hósdagur 15. oktober 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 15. oktober 2009 – Nr. 197 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17
Vunnu 3-0 á Íslandi
Føroyska U- 19 liðið hjá gentum í flogbólti vunnu í morgun 3-0 á
Íslandi. Sigurin var rættuliga greiður, og settini endaðu 25-16, 25-19
og 25 - 21. Føroyar skulu aftur í eldin kl. 13,00 føroyska tið, tá
mótstøðuliðið er Noreg.
Dysturin verður møguliga avgerandi fyri hvør vinnur
2.,3. ella 4. plássið í kappingini. Teir í leiktu á føroyska liðnum í morgun
vóru: Hevari: Elin Weihe, miðjur: Elisabeth Purkhús,Heidi Christiansen
og Sóley Poulsen, Kantar: Simonika Hammer, Anja Danielsen og
Vivian Joensen, Diagonalar: Birgit Guttesen og Sofía Purkhús.
Sveits til HM
Við at spæla málleysan javnleik á heimavølli móti Ísrael vann
Sveits sær í gjár tað eina stigið, sum skuldi til, fyri at vinna sær
beinleiðis atgongd til HM-endaspælið í fótbólti. Ikki færri enn
níggju gul og eitt reytt kort varð givið í dystinum, og úrslitið
merkir samstunids, at Ísrael endaði á einum nyttuleysum
triðjaplássi. Nummar tvey í bólkinum gjørdist Grikkaland, sum
soleiðis skal spæla play-off dystir.
Nøgdur við
avrik og
innsats
Brian Kerr, landsliðs-
venjari, harmast um bíligu
málini, men er nøgdur
við føroyska avrikið og
innsatsin
Piatra Neamt, Rumenia: - Hatta
vóru nøkur bílig mál og tað skuffar
meg. Men soleiðis er tað helst altíð
sum venjari, tú kanst ongantíð
góðtaka tey málini, tú fært í móti
tær, sigur Brian Kerr,
landsliðsvenjari.
Hann er tó nøgdur við avrikið og
innsatsin hjá sínum monnum, og
fegnast um málið hjá Egili á Bø.
– Tað er positivt, at vit fáa eitt
mál. Vit hava eisini styrkina nú til at
skora, og eg haldi at teir ræddust
okkum í deyðbóltsstøðum. Tíverri
fingu vit ikki eitt einasta
hornaspark, men eg eri vísur í, at
fingu vit tað, so var mál, sigur Brian
Kerr við einum skeivum smíli.
Somuleiðis er hann eisini sera
nøgdur við mátan, føroyska liðið
vardi upp á í deyðbóltsstøðum.
– Teir hava eitt ótal av
deyðbóltum í góðum støðum, men
vit megna at vinna allar hesar
bóltarnar, sigur Brian Kerr, sum
harmast um skaðan, Jákup á Borg
fekk móti dystarenda.
– Tað er sera keðiligt, tí høvdu vit
havt ein mann aftrat á vøllinum
hesa løtuna, vit skora, so høvdu vit
kanska eisini fingið ein kjans aftrat.
Rólant
Brian Kerr, landsliðsvenjari,
hevur blandaðar kenslur eftir
dystin
Mynd: Rólant Waag Dam
Ein ófantalig stempling,
ein hovin fótliður og stór
sár á skinnabeininum.
Landsliðslæknin vildi
ikki útiloka eitt møguligt
beinbrot hjá Jákup á Borg
Piatra Neamt, Rumenia: Hóast
harmur, troyttur og pínu í
beininum, so hevði Jákup á Borg
kortini yvirskot til at skemta eitt
sindur eftir dystin í gjár.
– Eg skuldi als ikki verið komin
inn aftur. Vit skora jú meðan eg fái
viðgerð uttanfyri vøllin, og teir
skora so skjótt eg eri komin inn
aftur, segði hann flennandi.
Jákup á Borg varð stemplaður
ógvuliga ófantaliga og var uttanfyri
vøllin í fleiri minuttir, áðrenn hann
kom inn aftur beint fyri leiklok.
Hesa løtuna hevði Egil á Bø minkað
um munin, men Jákup á Borg var
ikki meira enn komin á vøllin, so
økti Rumenia um leiðsluna.
– Eg fekk als ikki spælt, men vit
høvdu brúkt allar útskiftingarnar, so
eg kom inn aftur og skuldi royna at
órógva bara eitt lítið sindur, men
tað var ógjørligt hjá mær, sigur
Jákup á Borg um skaðan.
Hann gekk á høkjum eftir dystin
og hevði nógva pínu. Læknin hjá
landsliðnum, Absalon Eysturoy
roknaði ikki við, at talan var um
beinbrot, men hetta fingu teir ikki
staðfest í gjárkvøldi.
Hetta er einki serligt hjá Jákup á
Borg, sum heldur ikki var nøgdur
við tað, sum fór fram á vøllinum í
gjárkvøldi.
– Eg eri ónøgdur við úrslitið og
ónøgdur við meg sjálvan. Teir skapa
ikki so nógv og vit tora ov lítið.
Teirra mál eru eisini ov løtt, og tað
skal tað ikki vera í móti okkum,
sigur Jákup á Borg.
Rólant
35 ár, 11 dystir og eitt mál.
Soleiðis síggja hagtølini út
hjá Egil á Bø, sum ikki veit
hvussu framtíðin sær út
Piatra Neamt, Rumenia: Hann er
gamal áleypari og plagar at vera
góður fyri nøkur mál um árið í
landskappingini. Í gjárkvøldið
skoraði hann fyrsta málið á
landsliðnum. – Ja, tað er eitt sindur
øðrvísi. Tað er ikki á hvørjum degi,
at eg skori mál og tað er so fyrsta
ferðin á landsliðnum, at eg royni
tað, segði Egil á Bø smílandi eftir
dystin.
Hansara mál munaði tó lítið í
móti teimum trimum rumensku
málunum.
– Eg veit ikki heilt, hvat eg skal
siga til tað. Eg harmist altíð um, at
mótstøðuliðini fáa mál. Eg haldi
eisini, at vit kundu vart betri fyri við
onkrum av málunum. Ikki tí, teir
vóru nokk betri enn vit, men okkurt
mál, teir fingu var heldur bíligt,
sigur Egil á Bø, sum tó var rímiliga
væl nøgdur við avrikið hjá sínum
liðfeløgum.
– Vit spæla hampiliga væl til tíðir
og verja eisini væl. Vit royndu allir
og eg haldi ikki tað var heilt av leið,
heldur hann.
Eitt er at meta um avrikið hjá
sínum liðfeløgum, annað er at taka
støðu til egna framtíð. Tað er ikki
heilt lætt.
– Eg blívi so ikki yngri og eri
eisini nokkso gamal eftir hondini.
Tankin um at gevast liggur nokkso
nær, men eg havi ikki tikið støðu til
tann spurningin enn, sigur Egil á
Bø, sum leggur aftrat, at tað verður
helst rættiliga skjótt, at hann hevur
gjørt av, hvussu verður við honum
og fótbólti á hægsta stigi næsta ár.
Møguligt beinbrot hjá Jákupi
Øgiligi
Egil
Egil á Bø við bláum eyga eftir nærdyst við Anelka leygarkvøldið
Mynd: Rólant Waag Dam
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo