hósdagur 15. oktober 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 15. oktober 2009 – Nr. 197 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
innleggið frá Marica liggur perfekt
til Bucur, sum trýnur fram um Egil á
Bø og stútar í netið.
Tíggju minuttir seinni kundi
støðan verði 3-0, men einans ein
rætt og slætt ótrúlig bjarging frá nú
fyrrverandi landsliðsmálverjanum
helt føroyska landsliðnum inni í
dystinum.
Egil við fyrsta málinum
Og inn aftur í dystin komu føroysku
leikararnir av álvara sjey minuttir
fyri leiklok. Símun Samuelsen gjørdi
eitt tað frekasta trekkið, sum er
gjørt á føroyska landsliðnum í
longri tí, dróg eitt sindur í vinstra
borði og varð feldur.
Súni Olsen tók sær av
frísparkinum, legði tað perfekt
innfyri til Egil á Bø, sum rann seg í
sera góða støðu og stútaði bóltin í
tóma málið. Hvar málverjin var og
hvat hann ætlaði at gera, er ilt at
siga, men líka legði liðformaðurin
hjá EB/Streymi í, tá hann setti
krúllin undir bóltin.
Málið fingu føroyingar meðan
teir einans vóru tíggju mans á
vøllinum, tí Jákup á Borg var
uttanfyri við skaða. B36’arin varð
stemplaður rættiliga ófantaliga og
kom ongantíð fyri seg aftur, og ein
útskifting var ikki møgulig, tá Brian
Kerr hevði brúkt allar.
Bílig mál avgjørdu
Við tíggju monnum móti 11
rumenum var tað ein trupul
setningur, ið nú skuldi greiðast, um
javnleikur skuldi hálast heim. So
langt komu føroyingarnir ongantíð,
tí tveir minuttir fyri leiklok staðfesti
Rumenia sigurin.
Ein rumeni slapp at seta bæði
Egil á Bø og Jónas Þór Næs av,
áðrenn hann smekkaði til. Jákup
Mikkelsen vardi fyri men slepti ein
retur, sum Mazilu lættliga setti í
netið.
Enn eitt mál av teimum heldur
bíligu, tí Cristea slapp alt ov lætt
framvið Egili og Jónasi, og Jákup
Mikkelsen átti at hildið skotinum.
Harvið var leyst og liðugt!
Føroyar taptu 3-1 fyri einum
rumenskum liði, sum á ongan hátt
imponeraði og sum avgjørt var til
at tosa við.
Harmiligt, tí Føroyar spældu í
roynd og veru als ikki so galið.
Menn stríddust væl og arbeiddu
hart. Tíverri vóru tað ikki allir, ið
raktu dagin og harvið gekk tað
heila ikki upp í eina hægri eind.
Skulu stig fáast á hesum
støðinum, skulu allir spæla optimalt
og alt skal sampakka. Tað gjørdi tað
ikki í gjárkvøldi, men kortini hingu
føroyingar í og fingu eitt mál.
Tað er meira enn so ofta áður og
er enn eitt stig á rætta vegnum.
23 eru nú til reiðar
Fyri hvørt umfar, sum rennur av undankappingini, leggjast fleiri
lond aftur at listanum av HM-luttakarum. Hesin lisin skal at enda
telja 32 lond, og higartil eru 23 nøvn sett á luttøkulistan. Tey eru
Danmark, Sveis, Slovakia, Týskland, Spania, Ongland, Serbia,
Italia, Holland, Suðurafrika, Ghana, Fílabeinsstrondin, Australia,
Japan, Norðurkorea, Suðurkorea, Brasil, Paraguay, Chile,
Argentina, Mexico, USA og Honduras.
Spania trumar víðari
Sponsku europameistararnir vísa eingi tekin um at seta ferðina. Teir
vunnu í gjár sín 10. sigur á rað í undankappingini. Hesa ferð við
imponerandi 5-2 útisigri móti Bosnia-Herzegovina. Pique, Silva,
Negredo (2) og Mata stóðu fyri málunum, sum skutu Spania upp á
5-0, áðrenn heimaliðið í yvirtíðini minkaði tvær ferðir um munin.
Spania vann sær soleiðis fult stigatal fyri teir 10 dystirnar í
undankappingini, og eingin ivi er um, at teir teljast millum
favorittarnar, tá spælt verður um HM-steypið komandi summar.
Jákup farin um 60
B36 miðvallarin Jákup á Borg er fimti føroyski
landsliðsspælarin í fótbólti, sum hevur rokkið 60
landsdystum
Í gjárkvøldið spældi Jákup á Borg á landsliðnum fyri 60. ferð. Hann er
fimti føroyski spælarin, sum hevur umboðað føðilandið í fótbólts-
landsdysti so mikið ofta.
Óli Johannesen eigur dystar metið, sum er 82. Jákup Mikkelsen
hevur spælt 67 landsdystir, og Julian S. Johnsson hevur spælt 62
ferðir fyri Føroyar.
Tað er møguleiki fyri, at ein og kanska tveir spælarar í 2010 fara at
røkka 60 landsdystum. Fróði Benjaminsen spældi í gjárkvøldið fyri 56.
ferð á landsliðnum, og Rógvi Jacobsen var á landsliðnum fyri 53. ferð.
Í nýggjum leikluti
Tá ið tað varð farið undir hetta landsliðsárið, hevði Jákup á Borg
umboðað Føroyar 57 ferðir. At tað ikki var fyrrenn nú, at Jákup rakk
upp á 60 kemst av, at hann fyrr í ár var skaðaplágaður, og av at hann
onkra ferðina var á beinkinum alla tíðina, tí Bogi Løkin røkti ódnina í
høgru, sum Jákup oftast hevur verið í.
Eitt skifti var tað mangt, sum bendi á, at Jákup á Borg hevði mist
lyklaleiklutin, sum hann leingi hevur havt, men hesar seinastu
mánaðirnar hevur hann sum fuglurin Fønix reist seg. Jákup var við í
2-1 heimasigrinum á Letlandi. Tá spældi hann framúr væl í meiri
sentralum miðvallar leikluti, og í gjárkvøldið var hann aftur á sentrala
miðvøllinum.
Jákup var fyrstu ferð á landslið num í 1998. Mikudagin 19. august
fyri gott og væl ellivu árum síðani taptu Føroyar 1-0 í Saraevo ímóti
Bosnia. Tá ið tað restðu tólv minuttir, varð Jákup á Borg settur á vøllin
í staðin fyri Una Arge.
Jákup á Borg hevur skorað tvey mál fyri Føroyar. Myndin av Jákupi
á Borg á landsliðnum, sum hjá teimum flestu ivaleyst man standast
klárast, er tann frá 6. september 1992, tá ið úrslitið var 2-2 ímóti
Skotlandi á heimavølli. Tíðliga í 1. hálvleiki legði Jákup meistarlig
innlegg úr høgru – úr norðaru síðu á Svangaskarði – og John
Petersen skoraði bæði til 1-0 og 2-0.
Mørk
Rumenia-Føroyar 3-1 (1-0)
HM undankappingardystur á Ceahlaul leikvøllinum í Piatra Neamt í
Rumenia mikudagin 14. oktober 2009 kl. 21.00.
Dómarakvartett úr Russlandi: Alexander Gvardis, Tikhon Kalugin,
Mikhail Erovenko og Maxim Layushkin
1-0: Iulian Apostol 16.
2-0: Gheorghe Bucur 65.
2-1: Egil á Bø 83.
3-1: Ionut Mazilu 88.
??? áskoðarar
Rumenia: 1. Costel Pantilimon – 2. Cristian Panin, 3. Razvan Rat, 4.
Iulian Apostol, 5. Dorin Goian (15. George Galamaz, 26.), 6. Mirel
Radoi, 7. Varga Daciam, 8. Bogdan Mara, 9. Ciprian Marica (16. Ionut
Mazilu, 82.), 11. Nicolae Grigore, 18. Gheorghe Bucur (17. Andrei
Cristea, 76.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 10. Tiberiu Balan, 12.
Ciprian Anton Tatatusanu, 13. Mircea Nesu og 14. Adrian Cristea
Gult kort: Cristian Panin 45., Nicolae Grigore 53.
Venjari: Razvan Lucescu
Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, 67/-152, liðformaður, KÍ – 2. Jónas Þór
Næs, 11/0, Frem, 5. Egil á Bø, 11/1, EB/Streymur, 4. Atli Gregersen,
6/0, Víkingur, 3. Atli Danielsen, 35/0, KÍ – 11. Christian Lamhauge
Holst, 18/2, Silkeborg IF (12. Bogi Løkin 10/1, NSÍ, 69.), 9. Jákup á
Borg, 60/2, B36, 10. Súni Olsen, 39/3, Víkingur, 7. Fróði Benjaminsen,
56/3, HB (14. Christian Høgni Jacobsen, 49/2, NSÍ, 82.), 8. Símun
Samuelsen, Keflavík, 27/1 – 6. Rógvi Jacobsen, 53/10, ÍF (18.
Arnbjørn T. Hansen, 6/1, EB/Streymur, 76.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 13. Bartal Eliasen, 6/0, ÍF,
15. Jann Ingi Petersen, 16/0, NSÍ, 16. Meinhard Joensen, 0/0, NSÍ, 17.
Johan Troest Davidsen, 14/0, NSÍ
Gult kort: Egil á Bø 30., Jákup á Borg 43., og Símun Samuelsen 50.
Venjari: Brian Kerr
FAKTA
Føroyska landsliðið
arbeiddi knallhart
fyri sensatiónini, og
móti dystarenda kom
spenningur aftur í
dystin, men hesin helt
sær tó ikki leingi
Jákup á Borg spældi sín 60. landsdyst, tá føroyska liðið
setti punktum fyri bestu undankappingini í átta ár