Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 15. oktober 2009 – Nr. 197 Argentina kom víðari Tað eydnaðist Argentina og Diego Maradona at vinna sær luttøku í HM-endaspælinum. Á útivølli skuldi Argentina hava í minsta lagi javnleik móti Uruguay, og tað royndina stóð Argentina væl og virðiliga. Argentina vann nevnliga 1-0 við einum máli, sum innskifti Bolatti setti í netið, tá seks minuttir vóru eftir at spæla. Uruguay endaði nummar fimm í bólkinum, og nú skulu teir spæla play-off móti Honduras ella Costa Rica. Svøríki úti Svøríki vann 4-1 á Albania, men tá Portugal vann sín dyst móti Malta við 4-0, var einki hjá svium at gera. Nani, Simao, Velosco og Edinho skutu málini hjá Portugal, og so stóð greitt, at Portugal endaði framman fyri Svøríki í bólki 1. Danmark tapti fyri fyrstu ferð í undankappingini, tá heimadysturin í Parkini endaði við 1-0 til útiliðið, men tað bilti minni hjá dønum, sum longu høvdu tryggjað sær víðari luttøku í kappingini. Eitt rímiliga gott føroyskt liðavrik var merkt av, at einstakir leikarar ikki raktu dagin, og tá er tað trupult hjá føroyska landsliðnum at fáa stig í móti teimum heilt stóru 1. Jákup Mikkelsen, 67/-152/0 Landsliðsmálverjin og liðformaðurin takkaði fyri seg í einum dysti, har hann millum annað gjørdi vart við seg við tveimum øgiligum bjargingum. Tann fyrra var miðskeiðis í fyrri hálvleiki, har klaksvíkingurin var á rætta stað í røttu løtuni, meðan tann seinna – eitt gott korter fyri leiklok – var í serflokki. Hinvegin sá Jákup Mikkelsen ikki alt ov sannførandi út í samband við tað fyrsta og serliga tað síðsta málið. Ikki besti dystur hansara, men tað sigur eisini nógv um støði hjá Jákupi Mikkelsen, at hann kann loyva sær at vera ónøgdur eftir tvær slíkar bjarginar í einum dysti. 2. Jónas Þór Næs, 11/0 Fekk kjansin frá byrjan og takkaði fyri álitið. Smáar 20 minuttir inn í dystin kom hann at standa skeivt, tá Christian Lamhauge Holst missur bóltin, soleiðis at øll høgra síða gjørdist púra opin. Var annars øgiliga sterkur og tryggur í tí, sum hann gjørdi. Hóast hann ikki telist millum størstu leikararnar á vøllinum, so er Jónas Þór Næs krútsterkur og vann hann fleiri bóltar við at skerma av til eitt nú málspark. Hevur aftur staðfest, at hann eigur at røkja uppgávuna sum høgri bakkur á føroyska fótbóltslandsliðnum. 3. Atli Danielsen, 35/0 Atli Danielsen líður undir sama trupulleikanum sum eitt nú Christi- an Høgni Jacobsen, hann kann brúkast á so nógvum plássum. Slapp í gjárkvøldið at royna seg á heldur óvanda plássinum sum vinstri bakk, har hann byrjaði væl, men misti síðani nógvar bóltar – bæði við skeivum sendingum og við at verða pressaður. Heldur ikki hesin dysturin telist millum hansara bestu. 4. Atli Gregersen, 6/0 Víkingurin sá einki serliga sannførandi út við fyrsta málið, og til 3-1 verður framt eitt fríspark í móti honum. Var annars sera tryggur og sannførandi í øllum tí, hann tókst við. Hevði fleiri støður, har hann vann bóltin frammanfyri nøsini á mótstøðumanninum, umframt at hann var sterkur í deyðbóltsstøðum og annars slapp sær skilagott av við bóltin. 5. Egil á Bø, 11/1 Skoraði sítt fyrsta mál á lands lið- num – ikki óvæntað við høvdinum. Eitt flott mál frá honum! Var saman við Atla Gregersen rættiliga sterkur í miðverjuni. Fekk tó eitt óheppið gult kort tíðliga í fyrra hálvleiki, har hann var heldur klossutur og slær ein mótstøðuleikara av óvart. Kom somuleiðis at standa nakað skeivt í samband við næsta málið hjá Rumenia, og tá teir skora til 3-1 er Egil ein teirra, ið verður settur av. Hevði annars eitt gott tak á rumensku áleyparunum. 6. Rógvi Jacobsen, 53/10 Var aftur einsamalli maðurin í toppinum. Stóri klaksvíkingurin royndi at arbeiða, men gjørdi tað mest aftur í vøllin. Harvið lætti hann um uppgávuna hjá mið vallar- leikarunum, men av tí sama vantaði hann eisini sjálvur, tá bólturin skuldi spælast niðan á hann. Fekk sum heild lítið burtur úr, men umstøð- urnar sum einsamallur áleypari á føroyska landsliðnum eru ikki tær bestu. Útskiftingin av honum kom einki óvæntað og var neyðug. 7. Fróði Benjaminsen, 56/3 Tað eydnaðist ikki ársins leikara í Vodafonedeildini at reisa seg, eftir heldur laka avrikið móti Frankaríki. Tvær ferðir í fyrra hálvleiki kemur hann Føroyum í vandastøður, har hann í fyrstu atløgu verður settur av alt ov lætt og í seinnu atløgu sleppur sær óheppið av við bóltin. Varð skiftur út níggju minuttir fyri leiklok og tað var einki ónatúrligt í tí. 8. Símun Samuelsen, 27/1 Tað var saknur í honum til dystin móti Frankaríki, og í gjárkvøldið vísti hann hví. Símun Samuelsen hevur fysikkin, kvikleikan og frekleikan at spæla og at spæla væl á hægsta støði. Hetta gav hann fleiri dømi um í gjárkvøldið. Besta dømi var freka fintan, sum hevði eitt fríspark við sær beint aftaná, sum Súni Olsen síðani legði fyri pannuna á Egil á Bø. Fekk eitt rættiliga býtt gult kort tíðliga í seinna hálvleiki, men var annars sera sannførandi í øllum tí, hann tókst við. 9. Jákup á Borg, 60/2 Hevur spælt betri men eisini verri landsdystir enn tann í gjár. Varð plaseraður sentralt, sum eitt slag av bindilið millum Rógva Jacobsen og miðvøllin, men Jákup á Borg hevði kanska fingið meira burtur úr úti í borðinum. Seinni hálvleikur roynd ist Onkur datt burtu Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo