Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. november 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 228 - 24. november 2001 Nr. 228 - 24. november 2001 5 Í dag, leygardagin, verður árliga jóla- sølan hjá Føroya Blindastovni. Tað eru tey blindu og sjónveiku, ið hava tilevnað lutir gjøgnum árið, og teir verða seldir nú JÓLASØLA Stefan í Skorini Leygardagin verður møgu- leiki hjá fólki at ogna sær nakrar av teimum lutum, ið brúkararnir á blindastovn- inum hava tilevnað gjøg- num árið. Tá verður tann árliga jólasølan á skránni. Tey blindu og sjónveiki hava kýtt seg almikið, frá tí tey komu aftur á stovnin eftir summarfrítíðina og fram til desember mánað. Á blindastovninum er nógv ymiskt hjá teimum at takast við. Hetta sæst aftur á jólasøluni, tí vørurnar, ið eru til sølu, eru ógvuliga fjølbroyttar. Á stovninum hava tey træverkstað og vevistovu, har tey blindu arbeiða alt árið. Tað hendir eisini, at fólk koma inn at keypa onkran lut, ið tey hava gjørt. Harumframt er eisini vanligt hondarbeiði, sum verður til sølu. Fleir ár á baki Blindastovnurin hevur í fleiri ár skipað fyri jóla- sølu, har lutir verða seldir. Karin Kass, leiðari á blindastovninum, heldur, at tað munnu vera eini tíggju ár síðani, at tey á fyrsta sinni høvdu slíka jólasølu. Hon sigur, at nógv fólk vitja hesar sølurnar, og oftast verða allar vørurnar seldar við brestin. So fólk mugu vera í góðari tíð, tí vørurnar eru eftir øllum at døma sera væl umtóktar av fólki. Jólasølan verður leygardagin frá klokkan 14 til 17. Tey blindu hava lagt seinastu hond á verkið, og fríggjadagin fingust starvs- fólkini við at seta alt fram, so at alt skuldi vera so prýðiligt sum gjørligt. Í løtuni eru eini 30 blind og sjónveik, ið hava sína dagligu gongd á blinda- stovninum, og tað eru hesi, ið hava gjørt allar lutirnar. Tað má sigast, at hetta eru væla verk, sum tey hava latið úr hondum. Har eru stólar, krakkar, bustir, ljósastakar og leypar, ið eru gjørdir á træverkstaðnum. Tey litføgru teppini eru gjørt á vevistovuni. Hesi verða framleidd alt árið. So eru aðrir lutir, ið eru meira knýttir at jólunum. Har eru nissur, piparnøtir, jóladekoratiónir og jóla- stjørnur. Hálsprýði og arm- bond eru eisini at fáa. Silvurketurnar eru ógvu- liga væl umtóktar, og tær verða eisini at fáa leygar- dagin. Við at skoða hesa jóla- søluna sæst, at tey blindu hava nógv ítriv, har tey kunnu gera nakað til nyttu, hóast tey eru blind ella sjónveik. Umframt sjálva søluna er eisini møguleiki hjá teim- um vitjandi at keypa sær kaffi og køkur. Jólasøla við dygdarvørum Hálsprýðini og nissurnar eru væl úr hondum greidd, og tær fara óivað at hugna um heimini undan jólunum Mynd: Jens Kr. Vang Karin Kass og hini starvsfólkini á blindastovninum settu fríggjadagin lutirnar fram. Vanligt er, at alt verður skrætt av borðunum Mynd: Jens Kr. Vang At talið á kommunu- læknum í Føroyum er langt frá tí, sum tað eigur at vera, er ein sannroynd. Hetta førir til, at komm- unulæknatænastan harvið ikki verður nøktandi, og hava flest allir læknar í Føroyum alt ov stóra arbeiðsbyrðu. Tí seta vit spurningin: Er kommunulæknatæna stan ráðilig? METING Ingrid Bjarnastein Tað er sum at fáa ein vátan vøtt í andlitið, tá ein ringir til læknan, og biðjur um eina tíð, men fær svarið, at ongin tíð er nú, ring aftur, ella kanst tú fáa eina tíð um tríggjar vikur. Av tí, at læknarnir bert hava stundir til bráðneyðuga arbeiðið, er fyribyrgjandi arbeiðið við sviðusoð. Ónøktandi talið á kommunlæknum gongur heilt vist útyvir okkum øll. Tó er hesin trupulleikin størstur á teimum stóru økj- unum, sum í Havnini og í Klaksvík. Læknarnir hava ov stóra arbeiðsbyrðu og ov stórt arbeiðsøki. Sagt verður, at hvør kommunulækni skal hava ein sjúklingaskarða á um- leið 1500 fólk. Men í Før- oyum liggur talið væl omanfyri 1500. Til dømis eru eru bert tveir starvandi kommunulæknar í Klaks- vík, og hava teir ein sjúkl- ingaskarða á 3000 fólk – 1000 fleiri enn viðmælta talið. Á Bornholm eru til dømis 40 kommunulæknar til sama fólkatal, men har skal tó havast í huga, at um summarið eru ferðafólkini rættiliga nógv. – Kommunulæknaskip- anin er uppbygd soleiðis, at fólkið skal hava skjóta og lætta atgongd til ein ser- frøðing í almennari medis- in, sigur Andrias Petersen, kommunulækni í Gøtu. – Endamálið við skipan- ini er, at tú hevur ein lækna í nærumhvørvinum, sum tú kanst fara til við heilsutrup- ulleikum, sum oftast verða viðgjørdir á staðnum, ella í fáum førum verða sendir víðari til sjúkrahúsið. Gongur ikki í longdini Kommunulæknarnir hava ógvuliga stóra arbeiðs- byrðu, nógvar sjúklingar, langar arbeiðsdagar og stórt arbeiðsøki. Spurningurin er tí upplagdur: Hvussu kunnu so fáir læknar røkta eina so stóra arbeiðsbyrðu? – Hetta gongur ikki í longdini, tað er heilt vist, sigur Andrias Petersen. – Tá dekningurin er so vánaligur, er tað sjálvsagt, at hetta fer ikki at ganga. Men hetta er sum ein ónd ringrás. Tá arbeiðsbyrðan er ov stór, eru tað fáir, sum vilja átaka sær hetta ar- beiðsøkið. Eg vil ikki siga, at tænastan er óráðilig sum nú er, men við eini ov stór- ari arbeiðsbyrðu, er vandi fyri, at tað kann ganga út yvir dygdina í arbeiðnum. Men Andrias heldur tó ikki, at talan er um hetta enn. Andrias Petersen sigur, at hetta er ein samfelagstrup- ulleiki. Hann verður ikki loystur, og tað eru alt ov fáir læknar. Læknatænastan er í sær sjálvari ikki óráði- lig, men tað kann verða persónliga óráðiligt, tá ein lækni hevur ov nógv at gera. Andrias leggur tó aft- urat, at tað er ikki bert í Føroyum, at kommunu- læknatalið er ov lágt. Trup- ulleikin er í øllum Norðan- londum. Andrias Petersen leggur tó dent á, at trupul- leikin við kommunulækn- um er størstur í Havnini og í Klaksvík. Øll hini økini í Føroyum hava nøktandi kommunulæknatænastu. Ein annar trupulleiki er so tann, at miðalaldurin á kommunulæknum er omanfyri 50 ár, og kemur hetta eisini at verða ein trupulleiki í longdini, um tilgongdin í kommunu- læknum ikki veksur. Ikki nóg spennandi – Tað vísir seg, at komm- unulæknastarvið helst vegna stóru arbeiðsbyrðuna ikki er nóg lokkandi, greið- ir Andrias Petersen frá – Fleiri læknar velja at vera sjúkrahúslæknar, av tí at arbeiðsviðurskiftini eru nógv meira skipaði. Føroy- ar eru eisini eitt útjaðara- øki, og tí mugu vit satsa uppá, at læknarnir vit hava í Føroyum eru føroyingar, sum koma aftur eftir lokna útbúgving. Hesir læknar hava brúk fyri serútbúgving innan kommunulæknaøkið, sum eitur alment medisin. Kommunulæknaráðið hevur í fjør lagt fram upp- skot um sokallaði »blokk- yrki« í Føroyum. Hesi blokkyrki eru hjá læknum og á landssjúkrahúsinum kring landið, og ger hetta, um myndugleikarnir stuðla tí, at vit kunnu úbúgva kommunulæknar í Føroy- um. Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í Al- manna- og heilsumálum sigur, at arbeitt verður við málinum, men hann torir ikki at siga, hvussu langt er eftir á mál. Ætlanin við hesum blokkyrkjunum er at útvega nýggjar kommunulæknar uppá longri sikt, og tekur hendan úbúgvingin fýra- fimm ár. Hendan skipanin hevur virkað í londunum rundan um okkum í fleiri ár. Verður søkt Heldur ikki Sámal Petur í Grund vil kalla læknatæn- astuna í Føroyum óráðiliga. – Sjálvandi er tað ógvu- liga harmiligt, at fólk fáa so langa bíðitíð, men vit søkja í hvørjum einstøkum føri eftir læknum har tørvurin er, sigur Sámal Petur í Grund. – Tað liggja í dag eisini øki, har ongin kommunu- lækni er á staðnum, men tað vísir seg, at vera ógvu- liga trupult at fáa sett kommunulæknar. Eg vil ikki kalla tænastuna óráði- liga. Ásetaninar til læknar eru nøktandi, vit lýsa tað vit kunnu og arbeiða við teimum fortreytum sum eru. Til dømis er ein nýggj- ur kommunulækni júst sett- ur í Havnini, so ásetanirnar fyri Havnina eru nøktandi. Arbeitt verður við øðrum málum eisini, sum at fáa læknamiðstøðirnar kring landið at samstarva við sjúkrahúsini, soleiðis, at borgarin kann fáa fatur á lækna ella sjúkrahúslækna um tørvur er á tí. Um tænastan í Havnini og Klaksvík er nóg góð, er tó upp til teir einstøku borgararnar at meta um. RÆTTING Heri á Rógvi Í blaðnum í gjár var ein grein, har vit høvdu mannað Løgtingið útfrá nøkrum framrokningum. Í greinini fær Annita á Fríðriksmørk, sum hevur sitið á tingi fyri Tjóðveldisflokkin hesi seinastu árini, endur- nýggja sítt pláss í tingin- um. Eftir eina fínteljing, so vísir tað seg, at Annita ikki fekk savnað so mikið av atkvøðum saman í Suðursreymoy sum nýggja andlitið hjá Tjóð- veldisflokkinum í lands- politikki, Jógvan Arge. Annita fekk fleiri atkvøð- ur enn Jógvan tilsaman, men hetta var mestir við góðari hjálp úr Eystur- oynni, haðani hon eisini er ættað. So líkt er til, at ein kend útvarpsrødd fer at skifta senditíð til løg- tingsorðaskiftið. Vit biðja orsakað mistakið. Jógvan fyri Annitu Kommunlæknatænastan ikki nøktandi Høvuðsstaðurin og Klaksvíkin eru mest útsett fyri vantandi læknahjálp Savnsmynd C M Y K 5 4