hósdagur 15. oktober 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 15. oktober 2009 – Nr. 197
Bendtner betalti gildið
Tað gekk hart fyri seg, tá danska fótbóltslandsliðið skuldi
feirað HM-luttøkuna, sum varð tryggjað leygardagin. Sambært
Se og Hør helt landsliðið til á B41 í danska høvuðsstaðnum,
og tá rokningin fyri veitsluna kom, var hendan um tær 20.000
krónurnar. Ta rokningina tók Bendtner sær av, men tað skuldi
bara mangla, tá hann sambært danska blaðnum hevði verið
høvuðspersónur í veitsluni. Millum annað við at keypa
champagnu, sum varð sprænd yvir liðfelagarnar.
Pólland skeyt Slovaki til HM
Við einum sigri á 1-0 á útivølli móti Póllandi vann Slovakia seg ti
HM-endaspælið í einum bólki, sum annars taldi lond sum Kekkia og
Slovenia. Tað skuldi tó eitt pólskt sjálvmál til, áðrenn HM-luttøkan
varð tryggjað. Hetta kom longu í triðja minutti, tá Seweryn
Cancarczyk beindi bóltin í egið net. Nummar tvey í bólkinum gjørdist
Slovenia, meðan Kekkia púra óvæntað er heilt úti úr HM-myndini.
Føroyska liðið skuldi
bæði hava mál og stig í
gjárkvøldið, søgdu fleiri
leikarar. Venjarin segði
seg vóna tað sama.
Málið fingu teir, men tá
mótstøðuliðið ger trý av
slagnum, so er røkkur
einsamalla føroyska málið
ikki til nakað sum helst
Piatra Neamt, Rumenia: Brian Kerr
hevur gjørt greitt, at honum ikki
hóvar tap. Heldur ikki tey
heiðurligu, eins og Jónas Þór Næs
førdi fram undan dystinum í móti
Frankaríki.
Somuleiðis hevði Atli Gregersen
sagt, at hann satsaði upp á ein sigur
á Rumenia, meðan Jákup á Borg
metti, at ein javnleikur als ikki var
óhugsandi.
Bjartskygdir menn undan
dystinum í móti einum liði, sum
liggur 137 pláss frammanfyri
okkum á altjóða styrkislistanum hjá
FIFA.
Dysturin endaði 3-1 til Rumenia.
Tað er eingin, sum kann siga, at
sigurin ikki var uppiborin.
Spurningurin er so, um Brian Kerr,
Jónas Þór Næs, Atli Gregersen,
Jákup á Borg og hinir, sum vóru av
somu sannføring, eru meiri ella
minni ørir í høvdinum.
Tað er møguligt, men tað er
neyðugt, um tú sum pinkutjóð skalt
hava stig í móti teimum stóru. Tað
skulu vit eisini hava – og tey stigini
hava vit fingið fýra av í hesi undan-
kappingini.
Hon endaði í gjárkvøldið, men
stigaveiðan heldur fram í næstu
undankapping – líkamikið hvørji
mótstøðuliðini eru.
Lúsingarnir koma – tað gera teir
altíð og teir taka vit við. Sum til
dømis leygarkvøldið í móti Franka-
ríki. Men dysturin í gjárkvøldið
prógvaði, at føroyska liðið í roynd
og veru kann spæla heilt hampi-
ligan fótbólt, hóast ikki allir á
liðnum raka dagin.
Tað er eitt stórt framstig!
Ein kjansur og eitt mál
Men skulu stigini koma, so hava vit
ikki ráð at gera somu mistøk sum í
gjárkvøldið. Fyrsta málið er næstan
eitt stórt mistak úr enda í annan.
Jákup Mikkelsen skjýtur málspark út,
og tríggjar statiónir seinni er mál.
Bólturin verður stútaður niðan í
teirra høgra borð, har Varga sleppur
at leggja inn um Atla Danielsen til
Apostol, sum fær bóltin á
brotsteigarmarkinum.
Miðvallarleikarin ger tað einasta,
hann í roynd og veru kann gera.
Hann tekur eitt trekk við fyrstu
røring inn í brotsteigin. Samstundis
ger Atli Gregersen tað einasta, hann
ikki skal gera. Hann kemur út í móti
Apostol heldur enn at hanga eftir,
og soleiðis glíður Apostol beint
ígjøgnum føroysku verjuna.
Skotið er hart og gott, men
vinkulin var rímiliga spískur og
Jákup Mikkelsen átti at vart fyri við
nærmaru stong.
Hinvegin hevði Jákup eina sera
góða og kanska eitt sindur hepna
bjarging løtu seinni, tá ein rumeni
stjelur bóltin frá Fróða Benjamin-
sen, men skotið endar beint á
Jákup Mikkelsen, sum stendur á
rætta stað.
Fáar minuttir seinni var Fróði
Benjaminsen aftur í sentrum. Hann
fekk nøsina á eitt innlegg frá Símun
Samuelsen, men tíverri var nøsin
ikki nóg stór og bólturin broytti ikki
stórvegis kós.
1-0 gjørdist eisini hálvleiksstøðan
í dystinum, sum harvið var víðopin.
Úr einum enda í hin
Í seinna hálvleiki vóru okkara mans
eisini væl við. Fyrsta
gjøgnumspælda álopið áttu
føroysku leikararnir eisini, tá Rógvi
Jacobsen, Jákup á Borg og Símun
Samuelsen spældu seg ígjøgnum,
tó uttan at nakað stórvegis spurdist
burturúr.
Hetta var í 64. minutti og
minuttin eftir, var mál í hinum
endanum. Bóltur verður fluttur inn í
føroyskabrotsteigin úr teirra høgru
síðu. Atli Gregersen verður fyrstur á
hesum og sparkar burtur,
samstundis sum ein rumeni ger eitt
lítið fríspark á hann.
Harvið missir hann nøkur fet og
Rumenia-Føroyar 3-1 (1-0):
Eitt mál gav ikki stig
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo