Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 197 - 15. oktober 2009 Tá Edil Jensdóttir í 1963 fór ein túr til Íslands við beiggja sínum fyri at vitja systir sína í Reykjavík, skuldi hetta bert verða ein stutt vitjan – ein franskur visittur. Hon býr í Íslandi enn ÚTISETI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá føroyingar vitjaðu aftur á slóðina í Íslandi, millum annað við einari vitjan á Bakkafjørðinum, kom ein føroysk kvinna upp í bussin í Vopnafirði. Tað var Edil Jensdóttir, sum í dag býr í Vopnafirði saman við manni sínum. Hon var »guide« á einum túri runt á Vopnafirði, sum kortini ikki er serliga stór bygd, eini 500-600 fólk búgva har. Edil og maðurin vóru eis- ini við í bussinum úr Vopna- firði til Bakkafjørðin, og nýttu vit høvi at fáa eitt prát við Edil. Hon greiddi frá, at tá hon í 1963 fór til Íslands at vitja systir sína, sum búði í Reykja- vík, so skuldi talan bert verða um eina stutta vitjan. Beiggi mín var á veg til Grønlands, og eg varð sett av í Reykjavík. Síðani var mein- ingin, at beiggi mín skuldi taka meg við til Føroya aftur, tá hann kom úr Grønlandi, sigur Edil Jensdóttir. Men so skjeyt Amor sínar pílar í hjarta á Edil. Ja, eg møtti einum so fittum ungum manni, sum var úr Vopnafirði, og longu seinni sama summar flutti vit til Vopnafjørð at búgva, sigur Edil Jensdóttir. Men hóast hon hevur búð fast í Íslandi í 46 ár, so vitjar hon javnan aftur í Føroyum. At byrja við, meðan foreldrini livdu, var eg næstan í Føroyum á hvørj- um ári. Men tá var tað ikki so lagaligt at ferðast sum nú. Nú fyllir tú bara bilin og koyrir til Seyðisfirðar og umborð á Norrönu. Fyrr mátti eg sigla frá Seyðisfirði til Reykjavíkar, og tað tók einar tríggjar dagar, áðrenn eg fór umborð á Dronning Alexandrine til Føroya, og tað tók aðrar tveir dagar, sigur Edil Jensdóttir. Og børnini, sigur hon, eru meiri enn hálvir føroyingar. Serliga sonur mín er nógv í Føroyum. Hann tosar eisini føroyskt. Hann er skipari og siglir við einum norskum trolara, men býr annars í Kanada, sigur Edil Jensdóttir. Tá tú ert í Íslandi í hesum døgum slepst næstan ikki undan at tosa um kreppuna, sum landið er í. Men fyri fólkið á Vopnafjørðinum merkja tey tó sum minst til fíggjarkreppuna. Kreppan sæst ikki aftur í arbeiðsloysinum her í Vopnafirði. Í heila tikið merkist hon ikki úti á landinum á sama hátt sum í Reykjavík. Í Vopnafirði er tað serliga sildafabrikkin, sum hevur nógv fólk í ar- beiði, sigur Edil Jensdóttir. Allar facilitetir Hon sigur, at í Vopnafirði riðu tey ongantíð so høgt á fíggjarbylgjuni, og tí gjørdist fallið heldur ikki stórt hjá teimum. Men tað tykist kortini, sum bygdin á ongan hátt líður nakra neyð. Vit hava skúla, barnagarð og ellisheim her, so vit hava allar facilitetir, sigur Edil Jensdóttir. Har eru eisini ítróttaan- legg. Bæði ítróttahús og ikki færri enn tveir fótbólts- vøllir. Skúlin er heilt serlig- ur og bygdur sum brúgvin á einum skipi. Hugsanin er, at børnini skulu sigla inn í framtíðina, greiðir Edil Jensdóttir frá. Eisini á Vopnafjarðarleið- ini eru seyðabøndir, men tann vinnan er ikki eins stór har um leiðir, sum hon var. Tað búgva eini 600 fólk á Vopnafirði og 700 tilsamans í kommununi. Tað mesta, sum ikki býr í Vopnafirði, eru so á bóndagørðum, sigur Edil Jensdóttir. Hon sigur, at henni ongantíð hevur longst aftur til Føroya. Men tá eg eri heima, vil eg fegin verða longri, sigur Edil Jensdóttir, sum altso endaði sum íslendari. Franski visitturin gjørdist lívslangur Leygardagin 17. oktober eru liðin 130 ár, síðan skaldið Mikkjal Dánjalsson á Ryggi varð borin í heim í Beitinum í Miðvági Dansitiltak Tíðindaskriv post@sosialurin.fo Vága Dansifelag skipar fyri hugnaløtu í føði- og barnaheimi Mikkjals í Beitinum á Ryggi í Miðvági. Hugnaløtan verður hildin sunnudagin 18. oktober. Byrjað verð- ur klokkan 16.00. Á skránni verða um - framt sangir og onkur sálmur hjá Mikkjali, eis- ini frásagnir um mannin sum lærara og sum lista- mann, eins og lisið verður úr ymiskum, sum Mikkjal á Ryggi legði eftir seg á óbundnum máli. Tvær frásagnir um læraran, og listamannin Mikkjal á Ryggi verða at hoyra. Gullberg Gullfoss, sum er uppvaksin í Bø, fer at siga frá síni tí við Mikkjali á Ryggi sum lærara, og Hildur Joensen úr Miðvági fer at hug- leiða um listamannin og fotografin Mikkjal á Ryggi. Mikkjal á Ryggi var lærari í Gásadali og Bø, og í dag munnu tey vera farin at fækka í tali, sum hava verið næmingar hjá honum. Tí kann tað gerast rættiliga áhugavert at hoyra frásøgn frá næm- ingi, sum hevur upplivað hann sum lærara. Umframt at vera lærari var Mikkjal vísindamað- ur. Soleiðis “selfmade”, sum tað eitur á fínum máli. Hann granskaði náttúruna, og stóri alskur hansara mundi standa til fugl. Umframt at tekna og mála, tók hann eisini fitt av fotomyndum, sum Hildur Joensen fer at greiða frá. Skaldskapur Mikkjals var serliga merktur av lívinum á sjógvi og landi, tá sæð verður burtur frá sálmaskaldskapinum, sum tó eisini í ávísan mun varð flættaður inn í føroyska gerandisdagin. Hóast heystardagur er, verður tó ikki sungið um fjallgongu og fletting á hesum sinni, uttan at valdir eru sangir, og ein einstakur sálmur, sum hava við sjógv og sjóferð- ir at gera. Og tó. Heilt undan fjallgongu sleppa vit tó ikki, tí tiltakið endar við, at farið verður upp á gólv, har vit fara at kvøða helst kendasta kvæði Mikkjals, Brestis Kvæði, sum júst er um ferðina, teir báðir skúvoyarbrøðurnir, Brest- ir og Beinir, vóru á fjalli í Lítlu Dímun. Tiltakið í Beitinum sunnudagin18. oktober 2009 klokkan 16.00 er alment. Mikkjal á Ryggi 130 ár Edil Jensdóttir saman við manninum uttan fyri kirkjuna á Bakkafirði Mynd: Leo Poulsen Oljan sett prísmet Alt fleiri ábendingar um veksandi eftirspurning eftir olju hava ávirkað prísin. Á marknaðinum í New York hækkaði prísurin so nógv, at oljan hevur ongantíð verið so dýr higartil í ár sum nú. Tað skrivar Bloomberg News. Um- framt metingar um veksandi eftirspurning kemst prís- hækkingin eisini av útlitunum um framgongd í altjóða búskapinum. Harafturat kemur, at sambært einari frá- greiðing frá The American Petroleum Institute minka amerikonsku oljugoymslurnar. Samstundis sum oljan dýrkar, fellur virðið á amerikanska dollaranum. Berlusconi viknar Tær nógvu gølusøgurnar um italska forsætisráðharran, Silvio Berlusconi, eru so smátt farnar at ávirka umdømi hansara í heimlandinum. Í einari nýggjari meiningakann- ing siga 45 prosent av teimum spurdu, at tey hava hava álit á forsætisráðharranum, men 51 prosent siga, at tey hava einki ella sera lítið álit á honum. Gølusøgurnar ávirka eftir øllum at døma eisini umdømið hjá stjórnini. Í kanningini siga 42 prosent, at tey hava álit á stjórnini, men 54 prosent siga, at tey hava ikki álit á henni.