leygardagur 24. november 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 228 - 24. november 2001
Nr. 228 - 24. november 2001
7
Næsta ár ætlar
Stranda Kommuna at
asfaltera at kalla allar
vegirnar í bygdini
STRENDUR
Áki Bertholdsen
Næsta ár skulu allir vegir á
Strondum gerast í fínasta
stand.
Í løtuni er fíggjarætlanin
fyri næsta ár til viðgerðar í
bygdaráðnum. Og hóast
hon ikki er endaliga sam-
tykt, er tað greitt, at ein
tann størsta útreiðslan hjá
kommununi komandi ár,
verður í asfaltering.
Eivind Jacobsen, borgar-
stjóri á Strondum, sigur, at
fyribils eru tvær milliónir
settar av á fíggjarætlanini
hjá kommununi fyri kom-
andi ár, til asfaltering.
Hann sigur, at hann hevur
skilt á bygdaráðslimum, at
er semja um, at taka eitt
ordiligt tak at asfaltera
næsta ár, so hann væntar
ikki, at upphæddin verður
stórvegis broytt.
Fyri hesa upphæddina er
ætlanin at asfaltera at kalla
allar vegir í Kommununi,
bæði høvuðsveg og síðu-
vegir.
Ávís
vegastrekki
á
Strondum eru í góðum
standi, men tað mesta er í
vánaligum standi og tí er
ætlanin at asfaltera alt, sum
treingir til.
Hann sigur, at tá ið farið
verður at asfaltera, loysir
tað seg nógv betri fyri
kommununa at taka sum
mest undir einum.
– Tað fær prísurin fyri
hvønn fermetur munandi
niður, um nógv verður lagt
fyri, tí maskinur skulu
flytast til og frá og riggast
til undir øllum umstøðum,
og tess minni tær verða
brúktar, tess dýrari verður
arbeiðið upp á seg.
Strandingar fáa vegirnir
asfalteraðir fyri 100 krónur
fermeturin, tvs, at fyri tvær
milliónir
kunnu
einir
20.000 fermetrar av vegi
asfalterast og tað er tað all-
armesta av vegi, sum er í
kommununi, sigur borgar-
stjórin.
Tað fer at kosta nógv-
um føroyskum sjó-
fólki størvini, at Skip-
ara- og Navigatørfel-
agið nú hevur lýst
verkfall á skipum í
oljuvinnuni
VERKFALL
Áki Bertholdsen
Nú fara tey føroysku skip-
ini, sum sigla í oljuvinnuni
undir útlendskt flagg.
Og skip, sum ætlanin fyri
stuttum var at fáa undir før-
oyskt flagg, fara nú heldur
undir útlendskt flagg ístað-
in
Gunnbjørn Joensen á
Thor í Hósvík sigur, at nú
eru umstøðurnar hjá skip-
unum í oljuvinnuni undir
føroyskum flaggi so vána-
ligar, at tað er onki at gera,
uttan at koyra tey undir
útlendskt flagg.
Hetta er ein beinleiðis av-
leiðing av krøvunum, sum
Skipara- og Navigatørfel-
agið setir til reiðararnar,
sum hava hesi skipini.
Ósemja er ímillum skip-
ara- og Navigatørfelagið
um lønina hjá yvirmonnun-
um á hesum skipunum og
tað er so langt ímillum
partarnar, at nú hevur felag-
ið lýst verkfall fyri yvir-
menninar umborð á teim-
um.
Missa størv
Men tað skilst, at hetta
kann gerast ein dyggur
smeitur fyri teir føroyingar,
sum høvdu ætlað sær eina
framtíð í føroysku olju-
vinnuni á sjónum.
Thor í Hósvík hevur sjey
slík skip og er tískil størsti,
føroyski reiðari á økinum.
Fýra av teirra skipum eru
undir føroyskum flaggi og
trý eru undir útlendskum
flaggi. Tey sigla um allan
heimin, eitt er beint sunn-
anfyri markið, tvey eru á
norskum øki, eitt er í Pers-
araflógvanum, eitt er í
Singapor og eitt er í Vestur-
afrika.
Umborð á einum skipi
eru skiparin og stýrimaður-
in føroyingar, og á einum
øðrum skipi eru skiparin og
meistarin føroyingar. Um-
borð á hinum fimm skipun-
um eru bara føroyingar.
– Ætlanin var at eitt skip
afturat skuldi koma undir
føroyskt flagg, men tað er
ikki hugsingur um nú og tí
fer tað at verða skrásett á
San Vinsent. Tað er Thor
Supporter.
Og tað er eisini alt, sum
talar fyri, at tey skipini,
sum eru undir føroyskum
flaggi, eisini fara undir útl-
endskt flagg, tí sum um-
støðurnar nú eru, ber ikki
til at verða verandi undir
føroyskum flaggi.
Gunnbjørn Joensen sigur,
at enn er onki avgjørt, men
tað er onki at ivast í, at sam-
stundis, sum tey fara undir
føroyskt flagg, fara tey eis-
ini fara at verða mannað
øðrvísi.
Tvs, at tey tey í størri
mun enn nú fara at verða
mannað við útlendingum
og føroyingarnir umborð
fara at vera slúsaðir íland.
– Tað er nóg trupult sum
er at manna skipini við før-
oyingum, tí teir kosta 4.000
krónur eyka um mánaðin
bara í ferðaútreiðslum fyri
hvønn mann, hvørja ferð,
teir skulu uttanlands, um-
framt ferðingartíðina.
Í lógini verður lagt upp
til, at so nógv føroysk ar-
beiðsmegi sum gjørligt skal
vera við í oljuvinnuni, men
verða skipini noydd at fara
undir útlendskt flagg, verð-
ur tað eitt stórt afturstig í so
máta. Ikki minst verður tað
eitt afturstig fyri tann ser-
kunnleika, vit ætlaðu at
byggja okkum upp í olju-
vinnuni, sigur reiðarin úr
Hósvík.
Kunnu ikki kappast
Gunnbjørn Joensen sigur,
at sum støðan er nú, er tað
ber tað ikki til hjá føroysk-
um skipum í oljuvinnuni at
kappast við útlendskt reið-
arí.
Hann sigur, at lønirnar,
sum teir hava umborð eru
frammanundan á so høgum
støði, at tær eru hægri enn
lønirnar hjá navigatørunum
á Brimli og Tjaldrinum, so
hann skilir onki av krøvun-
um hjá Skipara- og Navig-
atørfelagnum.
– Tað sær út sum um
Skipara- og Navigatørfel-
agið hevur tikið tað besta úr
teimum donsku sáttmálun-
um og tað besta úr teimum
norsku sáttmálunum og lagt
tey krøvini fyri føroysku
reiðararnar.
– Tað halda vit er eitt ov
nógv avgjørt, nú, vit eru í
ferð við at byggja vinnuna
upp. Vit hava brúkt millión-
ir av krónum uppá at læra
manningarnar
til
hesa
nýggju siglingina og tí er
tað niðurbrótandi at fáa slík
krøv.
– Men einaferð renna vit
okkum upp undir loftið og
tað síðsta tilboðið, vit hava
givið teimum, er so gott, at
tað er óskiljandi, at teir ikki
taka av.
Tá ið skip fara undir útl-
endskt flagg, verður ofta
hugsað um trygdina?
Trygdin hevur onki við
fløggini at gera. Tað eru
ikki fløggini, sum seta
treytirnar, men reiðarin og
ikki minst, oljufeløgini
sjálvi. Og krøvini, sum
oljufeløgini seta, eru mang-
an nógv strangari, enn
krøvini, sum skipasýnini í
teimum ymsu londunum
seta. So trygdin verður
framvegis sama støði sum
nú, sama, hvørjum flaggi,
tey eru undir, sigur Gunn-
bjørn Joensen.
Og hann leggur afturat, at
tað skal rættiliga bógv
broytast í Føroyum, áðrenn
tey skipini, sum eru farin,
og fara undir útlendskt
flagg, flagga heimaftur.
Hann sigur eisini, at tað
er ikki verri at hava útlend-
ingarnir umborð, tað ræðir
um at hava eina hóskandi
blanding.
– Vit hildu, at vit kundu
byggja eina vinnu upp í
Føroyum á kappingarførum
grundarlagið við útlendsk
reiðarí. Men krøvini, sum
Skipara- og Navigatørfel-
agið nú setur, hevur fingið
okkum at ásanna, at tað ber
ikki til, sigur Gunnbjørn
Joensen.
Hann skoytir uppí, at tað
er ongin munur á, hvar
skipini eru skrásett.
Tað eydnaðist ikki at fáa
eina viðmerking frá Ellinti
Abrahamsen, formanni í
Skipara- og Navigatørfel-
agnum, áðrenn blaðið fór til
prentingar.
Føroysk skip tvingað undir útlendskt flagg
Asfaltera stórt og smátt á Strondum
Thor í Hósvík er størsti
føroyski reiðari í oljuvinnuni.
Seinasta skipið, teir fingu í
flotan, fer undir útlendskt
flagg og tað er alt, sum talar
fyri, at tey skipini, hjá
felagnum, sum eru undir
føroyskum flaggi, eisini fara
undir útlendskt flagg nú,
sigur reiðarin
Næsta ár skulu næstan allir vegir á Strondum asfalterast. Fyribils er ætlanin at brúka tvær
milliónir næsta ár til afaltering í bygdini
Tað tykist einki skil at
vera í Sjálvstýris-
flokkinum í løtuni.
Politiski formaðurin
sigur, at alt gongur
fínt. Landsnevndar-
formaðurin hevur
tikið seg úr nevndini
og boðað frá, at annar
formaður er valdur.
Men tann, sum skal
vera valdur veit ikki
av tí og noktar fyri, at
so er
HURLIVASI
Edvard Joensen
Í
Sjálvstýrisflokkinum
tykjast tey hvørki at vita út
ella inn. Ein letur væl at,
meðan annar heldur, at tað
gongur illa. Tann triði vil
einki siga, og tann fjórði
veit ikki av, at hann er
formaður í landsnevndini.
Hurlivasin tykist fullkomin.
Sjálvsdtýrisflokkurin
hevði fund hóskvøldið, har
tosast skuldi um støðuna í
flokkinum sum heild og um
fólkatingsvalið
serliga.
Men niðurstøða var eingin
onnur gjørd, enn at fundur
skal vera aftur í næstu viku,
sigur Sámal Petur í Grund,
politiskur formaður i Sjálv-
stýrisflokkinum.
Edvard
Hermansen,
landsnevndarformaður
í
flokkinum, sigur hinvegin,
at hann hevur lagt frá sær
sum landsnevndarformaður
og tikið seg úr lands-
nevndini. Í hansara stað er
Ronald Poulsen valdur,
sigur hann.
Men tí veit Ronald Poul-
sen als ikki av, sigur hann
við Sosialin. Hann varð
skotin upp, váttar hann,
men vildi ikki taka við, fyrr
enn hann hevði umhugsað
støðuna og tosað við bak-
landið. Tað er valfelag sítt í
Suðurstreymoy.
Tað hevur ikki borið til at
fingið viðmerkingar frá
løgtingsumboðunum,
Helenu Dam á Neystabø
ella Kára Højgaard. Kári
Højgaard hevur ikki verið
at hitta, meðan Helena
Dam á Neystabø púra ber
seg undan at koma við
viðmerkingum til støðuna.
Ov bíligt
Edvard Hermansen í Hós-
vík, sum hevur verið lands-
nevndarformaður í Sjálv-
stýrisflokkinum, sigur, at
tað er ov bíligt av for-
manninum, Sámali Peturi í
Grund, at skjóta skuldina á
tað vanlukkuliga valúrslitið
á síni persónligu viður-
skifti.
– Tað vísir bara, at hann
er als ikki búgvin politikari,
sigur Edvard Hermansen.
Hann er onga løtu í iva
um, at tað er stríðið innan-
flokks, sum er orsøkin, og
at formaðurin hevur ikki
megnað at rikið ein líkinda
politikk, sum fólk skilja.
Tá hann ikki klárar tað,
eigur hann at taka seg aftur.
Í grundini átti hann ong-
antíð at hildið seg framat,
heldur fráfarni landsnevnd-
arformaðurin.
Edvard Hermansen á-
sannar, at hann sjálvur hev-
ur ikki fingið síni sjónar-
mið nóg væl ígjøgnum í
flokkinum, og tí tekur hann
nú avleiðingarnar av. Hann
hevur lagt frá sær sum
landsnevndarformaður,
sigur hann, og tikið seg úr
landsnevndini.
Tiltakslimurin í Norður-
streymoy skuldi so tikið
við, men ger tað ikki. Við-
komandi noktar beinleiðis
at taka við sessinum, sigur
Edvard Hermansen. So
aftur har er ein óvanlig
støða, sum flokkurin má
fáa greidda.
Sámal Petur í Grund
svarar, at tað kann so ikki
kastast honum fyri, at
politikkur Sjálvstýrisflok-
sin ikki er komin út millum
fólk. Hann hevur sitið so
stutt sum formaður, at er
tað nakar formaður, sum
ikki hevur fingið boðskap
floksins út, má tað vera
tann fyrrverandi.
Veit einki
Edvard Hermansen sigur, at
Ronald Poulsen í Havn
hevur tikið við sum lands-
nevndarformaður.
Men
Ronald Poulsen sigur, at tí
veit hann als ikki av.
Sambært
fyrrverandi
landsnevndarformanninum
var tað valið avgreitt á
fundinum, sum hildin varð
hóskvøldið. Men tað av-
sanna bæði Ronald Poulsen
og Sámal Petur í Grund.
Teir siga, at fundurin varð
niðurlagdur, og skal takast
upp aftur í næstu viku.
Sambært Ronaldi Poulsen
skal tað vera týskvøldið.
Sámal Petur í Grund,
formaður, sigur at tað hann
veit, hevur landsnevndin
ikki skipað seg eftir eyka-
aðalfundin
í
Klaksvík.
Edvard Hermansen hevur
virkað sum formaður, tí
hann var formaður áðrenn
aðalfundin. Tá hann nú
leggur frá sær, má so
næstformaðurin automat-
iskt taka við, heldur Sámal
Petur í Grund. Og so vítt
Sámal Petur í Grund veit,
eitur næstformaðurin Jan
Joensen og er úr Klaksvík.
Ronald Poulsen sigur, at
tað er rætt, at hann var í
uppskoti á fundinum hós-
kvøldið at gerast nýggjur
landsnevndarformaður.
Men hann tók ikki av
beinanveg, men vildi tosa
við baklandið fyrst, og so
boða frá støðu síni á fund-
inum, sum verða skal
týskvøldið.
Persónsstríð
Sámal Petur í Grund er ikki
í iva um, at tað er persóns-
stríð, sum er orsøkin til
støðuna í Sjálvsstýrisflokk-
inum í dag.
– Tað verður ikki tolt, at
ávísir persónar ikki ráða
einsamallir, sigur hann.
Sjálvur noktar hann fyri
at hava trokað seg fram at
og rikið nakran úr nøkrum
sessi.
– Eg stillaði bara upp
eftir tí stevnuskrá, sum
flokkurin
hevur.
Men
summi fólk tola ikki, at
onnur koma teimum ov
nær, er hansara viðmerk-
ing.
Ronald Poulsen hevur
somu turru viðmerking til
tað, sum ført verður fram
um, at hann er vorðin
formaður í landsnevndini.
– Summi fólk klára ikki,
at onnur hava aðra meining,
enn tey sjálv halda vera ta
røttu, sigur hann við greið-
ari adressu til fráfarandi
landsnevndarformannin í
Sjálvstýrisflokkinum.
Tað, sum hendir í Sjálv-
stýrisflokkinum í dag er eitt
harðligt persónsstríð, sum
er íkomið av berari makt-
girnd, sigur ronald Poulsen,
landsnevndarlimur í Sjálv-
stýrisflokkinum.
Kyrra
Ronald Poulsen váttar tó, at
hann hevur einki í móti at
taka við sum landsnevnd-
arformaður. Tað hevur hann
verið fyrr, sigur hann, og
torir væl at taka tað á seg
aftur.
Um so verður, verður
hansara størsta uppgáva at
fáa kyrru aftur í flokkin,
sigur hann. Hann vil fara
hóvliga fram. Reka tann
kenda stig fyri stig poli-
tikkin hjá flokkinum.
– Brúk er fyri eini greið-
ari politiskari stevnu. Men
tað kemur einki boð upp á
alternativan politikk, so
leingi hart og opið stríð er
innanflokks, sigur Ronald
Poulsen, sum eftir øllum at
døma ætlar sær at taka av at
gerast
landsnevndarfor-
maður í Sjálvstýrisflokkin-
um í næstu viku.
Sámal Petur í Grund
sigur, at so leingi botnvið-
urskiftini ikki eru í lagi,
fæst kyrra ikki. Tí skal
botnurin reinsast, sigur
hann.
– Standi eg í vegin fyri
eini loysn í Sjálvstýris-
flokkinum, má eg so taka
avleiðingarnar av tí, sigur
Sámal Petur í Grund,
formaður í Sjálvstýris-
flokkinum.
Hurlivasin tykist vera fullkomin
Ronald Poulsen sigur seg ikki
vera valdan til formann í
landsnevnd Sjálvstýris-
floksins, hóast fráfarandi
landsnevndarformaðurin
sigur tað. Men hann sigur
eisini, at um hann verður
valdur, er hann ikki bangin
fyri at taka við
Fyrrverandi lands-
nevndarlimurin í
Sjálvstýrisflokkinum
vil hava Eyðun Elttør,
landsstýrismann, til
politiskan formann
FLOKKSSTRÍÐ
Edvard Joensen
Á
landsnevndarfundi
í
Sjálvsstýrisflokkinum
hevur Edvard Hermansen,
fyrrverandi
landsnevnd-
arformaður, biðið Sámal
Petur í Grund, víkja for-
manssætið og lata Eyðun
Elttør taka við.
Edvard Hermansen sigur
í tíðindaskrivi, at hann
metir, at floksformaðurin
hevur skuldina av vánaliga
valúrslitinum,
flokkurin
fekk til fólkatingsvalið.
Hann vísir á, at fólkið
hevur talað, men fyri
deyvum oyrum, sum hann
eisini hevur gjørt vart við á
landsnevndarfundinum
hóskvøldið.
Sámal Petur í Grund
svaraði aftur á fundinum, at
hann ikki helt seg einsa-
mallan kunna taka ábyrgd-
ina av valósigrinum og
klandrinum í flokkinum.
Hann heldur at leikluturin
hjá Edvardi Hermansen
sjálvum er alt annað enn
lítil.
Sámal Petur í Grund vísti
á fundinum á, at Edvard
Hermansen hevði úttalað
seg til fjølmiðlarnar, og at
tað bara hevði økt um
stríðið. Edvard Hermansen
hinvegin sigur seg ikki hava
gjørt annað enn svarað upp
á spurningar, hann hevur
fingið frá fjølmiðlunum um
støðuna í flokkinum.
Edvard Hermansen sigur
í tíðindaskrivinum, at eftir
at Ronald Poulsen var vald-
ur til formann í lands-
nevndini, valdi hann sjálvur
at taka seg heilt úr nevnd-
ini. Hetta kom heldur
óvæntað á fundarluttak-
ararnar, sigur hann, og tí
varð fundurin niðurlagdur.
Hann kann ikki góðtaka, at
málið ongar avleiðingar
fær, og fer tí frá. Sjálvur
hevði hann hildið tað verið
rættari, at politiski formað-
urin legði frá sær.
Stóri taparin á fólkatings-
valinum, Sámal Petur í
Grund, stendur nú sum
vinnari í einum syndraður
Sjálvsstýrisflokki, har støð-
an er fullkomin ruðulleiki,
skrællið størri og sárini
djúpari, skrivar Edvard
Hermansen í tíðindaskriv-
inum.
Vil skifta formannin út
C
M
Y
K
7
6