hósdagur 15. oktober 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 15. oktober 2009 – Nr. 197
Atli Gregersen er ikki í
iva. – Í mínum eygum er
Jákup Mikkelsen tann
størsta persónligheitin
í føroyskum fótbólti
nakrantíð, sigur hann í
eini lýsing av fyrrverandi
landsliðsliðfelaganum
Piatra Neamt, Rumenia: Atli
Gregersen var ikki sørt kensluborin,
tá hann eftir dystin í gjár, takkaði
Jákup Mikkelsen fyri samstarvið.
– Eg hevði næstan hug at tára, tá
dysturin var av, tí Jákup Mikkelsen
síggja vit ikki aftur á føroyska
landsliðnum. Maðurin, sum hevur
bjargað okkum so ofta, sigur Atli
Gregersen.
Hann metir, at tað er ein heilt
serligur maður, sum í gjárkvøldi
takkaði fyri seg.
– Í mínum eygum er Jákup
Mikkelsen tann størsta persónlig
heitin í føroyskum fótbólti
nakrantíð. Hann hevur givið
ótrúliga nógv, sigur Atli Gregersen,
sum búi á sama kamari sum Jákup
Mikkelsen í Rumenia.
Frá hesum túri hevur Atli
Gregersen eisini eina søgu um
Jákup Mikkelsen og hvussu hann er.
– Vit skuldu venja ein morgun,
men skuldu eftir
venjingarklæðunum áðrenn og
sjálvandi er tað Jákup Mikkelsen,
sum hevur verið við síðani 1988,
sum fer eftir klæðunum til Atla
Gregersen, sum hevur spælt seks
dystir. Tað sigur bara alt um
mannin, heldur Atli Gregersen.
Rólant
- Hann hevur bjargað okkum
mangan, sigur Atli Gregersen
um Jákup Mikkelsen
Mynd: Rólant Waag Dam
- Eg royndi at vera
professionellur og skúgva
alt annað til viks, men
eg haldi at fokus fór eitt
lítið sindur viðhvørt,
sigur Jákup Mikkelsen,
fyrrverandi málverji og
liðformaður á landsliðnum
Piatra Neamt, Rumenia: So gavst
hann. Maðurin, sum trúgvur hevur
tænt Føroyum og føroyskum
fótbólti í meiri enn 20 ár. Jákup
Mikkelsen er ikki longur partur av
føroyska landsliðnum og avgerðin
stendur við.
– Eg havi verið sera takksamur
fyri hetta seinasta árið, og at eg
havi sagt ordiliga farvæl. Tað seti eg
stóra æru í, segði Jákup Mikkelsen
eftir dystin í gjárkvøldið.
Áðrenn dysturin varð bríkslaður í
gongd, fekk hann handað eitt
blómutyssi frá Høgna í Stórustovu,
forseta í Fótbóltssambandi Føroya.
Men hetta og tað at hoyra
tjóðsangin fyri seinastu ferð, var ikki
nakað, ið órógvaði roynda
málverjan.
– Eg hugsaði ikki so nógv um tað
beint tá. Tankar mínir vóru kring
dystin og um at fáa hann
avgreiddan, segði Jákup Mikkelsen.
Men hóast drúgvar royndir og
ein professionellan hugburð, so
eydnaðist ikki at halda kenslunum
heilt burtur.
– Eg royndi at vera
professionellur og skúgva alt annað
til viks, men eg haldi at fokus fór
eitt lítið sindur viðhvørt, og
tankarnir høvdu hug at fara
aðrastaðni, tí eg var næstan givin,
viðgekk Jákup Mikkelsen, sum var
merktur av serligu støðuni.
– Eg eri tungur í sinni, men tað
hevði eg eisini roknað við, segði
hann.
Tekur ábyrgd
Lagið gjørdist ikki betri av, at Jákup
Mikkelsen sjálvur metti, at føroyska
liðið kundi staðið seg nógv betri.
– Eg haldi Rumenia spælir
rímiliga væl, men vit skuldu ikki
tapt dystin, tí teir fáa sigurin alt ov
lætt. Tað er í dystum sum hesum, at
vit skulu hava stig, sigur Jákup
Mikkelsen, ið heldur at málini,
Rumenia fær, vóru ov bílig. Honum
so líkt, tekur hann eisini tað ábyrgd
av tí, ið hann kann lastast fyri.
– Málið til 10 var ov lætt og tað
má eg nokk taka á meg sjálvur, og
tað sama við tí triðja málinum, sigur
Jákup Mikkelsen, ið einki nevnir um
tær báðar fantastisku bjargingarnar,
har bólturin í roynd og veru burdi
sitið í málinum, men var steðgaður
á vegnum, tí Jákup Mikkelsen vísti
sítt virði enn eina ferð.
Tankarnir høvdu hug at fara
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Størsta persónlig-
heitin nakrantíð
- Eg eri tungur í sinni, men
tað hevði eg eisini roknað við,
segði Jákup Mikkelsen eftir
seinasta landsdystin
Mynd: Rólant Waag Dam
Liverpool vil hava Klose
Í Liverpool vil Rafael Benitez fegin hava ein vandamiklan áleypara at
spæla saman við Fernando Torres, og nú sigst, at felagið vil keypa 31
ára gamla Miroslav Klose, sum nú spælir við Bayern München.
Liverpool hevur sambært enskum miðlum boðið týska stórfelagnum
£13 milliónir fyri spælaran, men Inter sigst eisini vera til reiðar at rinda í
minsta lagi líka nógv.
Zuma til FCN
Sibousiso Zuma, sum í fleiri ár var álopsmakkari hjá
Toda Jónsson í FCK, er nú aftur á veg til danskan
fótbólt. Tað er FC Nordsjælland, sum stendur til reiðar
at taka ímóti spælaranum, og sjálvur vónar Zuma, at
skiftið til FCN verður vferuleiki. – Tað er sjálvandi eitt
mál millum felagið, umboðsmannin og meg, men eg
vóni í øllum førum, at nakað hendir innan næstu fáu
vikurnar, sigur Zuma við fodbold.nu.