Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 197 - 15. oktober 2009 Handilsvinnan trýr ikki upp á vend Føroyska handilsvinnan og føroyska byggivinnan síggja framvegis sera døp­ ur útlit fyri framman. Tað sæst í búskaparmetingini hjá Landsbanka Føroya, ið kom út herfyri. Meðan allar vinnur í Føroyum sóu døpur útlit fyri framm­ aní januar mánaði í ár, tykist vend verða komin í í juni mánaði, serliga hjá til­ feingisvinnuni, øðrum ídnaði og tænastuvinnuni, sum tykjast halda, at tað ringasta er av. Hinvegin sær byggivinnan lítið minni dapurt upp á framtíðina, enn hon gjørdi í januar, meðan handilsvinnan sær munandi verri útlit framm­ anfyri sær nú. Handilsvinnan metir framvegis í juni mánaði, at sølan fer at minka, og at arbeiðstørvurin verður minni, enn hann er í verandi løtu. Brúkaraprístalið rapað niður Føroyska brúkaraprístalið, sum vísir árliga prísbroyting, er rapað niðureftir síðani 3. ársfjórðing í 2008 til 2. ársfjórðing í 2009. Tað gongur fram í nýggjastu búskaparmetingini frá Landsbanka Før­ oya. Frá 3. ársfjórðingi 2004 til 3. ársfjórðing 2007 hevði brúkara­ prístalið ligið støðugt á millum 1 og 3 prosent, sum merkir at prísvøksturin hevur ligið í miðal millum 1 og 3 prosent. Frá 3. ársfjórðingi 2007 til 3. ársfjórðing 2008 vaks brúkaraprístalið frá 3 prosentum til 8 prosent prísvøkstri, tá fíggjarkreppan brast á. Síðan tá er brúkaraprístalið rapað niðureftir, og annan ársfjórðing 2009 var talan um eitt prísfall á 0,9 prosent. Í summar var ein bólkur av Føroy­ing­ um á einum altjóða leiðslumenningar­ skeiði á víðagitna skúlanum IMD í Lausanne í Sveis. StatoilHy­dro skipaði fy­ri og stuðlaði luttøkuni LeiðsLumenning John Eikhólm Í juni mánað 2009 fóru 16 vinnulívsfólk úr Føroyum til Sveis at luttaka í einum altjóða leiðslumenningar­ skeiði á heimskenda business skúlanum IMD í Lausanne, sum liggur við Geneve sjógvin í vestara partinum av Sveis. Tað var ikki av tilvild, at so nógvir føroyingar fóru á skeið samstundis á hesum víðagitna business skúlan­ um. StatoilHydro hevði nevniliga stuðlað og fyriskip­ að skeiðsluttøkuna hjá øllum 16 vinnulívsfólkunum. Stuðulin var latin sum partur av treytunum knýttar at leitiloyvunum hjá StatoilHydro, um at stuðla førleikamenningini hjá føroyska vinnulívinum (sí boks um førleikamenning). StatoilHydro ynskti í hesum sambandi at senda ein bólk av vinnulívsfólkum á eitt altjóða leiðslumenn­ ingarskeið á IMD, sum fyritøkan sjálv hevur brúkt við stórum hepni í samband við leiðslumenning innan­ hýsis í samtakinum. Stutt um IMD IMD í Lausanne hevur í mong ár verið ein av fremstu business skúlunum í Evropa, og er í dag ein av heimsins fremstu business skúlum í tættari kapping við kendar business skúlar úr Evropa og USA. Hetta framgongur millum annað av, at IMD í 2008 var kosin sum heimsins besti útbúgv­ ingarstovnur innan ’Execu­ tive Education’ av Financial Times, og sum heimsins fremsti MBA skúli av The Economist. At IMD veruliga er ein altjóða stovnur sæst eisini á støddini av teirra alumni net­ verki, sum telur meira enn 60.000 limir úr 140 londum. (Sí www.imd.ch fyri nærri kunning um IMD.) Nógvar fyritøkur kring allan heimin brúka IMD til at førleikamenna síni starvs­ fólk, og mælt verður til at føroyska vinnulívið, um­ hugsar at gera meira brúka av hesum framúrskarandi útbúgvingarstovni. Eitt av høvuðsmálunum hjá IMD er, at fáa eina ja­ liga ávirkan á dagliga ar­ beiðið hjá luttakarunum aftaná skeiðsluttøku. Teirra slogan vísir eisini á týdn­ ingin av hesum: ”IMD – Real world, Real learning”. OWP skeiðið ’Executive Education’ skeiðið sum tey 16 vinnulívsfólkini luttóku á, eitur ’Orchestrating Winn­ ing Performance’ (kallað ’OWP’). OWP er eitt seks daga langt ’global business program’, sum IMD hevur skipað fyri í 15 ár á rað, og er hetta einasta av sínum slag í heiminum. Høvuðsendamálið við OWP í 2009, var at styrkja um førleikarnar hjá vinnu­ lívsfólkum at skilja og duga at handfara stóru avbjóð­ ingarnar vinnulívið møtir í niðurgongstíðum, umframt at læra fólk at síggja møguleikarnar hóast døpur útlit eru. Tí í niðurgangs­ tíðum eru tað ofta góðir møguleikar at styrkja sína marknaðarstøðu til ein lagaligari kostnað, sum ein av professarunum á IMD tók til í einum fyrilestri. Sjálvt skeiðið var sera intensivt, og skipað soleiðis, at hvør einstakur tók lut í fýra ymiskum breytum og arbeiðsstreymum hvønn dag millum kl 08:30­19:15 (sí boks um breytir og arbeiðsstreymar á OWP). Av teimum fýra kundi ein sjálvur velja tvær breytir til eftir áhuga, meðan hinir báðir partarnir vóru felags fyri allar luttakarar. Tey sum undirvístu á ymsu breytunum vóru allir professorar á IMD, og serkønir innan sítt øki. Tætta samstarvið IMD hevur við altjóða vinnulívið kom eisini til sjóndar, tí vinnulívsfólk frá altjóða kendum fyritøkum góvu eisini ein fyrilestur á OWP. Ein teirra var t.d. Paul Bulcke, CEO í Néstle (Sveis), ein av heimsins størstu fyritøkum innan matvøruídnaðin, umframt Nandan Nilekani, nevndar­ formaðurin í Infosys (India), ein altjóða KT­fyritøka. Av tí at skeiðið er ‘globalt’ verður alt skeiðið hildið á enskum, alt tilfar er á ensk­ um, umframt at alt networ­ king sjálvsagt var á ensk­ um. Tí er tað ein fortreyt at luttakararnir eru væl fyri á enskum fyri at fáa sum mest burturúr OWP. Professionelt fyriskipað Eitt sum eyðkendi OWP skeiðið var tað sera høga støðið og professionalisman í allari IMD organisatiónini, líka frá professorum til hjálparfólkum sum heild. Ofta verður tosa um at brúka tíðina rætt fyri at fáa sum mest burturúr, og IMD var einki undantak – alt byrjaði til ásettu tíð og endaði til tíðina – sharp! Harumframt merkist tað eisini væl, at IMD leggur skeiðið til rættis útfrá for­ treytunum hjá vinnulívs­ fólkum, tí t.d. vóru hóskandi pausur vóru millum fyrilestrarnar. Tískil var tað gjørligt at avgreiða átroðk­ andi uppgávur í eini tele­ fonsamrøðu, ella við at brúka ein av nógvu teldun­ um uttanfyri fundarhølini ókeypis fyri at lesa og senda teldupost. Hetta er sera jaligt, tí tá vinnulívsfólk fara á skeið í 6 dagar, so skal felagið heima eisini røkjast samstundis. StatoilHydro hevur eisini gjørt eitt rimmar arbeiði fyri at fyriskipað skeiðs­ luttøkuna hjá teimum 16 føroysku vinnulívsfólkun­ um. Sera góð kunning var givin, kunnandi fundur var hildin áðrenn fráferð, um­ framt at uppihald og samskifti við IMD um val av breytum var væl fyrireik­ að. Hetta gjørdi at tað var ein sonn fragd at luttaka. Fjølbroyttur luttakaraskari Luttakaraskarin á OWP er sera fjølbroyttur, og 2009 var einki undantak. Í alt 240 vinnulívsfólk, flest øll stjórar ella limir í leiðslu­ toyminum, úr 45 londum kring heimin luttóku á skeiðinum. Nevnast kann, at Føroyar í 2009 vóru best umboðaða landi á OWP, og av somu orsøk var tað nærum eingin av teimum 240 altjóða vinnulívsleiðar­ unum sum eftir skeiðið ikki vistu hvar Føroyar eru. Eisini varð filmur um Før­ oyar vístur á stórskýggja seinasta kvøldið fyri øllum luttakarunum eftir uppskoti frá føroysku luttakarunum. Luttakararnir umboðaðu eina stóra breidd av ídnaðar­ geirum, t.d. fíggjargeiran, orku, telekom, KT, shipp­ ing, mat­ og drykkjuvørur, ídnaðarfeløg av ymsum slag, osfv. Fyri at tryggja at fólk høvdu góðar møguleikar at netverka var felags døg­ urða­ og nátturðasteðgur á IMD sum partur av OWP. Hetta gjørda tað til eitt sera spennandi umhvørvið at netverka í, tí tað var eitt gylt høvi at eta og tosa við starvsfelagar úr øðrum lond­ um og heimspørtum um hvussu teirra umstøður vóru, og at læra frá teimum. Samandráttur Føroysku vinnulívsfólkini ið luttóku á OWP siga, at leiðslumenningarskeiðið var sera væleydnað, og hevur tað latið eygu teirra upp fyri høga støðinum á leiðsluútbúgving ið kann fáast á IMD. Bæði tá um­ ræður persónliga menning umframt menning av fyri­ tøkuni hevur hetta skeiðið verið sera gevandi. Luttak­ ararnir vilja fegnir vísa á IMD sum ein sera góðan møguleika hjá føroyskum fyritøkum at nema sær før­ leikar á hægsta stigi. Hetta serliga um vinnufyritøkan hevur eitt altjóða virkisøki. At enda vilja allir luttak­ ararnir takka StatoilHydro fyri stuðulin til OWP leiðslumenningarskeiðið, og vóna at hendan greinin kann gera aðrar vinnufyri­ tøkur varugar við møgu­ leikan at nýta IMD til teirra leiðslumenning. Føroyingar á altjóða leiðslu- menningarskeiði á IMD í Sveis Føroysku luttakararnir á OWP skeiðnum á IMD, juni 2009