hósdagur 15. oktober 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 197 - 15. oktober 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at
Turið Dahl
ættað úr Havn
búsitandi í Ballerup
andaðist á Herlev sjúkrahúsi
mánadagin 12. oktober, 61 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Skovvejskirken, Digterparken 1,
Ballerup leygardagin 17. oktober klokkan 14.30.
Familjunnar vegna
Hanne, Niels, Sverri, Tóra, Monika og Emma
Anna Midjord
Vági
ættað av Økrum
andaðist á Landssjúkrahúsinum mánamorgunin,
63 ára gomul.
Kistan fer úr landssjúkrahúskapellinum
fríggjakvøldið kl. 17 umborð á »Smyril«.
Jarðarferðin verður úr Betel í Vági
leygardagin kl. 13.00.
Tey, ið ynskja at minnast Annu, kunnu lata Traktatgrunninum
eina gávu, konto í peningastovnunum
Dagurin
15. oktober. Heiðveig, deyð ár 1243. Hon var greivadóttir úr Bayern og giftist hertuganum Heinriki fyrtsa í Slesiu.
Hon bygdi fleiri sjúkra hús og kleystur. Gav seg í nunnukleystur, har hon doyði. Hon varð skírd halgikvinna í 1267.
Heiðveig er føroyska navnið fyri Hedvig. Navnið er upprunaliga týskt, samansett av tveimum orðum, sum merkja
stríð og víggj.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Ikki vardi tað okkum, tá vit sóu
fløggini veitra í hálvari stong hend
an vakra sunnumorgunin tann 30.
august, at boð høvdu verið eftir
Jónhild kvøldið fyri. Bygdarfólkið
hevði júst hildið summardag og
heilsað heystinum vælkomið við
øllum tí, ið tað hevur at bjóða. Men
rætt var, fløggini veitraðu fyri okk
aru góðu vinkonu, Jónhild, sum alt
ov ung fekk álvarsama sjúku. Tolin
sum hon var, bar hon sjúkuna og
misti ikki mótið, men tók hvønn
dagin, sum hann lagaði seg. Men
sjúkan gjørdi nógv um seg og eftir
stutta sjúkratíð, vórðu hennara dag
ar á foldum taldir.
Jónhild hevur verið ein av okkum
nýggju í bindiklubbanum í nógv ár.
Vit minnast aftur á hugnaligar
løtur, har tosað varð bæði um gama
og álvara, og har vit skemtaðu og
flentu í ovfarakæti eftir onkrum,
sum vit kanska sjálvar høvdu gjørt
ella upplivað. Vit minnast tær
hugna ligu løtur í hennara heimi
uppi á Steig, har vit merktu, hvussu
væl Jónhild dámdi at hava bindi
klubba og varta okkum upp. Vit
minnast jólabindiklubbarnar, sum
nakað serligt, tá vit sum børn, við
stjørnum í eygunum, royndu at
finna út av, hvør hevði mandluna.
Jónhild var still og frintlig og
altíð við tí góða orðinum; talaði
ongantíð ilt um nakran. Vit merktu,
hvussu góð hon var við síni; mann
in, børnini, ommubørnini, versonin
og systrarnar Hon fylgdi væl við,
tá Annfinnur og dreingirnir vóru til
skips, hvar teir vóru og hvussu
nógv teir fiskaðu. Dótturina, Kristi
annu var hon sera góð við og stolt
av. Vit merktu eisini, at Kristianna
hevði umsorgan fyri mammu síni.
Jónhild tosaði nógv um ommu
børnini, og henni dámdi væl at
hava tey rundan um seg. Tá vit
vóru uppi hjá Jónhild, var tað ofta
at hon, við einum blíðum eygnabrái,
segði, tá vit fingu onkra sjálvtsama
góða køku, at Kristianna hevur
bak að.
Veðrið var av tí fagrasta, ikki ein
ond rørdist, hendan dagin, Jónhild
varð løgd til hvíldar her á foldum.
Soleiðis, sum hesin dagurin var,
soleiðis var Jónhild eisini sjálv,
still, mild og góð.
Tað kennist tómligt, nú hennara
stólur stendur tómur. Fyrstu ferð
vit møttust aftur aftan á at Jónhild
var farin, hildu vit eina stilla løtu
til minnis um okkara góðu vin
konu.
Hvíl í friði góða Jónhild.
Bindiklubburin
Minningarorð um
Jónhild Petersen í Sandavági
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 1. nov. hava Kristina og Hans Andrias
Jacobsen, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin 7. nov. í
Bøgøtu 3, Klaksvík. Vælkomst verður frá kl. 19. Tey, ið
ynskja at heilsa uppá Kristinu og Hans Andrias, kunnu
siga frá á tel. 456737 ella 458625.
Silvurbrúdleyp
Leygardagin 17. okt. kunnu hjúnini Aud og Siggvard,
Joensen, halda silvurbrúdleyp. Vælkomst verður í
heiminum: Lauritsargøta 7, Tórshavn, frá kl. 17.
90 ára føðingardagur
Sunnudagin 18. okt. fyllir Poul Jacobsen, Svínoy, 90 ár. Dag
urin verður hildin úti í Svínoy leygardagin 17. okt. kl. 19.
80 ára føðingardagur
15. okt. fyllur Malla Jacobsen, Norðragøta, 80 ár.
Dagurin verður hildin saman við familiuni.
80 ára føðingardagur
Týsdagin 20. okt. verður Hildigarð Høghamar, Eiði, 80
ár. Føðingardagurin verður hildin leygardagin 24. okt. á
Hotel Eiði Frá kl. 18. Tey, ið vilja heilsa uppá Hildigarð
verða biðin at siga frá á tlf. 423045 (Hildigarð), 283541
(Annsy), 229727 (Nomi) áðrenn 17. okt.
Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum, at
elskaði maður, pápi, verpápi, abbi
og langabbi okkara
Hans Sørensen
ættaður úr Trongisvági
búsitandi í Tórshavn
andaðist í heiminum týsdagin, 82 ára gamal.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum
fríggjadagin kl. 19.00.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
leygardagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Kamilla, Tummas, Sigrid, Sofía, Maja og Sonja
Tey, ið ynskja at minnast Hans, kunnu lata Hjartafelagnum
eina gávu, konta í peningastovnunum.
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu
tá góði maður, pápi, 'verpápi og abbi okkara
Eli Danielsen
Tórshavn
andaðist og varð jarðaður.
Takk, Heri Joensen, prestur, fyri troystarík orð.
Vit takka sangarum berarum, kirkjutænarum og
gravarum.
Takk, tit starvsfólk á B8, fyri tykkara hjálpsemi.
Takk fyri kransar, blómur og gávur til Hjartafelagið.
Takk øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Katrin
Páll og Súni