hósdagur 15. oktober 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 197 - 15. oktober 2009
Øll listaáhugaði fáa
nú høvi at kagar
innar í Steinprent
og síggja, hvat kann
spyrjast burturúr, tá
listafólk sleppa leys í
einum dygdargóðum
grafiskum verkstaði
List
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í morgin letur upp framsýn
ingin »Steinverur« í Stein
prent, har listaáhugað hava
høvi at kaga innar og síggja,
hvat gongur fyri seg á
Grafiska Verkstaði Føroya í
løtuni.
Framsýningin er dømi
um teir serligu møguleikar,
sum kombineraður verkstað
ur
og
framsýningarhøli
hava fyri at geva áhugaðum
innlit í arbeiðið á verk
staðnum beint nú. Fram
sýningin verður fjølbroytt
við sera ymiskum lista
fólkum, ið tó hava meira til
felags enn ein skuldi trúð,
m.a. arbeiða øll listafólkini
figurativt, eins og tey eru
fødd eftir 1963.
Sum tjóvur á nátt
Hetta er eisni árið, tá
listamaðurin Marius Olsen
varð føddur ,og tað verður
áhugavert at síggja, hvat
samanrenningin
millum
okkara besta grafikara og
ein dygdargóðan grafiskan
verkstað fer at føra við sær,
sigur Kinna Poulsen, lista
ummælari, í skrivi frá
Grafiska Verkstaðnum.
Sum dømi um úrslit av
hesum samstarvi nevnir
hon ta, eftir hennara tykki,
framúrskarandi
permu
myndina, sum prýðir nýggj
astu útgávuna av skaldskap
artíðarritinum Vencil.
Kinna Poulsen greiðir
frá, at myndevnisliga tekur
Marius altíð støði í egnum
lívi, sjálvt tá tað eyðsýniliga
er eitt landslag, tað snýr seg
um. Hyggur tú nágreiniliga
at landslagsmyndini sæst til
dømis endurskinið av eini
vekjaraklokku, ella striku
mynd av einum at síggja til
heldur
trilvandi
kardio
grammi.
Hetta
eru
alt
myndevni, sum sipa til eina
stokkuta tilveru, har deyðin
hvørki er vælkomin ella
óvæntaður gestur. Sostatt
eru myndir Mariusar eksis
tentiellar, og tað sama er
galdandi fyri allar myndir
nar á framsýningini, at tær
eru tilveruliga grundaðar.
Skølturin í
nýggjum høpi
Á framsýningini verður eis
ini høvi at síggja steinprent
hjá Hanna Bjartalíð, sum
hesa ferð hevur arbeitt mynd
evnisliga við nøkrum leiku
toysbilum hjá soninum, ið er
áhugavert og eyðkent mynd
evnisval fyri eyðmjúka lista
mannin, ið ikki sjáldan er
raktur av listarligum og til
veruligum iva, skrivar Kinna
Poulsen og leggur afturat.
Við leikutoysbilunum
skoða
vit
tilveruna
úr
barnahædd í einum tilvild
arligum,
men
tryggum
heimi, ið tó tykist spakuliga
hóttur av eini byrjandi skip
an og nógvu ferðini úti í
verðini, sum vit síggja á
bilstreyminum.
Hanni býr í Helsinki
saman við Annu Seppäla
(1974), sum vit eisini fara
at uppliva á framsýningini.
Tað munnu vera meir
enn tíggju ár síðani, Anna
sýndi fram síni verk í Før
oyum, men hon hevur eitt
nú úttikið á felagsfram
sýningum í Listaskálanum
við sínum eitt sindur barns
liga og serstakliga originala
myndamáli, skrivar Kinna
Poulsen og vísir á eina av
myndunum, Anna Seppäla
hevur gjørt á Grafiska
Verkstaðnum
Á myndini sæst ein lítil
skalli, sum gevur huga
samband við myndaheimin
hjá Hanna, ið myndevnisliga
aftur og aftur tekur til vakra
skapið av mannaskøltinum.
Anna sigur sjálv, at mynd
irnar hjá Hanna minna um
okkurt, sum hon sjálv hevur
gjørt og at tey bæði á henda
hátt eru í einum støðugum
listarligum dialogi.
Á eini aðrari mynd sæst
eitt kantut stórbýarskap við
sveimandi
organiskum,
ballónlíknandi
formum.
Tekningin er hugtakandi
við dynamisku mótsøgnini
millum tað kantut málrætt
aða og ein sveimandi opin
leika har alt tykist gjørligt,
heldur listaummælarin
Óeinglaligar
einglaverur
Bárður Oskarsson (1972)
er at kalla javngamal við
Onnu Seppäla, og hóast
hansara myndamál kanska
er eitt vet óhugnaligari enn
hennara, eru tey ikki ólík í
teirra dyrkan av einum ein
støkum figuri, ið onkurs
vegna kemur at standa sum
eitt slag av millumliði mill
um listafólk og áskoðara.
Eftir øllum at døma er
entreprenørurin hjá Bárði
ein eingil, tí henda veran
hevur bæði veingir og
gloriu, sum rættir einglar jú
eiga at hava. Allíkavæl er
hetta upp á nógvar mátar
ein sera óeinglalig eingla
vera, sum merkiliga óhetju
liga og passiv situr hendur í
favn, sigur Kinna Poulsen,
og leggur afturat.
Vit kenna aftur stílin
frá málningum hjá Bárði og
frá hansara vælumtóktu
barnabókum, men nýggju
steinprentini eru serstakliga
áhugaverd við einum búnari
myndamáli, eins og myndir
nar eisini innihaldsliga hava
fingið eina nýggja til
veruliga tyngd.
Áhugaverdar eru eisini
myndirnar
hjá
Illonu
Raipala (1980), sum er
undir útbúgving á finska
kunstakademinum og sum
hevur vitjað Steinprent í
tríggjar mánaðar, her hon
hevur verið í starvslæru.
Nú hevur hon umframt
prentingina eisini roynt seg
sum listafólk við nøkrum
myndum, ið sýnast hava eitt
sera
týðiligt
kvinnuligt
støði og sum snúgva seg
um tann partin av tilveruni,
ið snýr seg um parlagið
millum mann og kvinnu.
Feministiska perspektivið
er serstakt í myndunum,
sum harumframt eisini eru
dekorativar, skrivar Kinna
Poulsen.
Framsýningin Steinverur
letur upp í morgin klokkan
16 og er opin dagliga í Stein
prenti inntil 21. november.
Listin breiðir
seg í Steinprent
Nýggja framsýningin gevur listaáhugaðum høvi at
kaga innar og fáa innlit í arbeiðið, sum gongur fyri
seg á Grafiska Verkstaði Føroya í løtuni
Norðurkorea hóttir
Stjórnin í Norðurkorea vil vera við, at Suðurkorea hevur
sent herskip inn í norðurkoreanskan sjógv vestan fyri
Koreanesið. Tann almenna tíðindastovan í Norðurkorea
endurgevur eina fráboðan frá herflotanum, sum sigur
framferðina hjá grannalandinum vera øsandi, og at hon
kann enda við samanbresti. Norðurkorea hevur ongantíð
viðurkent sjómarkið millum londini, sum bleiv ásett aftan á
vápnahvíldina í 1953. Bæði í 1999 og í 2002 vóru saman
brestir millum herskip úr teimum báðum londunum.
Styðja deyðarevsing
Tveir triðingar av amerikanska fólkinum halda, at tað er rætt
at hava deyðarevsing, og meiri enn annar hvør amerikanari
heldur, at ov fá verða dømd til deyða. Í einari meiningakann
ing hjá Gallup siga 65 prosent, at tey eru fyri deyðarevsing,
og 31 prosent halda, at uppaftur fleiri skuldu fingið deyða
dóm. Tað eru serliga republikanskir veljarar, sum eru fyri
deyðarevsing. 81 prosent av teimum republikonsku veljar
unum styðja deyðarevsing, meðan 49 prosent av teimum
demokratisku veljarunum hava somu hugsan. 40 deyða
dømdir fangar eru tiknir av døgum í USA higartil í ár.