hósdagur 15. oktober 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 197 - 15. oktober 2009
Á fundi í gjár, staðfesti
fíggjarnevndin hjá
Klaksvíkar kommunu,
at hon tekur fult undir
við javningarskipan
millum kommunurnar
Kommunu
reformur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Ein samd fíggjarnevnd í
Klaksvík
tekur
staðiliga
undir við útjavning millum
kommunur, um kommunu
reformurin verður veruleiki.
Tað upplýsir heimasíðan
hjá Klaksvíkar kommunu.
Somuleiðis mælir fíggj
arnevndin til, at tað er
neyðugt at tryggja, at upp
gávurnar, sum ætlanin er at
flyta frá landi til kommunu
veruliga verða fluttar
áðrenn ætlaðu kommunu
samanleggingarnar
verða
gjørdar.
Í samband við uppgávur
nar hjá kommununum, met
ir fíggjarnevndin í Klaksvík,
at skilabesta loysnin er at
hækka kommunuskattin og
minka
um
landsskattin,
heldur enn at gera ein
sokallaða blokkskipan, har
kommunurnar fáa pening
frá landinum til at fíggja
nýggju uppgávurnar.
– Vit hava sera ringar
royndir av teimum skipan
um, har landið letur eina
játtan til kommunurnar at
umsita, tí fleiri dømi eru
um, at hesar brádliga verða
skerdar ella heilt tiknar
burtur, tá ið landið sjálvt
hevur fíggjarligar trupul
leikar, sigur Gunvá við
Keldu,
borgarstjóri
í
Klaksvík, við heimasíðuna
hjá kommununi.
Afturat
hesum
sigur
fíggjarnevndin hjá Klaks
víkar kommunu, at tað er
umráðandi, at útoyggjarnar
ikki missa rættindi.
Í gjár hevði Landsverk tvær lisitatiónir. Onnur var um rundkoyring
í Miðvági, og hin var um kanalisering í Streymnesi.
HZgravimaskinur høvdu bíligasta boðið upp á rundkoyringina
í Miðvági, og sigur seg kunna gera arbeiðið fyri umleið 1,1
millión, hóast arbeiðið er mett til 1,6 millión krónur.
Hini boðini lógu frá 1,3 milliónir til 1,8 milliónir krónur.
Bíligasta boðið upp á kanaliseringina í Streymnesi, áttu Hans
Egil Joensen og synir, sum siga seg kunna gera arbeiðið – sum
er mett til 3,2 milliónir krónur – fyri helvtina av metta prísinum,
sum altso er 1,6 millión krónur.
Hini boðini liggja millum 1,7 og smáar 4 milliónir krónur.
Hetta upplýsir heimasíðan hjá Landsverki, sum nú fer at taka
støðu til innkomnu boðini.
-eij
Tvær lisitatiónir
hjá Landsverki
Meginfelag føroyska studenta og næmingar á
seks ymiskum útbúgvingum mótmæla harðliga,
at ætlanin er at skerja stuðulin hjá føroyskum
lesandi
Bæði lesandi í Føroyum og lesandi uttanfyri
Norðurlond fara at merkja skerjingar, nú
Mentmálaráðið hevur gjørt uppskot til løgtingslóg
um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul.
Fýra mótmæli eru í skrivinum, sum tey lesandi
hava sent.
Tey mótmæla, at ÚSUN – Tað er útbúgvingar
stuðul uttan fyri Norðurlond – verður skerdur við
40.000 krónum árliga, úr 120.000 krónum niður í
80.000 krónur.
Tey mótmæla, at tey lesandi, sum longu fáa
ÚSUN missa stuðulin um uppskotið verður
samtykt so peningaliga grundarlagið verður
munandi skert í komandi ári, hóast tey eru farin
undir útbúgvingina.
Tey mótmæla, at fleiri helst ikki fara at taka
masterútbúgvingar. Tí annar stuðul dettur burtur
eftir fýra árum, og tá er tørvur á meira enn 80.000
krónum til at rinda fyri útbúgvingina.
Og harumframt mótmæla tey, at aftur komandi
ár, verður vanligi útbúgvingarstuðulin ikki prís
talsreguleraður, sum hann annars hevur verið.
-eij
Lesandi mótmæla
skerjingar í stuðli
Klaksvík mælir til javning
Ísland og Kroatia ísenn
Ísland og Kroatia kunnu fáa liaskap í ES sama dag, men tað krevur,
at tann íslendska stjórnin má kvika sær við fyrireikingunum. Tað
sigur kommiserurin Olli Rehn, sum hevur við umsóknir frá øðrum
londum at gera. Tað er møguligt, at ESnevndin fer at gera sína
meting av Íslandi sum umsøkjara seinni í ár, og tann metingin
verður so latin ríkis og stjórnarleiðarunum at taka støðu eftir.
Svøríki hevur í løtuni formansskapin í ES, og svenskar keldur hava
sagt, at tað er ov tíðliga at siga, um íslendska umsóknin kemur fyri
á toppfundinum í desember.
Ósemja um avgjald
Tann 11. november fara umboð fyri Atlantic Airways og Air
Greenland at gera eina roynd at loysa ósemjuna um
avgjaldshækkingina, sum floghavnin í Kastrup ætlar at seta í
gildi. Leiðslan í Kastrup kunngjørdi fyrr í ár, at í framtíðini
skulu føroysk og grønlendsk flogfeløg rinda sama avgjald sum
útlendsk flogfeløg, tá teirra flogfør eru í Kastrup. Tað fer at
hava við sær, at avgjaldið hækkar 90 krónur fyri hvørt
ferðafólkið, sum feløgini so leggja oman á ferðaseðlaprísin.
Hækkingin skuldi koma í gildi 1. oktober.