Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 15. oktober 2009 13 Er Ríkisveitingin rótin til alt ilt í Føroyum, ella er hon ein álítandi inntøka í føroyska landshúsarhaldi­ num? Henda spurning kunnu vit seta okkum, nú Ríkisveitingin hevur verið í politiska brenni­ deplinum seinastu tíðina   Ríkisveitingin hevur rætti­ liga verið í brennideplinum  í Føroyum seinastu tíðina,  og tá tú eygleiðir orða­ skiftið, er tað áhugavert.   Ein einføld fíggjarlig transaktión Einfalt sæð er Ríkisveiting­ in ein fíggjarlig transaktión,  ið á hvørjum ári fer úr ríkis­ kassanum beinleiðis inn á  føroysku fíggjarlógina. Í nøkur ár hevur Blokkur­ in, sum fleiri nevna Ríkis­ veitingina, verið 615,5  mió. kr. Hóast upphæddin  tíverri er “fastfryst”, er hon  tó ein stórur partur av  samlaðu fíggjarlógini, ið  telur umleið 4,5 mia. krón­ ur. Ríkisveitingin er umleið  14 % av fíggjarlógini. Sammett við ætlaða hall­ ið í fíggjarlógaruppskotin­ um fyri 2010, rúgvar Ríkis­ veitingin væl upp. Hallið  táttar í 800 mió. kr., og  einføld høvuðrokning vísir,  at hallið hevði verið knapp­ liga hálva aðru milliard  krónur, um ongin Ríkis­ veiting var.. Taka vit tann veruleika  við, at hesar 615,5 millión­ ir krónurnar eru sonevndar  “frumintøkur”, ið – sam­ bært Hvítubók – viga ser­ liga tungt í búskapinum, so  hevði hallið verið munandi  størri uttan Ríkisveitingina. At umfordeila pening í  einum ríkið verður gjørt  allastaðni í framkomna í  heiminum. Inntøkurnar  verða býttar úr ríkiskassum  út á búskaparliga økir, ið  eru veikari. Onki er nattúr­ ligari enn tað.  Í Føroyum eru vit so  heppin at vera partur av  einum búskaparliga sterk­ um ríki, ið hevur góðar  møguleikar fyri umfordeild­ ing, og tað er ein stórur  fyrimunur hjá okkum. Blokkurin sum politiskt barometur Eitt av teimum áhugaverdu  aspektunum við Ríkisveit­ ingini er, at hon er vorðin  eitt rímiliga gott barometur  fyri, hvussu hugsað verður  politiskt. Tey, ið síggja Ríkisveit­ ingina sum “rótina til alt  ilt” í Føroyum, eru typiskt  tey, ið av einhvørjari orsøk  eru fongd við Misskilta  Nationalismu. Hinumegin eru tey, ið  síggja Ríkisveitingina sum  tað, hon er, nevniliga ein  fíggjarlig transaktión og  umfordeiling í sama ríki.  Hesi duga eisini at síggja,  at talan er um eina inntøku.  Hon kemur trúliga inn í  búskapin ár undan ári sum  ein týðandi partur av grund­ ini undir okkara vælferðar­ samfelag. Hetta er ein føst  inntøka, og tað munnu vera  fáar inntøkur, ið roknast  kunnu við á sama hátt í  einum búskapi.   Kolasvart afturhald Misskilta Nationalismu  síggja vit serliga í Tjóð­ veldinum, men so sanniliga  eisini í Javnaðarflokkinum  og í Fólkaflokkinum, har  hon trívist væl. Hvat er so Misskilt  Nationalisma?  Jú, hetta er eitt føroyskt  fyribrygdi, ein hugsjón  um, at onki ber til í Føroy­ um uttan at loysing er  framd fyrst. Uttan fullveldi  ber onki til, er niðurlagið.  Ein fylgja av hugsjónini er,  at alt, ið hevur sín uppruna  í Ríkisfelagsskapinum, er  av tí ónda. Bert hetta seinasta árið  hevur Misskilt National­ isma stungið hógvarnar  langt undan í politikkinum  og orðaskiftinum.  Til dømis kunnu Føroyar  ikki gerast partur av ES  uttan fullveldi. Í Føroyum  kunnu vit ikki reka ábyrgd­ arfullan búskaparpolitikk  uttan fullveldi. Vit kunnu  ikki fara uttanlands við  ítróttafólki okkara uttan  fullveldi. Og so frameftir  og so frameftir. Henda hugsjón, ið alir  upp mistreystið, hevur  síðani 2001 kostað føroy­ ingum umleið 4.000 mió.  kr. (Fýra Milliardir Krón­ ur!!). Hetta er tað sama,  sum ein Sandoyartunnil,  ein nýggj altjóða floghavn  og smáu tunlarnar í Norður­ økinum og Suðuroy kosta  tilsamans. Hugsa um hetta  eina løtu. Vinnan er nú eisini farin  at kenna sviðan av rokning­ unum, ið hitt almenna ikki  hevur ráð at gjalda fyri inn­ tøkutrygd til fiskimenn o.a.   Eitt slag av trúarjáttan Hyggja vit at Ríkisveiting­ ini gjøgnum brillurnar hjá  Misskiltu Nationalismuni,  er greitt, at ein slík fíggjar­ lig transaktión ella umfor­ deilding kann bert vera av  tí ónda. Hon fremur jú ikki  fullveldi, skilst.  Eftirhondini líkist tað  næstan einari trúarjáttan  hjá Misskiltum  Nationalistum at siga, at  Ríkisveitingin er av tí  ónda. Í mínari verð hevur hesin  hugsanarháttur um eina  fíggjarliga transaktión onki  samband við rationellan  veruleika. Misskilt Nation­ alisma er í veruleikanum  onki uttan kolasvart aftur­ hald og trongskygni, ið  undirgrevur vælferðina.    Blokkurin er ein inntøka Tíbetur eru framvegis  nógv, sum duga at síggja,  at inntøkur skapa møgu­ leikar, virkisfrælsi, fram­ burð, vælferð og trivnað. Sjálvur havi eg alla mína  tíð fatað  Ríkisveitingina  sum júst tað, hon er: Ein  inntøka, ið Føroyar ráða  yvir. Hvørki meira ella  minni. At henda inntøka er  afturvendandi og tí álít­ andi, ger hana ikki verri,  tvørturímóti. Øll vita, at álítandi inn­ tøkur skulu til, um sam­ felagið skal vera ført fyri at  veita øllum borgarum sjálv­ sagdar vælferðartænastur  sum t.d. líka og ókeypis  atgongd til heilsuverk,  útbúgving og pensjón o.a. Har er ein náttúrligur  samanhangur millum inn­ tøkur og vælferð. Tess  størri inntøkur, tess betri  kann útboðið av vælferðar­ tænastum gerast. Og øvugt.   Seta onki í staðin Júst henda samanhang  royna Misskiltu National­ istarnir í føroyskum  politikki at tiga burtur. Við at skera burtur av  Ríkisveitingini og “fast­ frysta” árligu transaktión­ ina, hava tey skorið í inn­ tøkunum. Tað er tó ikki tað  versta. Ólukkan er, at tey  hava onki sett í staðin.  Ongin nýggj inntøka er  komin í staðin fyri tað,  sum Ríkisveitingin er  vorðin minni. Avleiðingarnar síggja vit  í hesum døgum, nú tað  sansar at búskaparliga og  fíggjarliga. Sparingar og  skerjingar raka vælferðina,  og tíverri eru tað tey veik­ astu í samfelagnum, ið fara  at merkja sviðan mest. Tað  nýggjasta er, at fráfytingin  er farin at økjast aftur, og  tað ber í sær, at samfelagið  fær varandi skaða. Hetta, at politikarar nú  eru farnir at stríðast um  lønarhækkingar og tunlar,  er bert ein avleiðing av, at  krubban er tóm. Vit  mangla inntøkur. Inntøkuskapan er altavgerandi Tí er inntøkuskapan tann  mest týðandi uppgávan í  føroyskum politikki í dag.  Sagt við øðrum orðum:  Føroyskir politikarar skulu  varðveita og økja verandi  inntøkur og gera alt, ið til  ber, fyri at skapa nýggjar  inntøkumøguleikar. Í praktiskum politikki  merkir hetta m.a., at vit eiga  at varðveita og helst økja  fíggjarligu transaktiónina, ið  vit kalla Ríkisveiting. Vit skulu hava nógv  meira av tí virðismikla  uppisjóvarfiskinum, sum á  hvørjum ári etur seg feitan  á føroyskum øki, men sum  føroysk skip fáa alt ov  lítlan part av, tá samráðst  verður um fiskirættindi. Og so eiga vit eisini at  leggja nógv fyri til tess at  gerast partur av ES, so  okkara vinnufyritøkur fram­ eftir kunnu fáa lut í menn­ ingini í Europa og troyta  europeisku marknaðirnar  við somu treytum sum  okkara kappingarneytar. Fokus má og skal liggja  á inntøkuskapan.  Tað eru krónur og oyru,  ið byggja okkara land og  fíggja okkara vælferð. Ikki  inntriv í gjørdar almennar  lønaravtalur. Ikki stongsul  á okkara sálarsjúkrahúsi.  Ikki dýrkandi prísir á  heilivági. Og als ikki  Misskilt Nationalisma. Hvussu fatar tú Blokkin? løgtings- og fólkatingsmaður Edmund JoEnsEn viðmerkingar §. 2 Løgmansfyrisitingin kr. 9.000.000 Umbyggjing í tinganesi  (Løgujáttan) kr.  9.000.000 §. 5 Fiskivinnumál: kr. 31.500.000 • Tilbúgving  (Løgujáttan) á tinghúsvegi  kr. 2.000.000 • Útgerð til Magnus  Heinason (Løgujáttan  kr. 1.500.000 • Nýtt havransóknarskip  (Løgujáttan)  kr. 20.000.000 • Trygdarmiðstøð (Løgu­ játtan) kr. 8.000.000 Inntøkutrygd til fiskimenn er sett til kr. 0 í 2010 Við eykajáttan er rokna  við at brúka kr. 42.000.000  í 2009 §. 6 Vinnumál: kr. 4.700.000 Nýtt skip til Svínoyar –  Fugloyarleiðina kr.  4.700.000 §. 7 Mentamál: kr. 57.200.000 • Eftirskúlar í Suðuroy  (Løgujáttan) kr. 1.000.000  • Skúladepil í Marknagili  (Løgujáttan) kr.  28.000.000 • Skúladepilin í Markna­ gili komandi árini:   2011 kr. 97.000.000   2012 kr. 107.000.000 2013 kr. 107.000.000   2014 kr. 43.000.000  tilsamans kr. 382.000.000 • Studentaskúlin í  Hoydolum (Løgujáttan)     kr. 3.700.000                 • Maritimur depil (Løgu­ játtan) kr. 1.000.000 • Tjóðleikhús (Løgu­ játtan) kr. 1.500.000 • Bókasøvn (Løgujáttan)  kr. 500.000 •  Kirkjubømúrurin  (Løgujáttan) kr. 1.500.000 • Ídróttarhøll í Sand­ oynni (Løgujáttan)  kr. 10.000.000 • Ídráttar­ og mentanar­ verkløg (Løgujáttan)  kr. 10.000.000       §. 11 Heilsumál: kr. 57.000.000 • Meticotteknisk tól  (Løgujáttan) kr. 17.000.000 • Landssjúkrahúsi,  útbygging (Løgujáttan)  kr. 34.000.000 • Klaksvíkar Sjúkrahús          kr. 3.000.000 • Suðuroyðar Sjúkrahús        kr. 3.000.000 §. 12 Almannamál: kr. 75.000.000 • Búðstovnar o. a. (Løgu­ játtan) kr. 31.000.000 • Eldrasambýlir  (Løgu­ játtan) kr. 42.000.000 • Lán til ellis­røktarheim  í Vági (Stuðulsjáttan)  kr. 11.650.000. Framrokningar vísa, at tá  tær íløgur sum hava rakstur  við sær eru gjørdar, kemur  raksturin av hesum at kosta  meira enn 1 milliard  krónur um árið.  Hetta skal sjálvandi fíggj­ ast av landi og kommunum  framyvir.  §. 15 Innlendismál: kr. 82.600.000 • Umv. av almennum  bygningum (Løgujáttan)  kr.  22.000.000 • Umhvørvisstovan  (Løgujáttan) kr. 2.000.000 • Orkuverkætlanir  (Løgujáttan) kr. 3.000.000 • Útbygging av tyrlu­ pallum (Løgujáttan)            kr. 3.000.000 Nýggir landsvegir (Løgujáttan) kr. 49.600.000 • Øravík – Hov  kr. 2.700.000 • Dagføring av brúm og  tunnlum kr. 4.500.000 • Skálabotnr – Strendur        kr. 2.400.000 • Vegur omanfyri  Skálafjørð kr. 8.000.000 • Innkoyringarvegur til  Tórshavn kr. 5.000.000 • Trygdartiltøk størri  ábøtur kr. 6.000.000 • Vegagerð í Lorvík                 kr. 5.000.000 • Rituvíkarvegurin  kr. 3.500.000 • Vegagerð í Kaloy  kr. 2.500.000 • Famjin – Øðravík                 kr. 2.000.000 • Brúgvin um Streymin  kr. 7.000.000 • Skálafjarðartunnilin               kr. 1.100.000 Sum tað kann lesast, svart  uppá hvítt her, eru  kr. 2.500.000 av kr.  49.600.000 avsettar til at  brúka í 2010 í Norð­ oyggjun. Hesar skulu  brúkast í Kalsoynni. Í Suðuroy skulu brúkast  kr. 4.700.000. Hesar skulu  brúkast ì Øravík – Hov og  Famjin – Øravík.  Tað sum tá er eftir kr.  42.400.000 skal brúkas í  Eysturoynni og Streym­ oynni samla í  meðinøki­ num, har tað helst er minsta  arbeiðloysi í landinum. Íløgujáttanin løgtingsmaður HEini o. HEinEsEn Fíggjarlógaruppskot frá landstýrinum til Løgujáttan 2010 kr. 317.000.000 Umrødda greinin  var fyrst og fremst  myntað uppá  støðuna í fiski­ mannafelagnum í  dag og hevur tí sum  so einki við Dan  Petersen at gera.  Tá  hann heldur, at   endurgivna brotið í  greinini gongur  honum persónliga  ov nær, skal eg taka  tað  aftur við eini  umbering. Umbering Óli JacobsEn