hósdagur 15. oktober 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 197 - 15. oktober 2009
Við at gera æðunum
hús at hava reiður
í fæst hendur á
nógvum æðudúni,
tað hjálpir æðunum,
og so eru eisini
møguleikar at brúka
hetta í ferðavinnuni,
sigur Jens Kjeld
Jensen, sum eru við í
eini norðurlendskari
æðuverkætlan
Náttúra
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kjeld Jensen
Í fleiri øldir hevur æðudún
verið brúkt til at fylla
koddar og dýnur við. Eru
møguleikar til at fáa eina
vinnu burtur úr tí nú?
Ein norðurlendsk verk
ætlan við norðmanninum
Thomas Holm Carlsen á
odda hevur til endmáls at
kanna henda spurning.
Noreg, Ísland, Grønland
og Føroyar eru við í verk
ætlanini, og umboðið fyri
Føroyar í samstarvinum er
Jens Kjeld Jensen.
Hann er sannførdur um,
at møguleikarnir eru nógvir,
og at eitt miðvíst arbeiði
haraftrat ger æðunum eina
stóra tænastu.
Stórir æðuflokkar eru at
síggja í Føroyum, men
eingin verulig teljing er
gjørd. Mett verður, at 6000
7000 pør eiga í Føroyum.
Men tað er ikki sum at siga
tað at fara runt at henta dún,
nóg mikið til at fylla dýnur
við. Neyðugt er at byggja
æðunum hús í æðuvørpunum.
Eitt æðuvarp er eitt stað, har
nógv æða eigur.
Fáa æðurnar hús at hava
síni reiður i, eru ungarnir
betur vardir móti rovfugli.
Tað hevði eisini borið til
at víst slík æðuvørp fyri
turistum, heldur Jens Kjeld
Jensen.
Serligar eginleikar
Tað hevur ongantíð verið
nøkur vinna í Føroyum at
savna æðudún. Fólk hava
bara gjørt tað til sín sjálvs,
tí tað er so tíðarkrevjandi.
Dúnið má handfarast og
reinsast í hond fyri at varð
veita teir góðu eginleikarnar.
Tað serliga við æðudúni er,
at tað ikki klumpar seg sam
an sum annað fugladún.
Nøkur fá gramm av dúni
fáast frá einari æðu, og tað
skulu 11001200 gramm av
dúni til eina dýnu.
Í størsta æðueggja og
æðudúnahaldinum í Noregi
gera tey dýnur og annað við
æðudúni. Ein dýna kostar
um 48.000 norskar krónur.
Í
Føroyum
er
einki
æðuhald. Jens Kjeld Jensen
gjørdi onkrar royndir at
gera æðum reiður í Koltri,
men tað arbeiðið steðgasti
mestsum upp, tá ið Bjørn
Patursson fór av oynni. Jens
Kjeld Jensen væntar tó, at
hann kann fara í gongd
aftur í Koltri. Ikki ber so
væl til í Nólsoy, tí nógv
dún, sum er at finna, er so
illa dálkað av skipunum í
Nólsoyarfirði.
Fyri einum ári síðan
greiddi Jens Kjeld Jensen í
sjónvarpinum frá verkætlan
ini. Hann segði tá, at hann
fegin vildi hava onkran
aftrat sær til hetta idealist
iska arbeiðið.
Eingin ringdi, men
hevur onkur hug at verða
við, er bara at ringja til mín,
sigur Jens Kjeld Jensen.
Verkætlanin hevur fingið
stuðul
frá
NORA,
og
myndugleikarnir í Grøn
landi hava latið stuðul til
grønlendska partin.
Æðudún gevur
nógvar møguleikar
Æðudún hongur væl saman og klumpar ikki
Fáa æðurnar hús at byggja reiður í, er vandin
minni fyri, at rovfulgur fer við ungunum
Fiskaðu meiri
Íslendsk skip fiskaðu í síðsta mánaði 77.400 tons, sum
var góð 10.000 tons meiri enn í september í fjør. Botn
fiskaveiðan var smá 36.000 tons. Av hesum vóru 14.000
tons toskur ímóti 10.000 tonsum í september í 2008,
6.000 tons vóru hýsa, 5.000 tons upsi og góð 5.000 tons
kongafiskur. Av uppisjóvarfiski veiddu tey íslendsku
skipini góð 38.000 tons í september. Av hesum vóru
32.000 tons sild og 4.000 tons makrelur. Sildaveiðan var
nakað størri enn í september í fjør, men makrelveiðan var
helvtina minni, skrivar Morgunblaðið.
Málpolitikkurin bíðar
Tað er ikki bara í Føroyum, at tosað verður um ein mál
politikk. Í Grønlandi tosa tey eisini um ein málpolitikk, og
har eru tey komin so mikið langt, at ein mállóg hevur verið
til viðgerðar í Landstinginum. Eftir uppskoti frá landsstýri
num er tann endaliga viðgerðin júst útsett til næsta ár.
Høvuðsendamálið við lógini er at styrkja tað grønlendska
málið sum tað almenna málið í Grønlandi. Uppskotið er
orðað sum ein rammulóg, men Landstingið heldur, at fleiri
fyrireikingar skulu til, áðrenn lógin kann samtykkjast
endaliga. Tí eru 2. og 3. viðgerð útsettar til várs.