seyð, meðan tey smærru feløgini fingu eitt gott lamb. Hetta kom væl við og var forkunnugt at fáa aftaná eitt strævið summar við eintáttaðum kosti. Úrtøkan misjøvn Tað hendi seg onkur ár, at vit fingu fiskin, sum vit høvdu saltað, heim til Føroya við føroyskum sluppum. Tað var góður prísur at fáa her heima, men vit máttu ansa eftir ikki at lata nakra arbeiðsløn. Tá vit gjørdu alt arbeiðið sjálvir, lossaðu fiskin umborð í skipið og skipaðu hann upp í Føroyum, so loysti tað seg at taka hann heim, men skuldu vit gjalda løn fyri hetta arbeiði, so hevði tað ikki verið nakar vinningur at føra fiskin heim. Úrtøkan var ógvuliga misjøvn. Vit fingu í part frá 200 kr. til 600 kr. tey fyrstu árini, eg var og róði út í Íslandi. Okkurt ár var tað minni enn 200 kr. Ringasta árið var 1918, tá fingu vit 40 kr. í part. Best vóru tey fyrstu árini, tá hevði peningurin eisini meira virði, enn hann hevði seinni. At fáa 500 kr. í part tey fyrstu árini var bara nógv. Seinasta árið, eg var í Íslandi og róði út, var, sum sagt, 1949, sum vist var seinasta árið føroy­ ingar vóru til lands. Vit høvdu jú mist okkara ríkisborgararætt­ indi í 1944, tá Ísland loysti frá Danmark. Vit vóru bara tveir tað árið og fiskaðu heilt væl. Vit flaktu og saltaðu fiskin og seldu hann í Íslandi. Virðið á tí íslendsku krónuni var tá 75, men áðrenn sølan var komin rættiliga í lag, fór virðið niður í 42. Tað var stórur missur hjá okkum. Kortini fingu vit 2.000 av okkara krónum í part, og vit kundu vera glaðir, at vit fingu so frægt. Hetta árið tóku teir onga húsaleigu frá okkum, og vit rindaðu heldur ikki skatt. Teir hildu, tað gjørdi ongan mun, um vit rindaðu nakað ella einki. Íslendingar beinasamir Tað hoyrdist viðhvørt, at íslending­ ar skuldu hava verið óbeinasamir móti føroyskum útróðrarmonnum, bæði so og so. Hetta kundu vit ikki siga. Teir íslendingar, sum vit høvdu nakað við at gera, vóru av hampilig­ astu monnum og hartil reiðiligir, tað skulu teir eiga frá mær. Spældu hvørjum øðrum puss Ein abbasonur Líggjas, Kári Hansen, var eisini við á ferðini. Hann sigur, at abbin ofta greiddi frá um Bakkafjørðin. Sum so ofta er varð ikki lurtað nógv væl eftir. Men Kári minnist abba sín greiða frá, hvussu føroyingar kundu spæla hvørjum øðrum puss. Tað var forboðið at skjóta æður á Bakkafjørðinum, men hetta varð kortini gjørt. Ein dagin var ein føroyngur farin út á fjørðin, har hann hevði skotið æður. Tá letur ein annar føroyingur seg í langan frakka og kasjett, so hann líktist sýslumanninum. Hann gekk so framvið sjóvarmálan, so hin skuldi síggja seg. Hesin neyðars maður gjørdist so bebbaræddur, at hann tordi ikki til lands, har hann roknaði við at verða loftaður av øvrigheitini. Sigrid á Kamarinum á Bakkafjørðinum Handilsstjóri á Bakkafjørðinum Ludvík Sigurjónsson hevði konu úr Føroyum. Hetta var Sigrid Lisa, sum var dóttir Magnus á Kamarinum í Havn. Tað eru nógvir føroyinar sum minnast tey bæði. Tey fluttu seinni til Reykjavíkar, har teirra børn Vestarr og Birgit búgva. Tey hava øll havt nógv samband við ættina í Føroyum og øvugt. Sigrid fekk eisini sín seinasta hvíldarstað í Føroyum. Tá ið hon doyði í 1993 varð hennara urna sett í grøvina hjá pápanum í gamla kirkjugarði í Havn. Kaj var eisini á Bakkafjørðinum Í ferðalagnum var ein, sum sjálvur hevði verið til lands á Bakkafjørð­ inum, og hetta var tann 85 ára gamli Kaj í Bartalstovu úr Syðru­ gøtu. Hann var til lands í 1944, og hann misti eisini abban á Bakkafjørðinum fyrst í hini øldini. Hjá Kaj hevur tað verið nøkur­ lunda sum hjá teimum, sum greitt er frá í hesi grein. Framvegis kennir hann fólk, og hann varð eisini inni á gólvinum hjá eini konu, sum hann kendi tá. Rætting til seinastu Miðviku Fyrra kona Jakku, giftur við Ingibjørg, kallaðist Flora. Mamma hennara var Johanna Sofía. Margeir Toftegaard, Djóni Ennigarð hvørs pápi og abbi róði út á Bakkafjørðinum og verfaðir hansara Kaj í Bartalstovu, sum sjálvur hevur róð út á Bakkafjørðinum Kvinnurnar vóru eisini væl umboðaðar. Her eru f.v. fiskimannadøturnar Hilda Larsen, Sólfríð Heinesen og Sanna Hansen Jógvan Edvard saman við sínum systkjum við makum. F.v. Oluffa, kona beiggjan Klæmint, Klæmint, Mina kona beiggjan Hans Jacob, Rakul, Hans Jacob, Jógvan Edvard, kona hansara Esther, Engelbert og kona hansara Karla. Fremst systirin Petronella Komandi partur Í komandi Miðviku verður greitt frá vanlukkuni við Riddaranum nærindis Bakkafjørðin í 1927. Eftir tað verður ein Miðvika afturat frá hesum túri