Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. november 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 228 - 24. november 2001 Nr. 228 - 24. november 2001 3 Tøkk Øllum tykkum, sum á ymsan hátt sýndu samkenslu tá ið Páll Poulsen Tórshavn doyði og varð jarðaður, takka vit hjartaliga. Fríðbjørg, Fríðmundur og systkin við familju Einstakir ráðharrar og partar av ísraelsku herleiðsluni krevja, at málið skal kannast til botns ÚTLAND Tað var ikki ein óbrostin granat, sum tey fimm palestinsku skúlabørnini komu framá hósdagin, men heldur ein sokallað "lúrim- ina". Tey fimm skúlabørn- ini, sum øll búðu í Gaza, vóru millum seks og fjúrtan ára gomul. Upprunaliga ljóðaði, at tey fimm børnini høvdu funnið eina óbrostna ísra- elska granat, sum tey síðani vóru farin at spæla við, men ísraelska blaðið Maariv avdúkaði í gjár, at talan var ikki um eina granat, men eina minu. Blaðið veit eisini at siga, at ísraelskir agentar løgdu minuna herfyri. Ætlanin var, at hon skuldi beina fyri víðgongdum palestinum, sum hildu til har, og sum høvdu skotið eftir ísra- elskum hernaðarmálum. Ísraelska útvarpið segði í gjár, at kreftir í herleiðsluni høvdu kravt, at tilburðurin skuldi kannast, og Ephaim Smeh, flutningsmálaráð- harri, sum var varaverju- málaráðharri í undanfarnu stjórnini, segði við útvarp- ið, at málið skal kannast. - At fimm børn doyggja á hendan hátt eiga vit at taka í størsta álvara. Málið má kannast, og herleiðslan eig- ur at lata okkum eina frá- greiðing um hetta, segði ráðharrin. Skeiv frágreiðing Andstøðuleiðarin í ísra- elska tjóðartinginum skuld- setti í gjár herleiðsluna fyri at skáka sær undan ábyrgd við at siga, at herurin hevði ikki skotið granatir inn í Gaza hósdagin. Tann fyrsta frágreiðingin hjá herleiðsluni var, at tey fimm børnini vóru komin fram á eina óbrostna granat, tá tey vóru á veg í skúla. Sagt varð, at børnini koyrdu undir granatina, sum alt fyri eitt sprongdist. Tey fimm børnini fóru so illa, at tey vóru ikki til at kenna aftur. Tey fóru til gravar í gjár. Hetta er ikki fyrstu ferð, at stríðið millum ísraels- menn og palestinar hevur kostað palestinskum børn- um lívið. Tann syndarligi tilburð- urin í Gaza hósdagin hendi, júst sum George W. Bush, forseti og Colin Powell, uttanríkisráðharri hava lagt trýst á ísraelsmenn og pale- stinar fyri at fáa enda á ófriðinum. Tað er einki at ivast í, at tilburðurin í Gaza fer at herða amerikanska kravið um frið. Fyribils er úrslitið, at Ariel Sharon, forsætisráð- harri hevur játtað at hitta Bush forseta. (Fartekst) UTTAN ÚR HEIMI Noreg og ES kunnu ikki einanst um kvoturnar í Norð- sjónum ÚTLAND Ætlanin var at enda sam- ráðingarnar í gjár, men fyribils hava partarnir av- talað at útseta samráðing- arnar til tann 13. desember. Ósemjan snýr seg um, hvussu svartkjafturin skal umsitast, og júst svartkjaft- urin hevur stóran týdning sum býtisfiskur millum Noreg og ES. Tá talan er um tað, sum Noreg fær í býti við ES, svarar svart- kjafturin til 40 prosent. Undan samráðingunum varð roknað við, at toska- veiðan fór at verða tann stóri stríðsspurningurin, tí Noreg hevur skotið upp at avmarka toskaveiðuna í Norðsjónum niður í lítið og einki. Í gjár vildi norski sam- ráðingarleiðarin, Sigrun Holst, ikki siga, hvussu samráðingarnar høvdu gingið. Hon segði bert, at partarnir vóru samdir um okkurt. Hóast Noreg og ES um- sita fiskiskapin í Norð- sjónum í felag, hevur hesin fiskiskapurin munandi størri búskaparligan týdn- ing fyri ES-londini. (Fartekst) Ísraelsk mina drap fimm skúlabørn ES og Noreg ósamd um fiskirættindi Mynd: Reuter C M Y K 3 2