hósdagur 15. oktober 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 197 - 15. oktober 2009
So tætt við markið
er nýggja fundið hjá
Faroe Petroleum, at
tað er sum at standa
á molanum í Havn
og hyggja út í hálvan
Nólsoyarfjørð sigur
Nils Sørensen, stjóri
Oljufund
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
At kolvetni verða funnin so
tætt upp at føroyska marki
num kann fáa stóran týdn
ing
fyri
leitingina
við
Føroyar. Hetta sigur Nils
Sørensen, stjóri í Faroe
Petroleum við Rás2. Hann
staðfestir, at Tornado er eitt
av trimum fundum gjørd
eru seinastu árini, sum
liggja rættiliga tætt upp at
markinum. Tornado er bert
tríggjar
fjórðingar
frá
markinum. Eitt sindur long
ur norðari liggur Cambo,
sum gongur enn tættari upp
at markinum. Og norðan
fyri Cambo liggur so Rose
bank, sum er 8 fjórðingar
frá markinum. Bæði í sam
bandi við Cambo og Rose
bank hava verið gitingar
frammi um, at tey kunnu
ganga inn á føroyskt øki.
Men tað fáa vit ikki váttað
hvørki frá Amerada Hess
og Chevron, sum eru fyri
tøðufeløg.
Eiheldur
frá
Jarðfeingi.
Stjórin í Faroe Petroleum
heldur tað hevur týdning fyri
leitingina við Føroyar, at
fund verða gjørd í bretskum
øki, so tætt upp at føroyska
landgrunninum. –Tað kann
nevniliga siga okkum nakað
jarðfrøðina her eisini, og so
kann tað eisini vera tað
trekkplásturið, sum skal til
fyri at fáa altjóða oljufeløg
at vísa Føroyaøkinum ans.
Nils Sørensen er sera
spentur um komandi boring
ina á landgrunninum í apríl.
Tá verður borað á Anne
Marie leitimiðinum, sum er
bert
15
fjórðingar
frá
Cambokelduni. Um Tornado
vísir seg at vera rakstrar
verdugt og at kolvetni verða
funnin í Anne Mariebrunn
inum eisini, so verður tað
ein endurreisn fyri gamla
“Gullhornið”, økið, har olju
feløgini boraðu fyrstu brunn
arnar á landgrunninum men
har teir flestu vórðu turrir.
Hyggja vit eftir einum
korti yvir fund og fram
leiðslur av olju og gassi í
øll hesum økinum, so byrja
vit so smátt at hóma eina
nýggja oljuprovins, sum
Føroyar helst eisini verða
partur av sigur stjórin í
Faroe Petroleum.
Vit síggja hvussu tætt
Rosebank, Cambo og
Tornado eru við markið.
Skulu vit ganga eftir
hesum kortinum, so
gongur Cambo heilt
inn at markinum (og
tvørtur um markið?)
Eystari síggja vit mongu
gassleiðirnar, sum eisini
kunnu fáa óbeinleiðis
týdning fyri Føroyaøkið
Kort: Dong
Tornadofundið týdning fyri Føroyaøkið
- Tornado er so
nær markinum,
at stóð tú á
molanum í Havn,
so var oljukeldan
út á hálvan
Nólsoyarfjørð
Lønarútgjaldingar í fiskivinnuni nógv minkaðar
Lønarútgjaldingar í føroysku fiskivinnuni eru sera nógv minkaðar síðan 2003. Tað vísa tøl frá Hagstovu
Føroya. Greið niðurgongd hevur verið í fiskiskapi síðan januar 2007, og sama tíðarskeið eru lønarútgjald
ingarnar rapaðar niðureftir. Á indeksstiganum, sum byggir á ársbyrjan 2003, eru lønarútgjaldingarnar í fiski
vinnuni nú komnar niður á knøpp 59 prosent av tí, tær vóru í 2003. Samstundis er talið av løntakarum í
fiskivinnuni eisini rapað niðureftir, og eru tey arbeiðandi í fiskivinnuni bert 70 prosent av tí, tey vóru í 2003.
Nøgdin á fiskiveiðuni hevur eisini verið fallandi, men síðan november 2008 hevur veiðan verið stórt sæð
tann sama, meðan virðið á fiskinum er fallið støðugt.
Skift dekkini hjá Bilrøkt
Vit hava nýmótans SUVO Anti-Rust
anlegg til rustviðgerð av nýggjum og
gomlum bilum. Eisini hava vit fólk, sum
hevur spesialiserað seg í rustviðgerð.
Stiðjagøta 3 · 100 Tórshavn · tel: 358888 · bilrokt@bilrokt.fo · www.bilrokt.fo
Opið gerandisdagar frá 08.00-17.00
og leygardagar frá 10.00-13.00
Ring 35 88 88 og bílegg tíð
Opið er eisini
leygardagar
frá 10.00-13.00