hósdagur 15. oktober 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 15. oktober 2009 – Nr. 197 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
munandi betri enn fyrri, har B36’a rin
millum annað fekk eitt óneyð ugt og
býtt gult kort fyri kjaftaslit.
10. Súni Olsen, 39/3
Átti frísparksinnleggið, sum Egil á Bø
stútaði í netið. Vísti av og á, at hann
er eitt støðið omanfyri fleiri aðrar á
føroyska liðnum. Millum annað
vendingin á egnari hálvu í fyrra
hálvleiki, har hann setur tveir mans
av, staðfesti hetta. Víkingurin
arbeiddi aftur í dag væl aftur í vøllin
og fekk vart fyri í nøkrum avgerandi
støðum. Frameftir var tað mest við
longum sendingum, sum eisini lógu
sera væl – ein teirra gav mál.
11. Christian Lamhauge
Holst, 18/2
Var aftur á liðnum, men hevði
útgangsstøði í høgra borði. Hetta
hevði við sær, at hann ikki fekk
nakað serliga nógv burtur úr har
úti. Kom betur eftir tí, tá hann og
Símun Samuelsen skiftu síðu,
soleiðis hann arbeiddi úr vinstru
og inn í vøllin, men átti helst at
verði brúktur sentralt frá byrjan
av. Varð skiftur út eftir 70 minuttir,
tá hann annars hevði spælt seg
upp eina løtu. Vísti fleiri ferðir
gjøgnum dystin, at hann er tann
leikarin á føroyska liðnum, sum
spælir í eini deild, sum er nakrar
flokkar omanfyri
Vodafonedeildina.
12. Bogi Løkin, 11/1
Kom inn og vann eitt fríspark
beinanvegin. Royndi sítt úti í
borðinum fyri Christian Lamhauge
Holst, men við bara 20 minuttum á
vøllinum er trupult at meta um
avrikið hjá unga manninum.
14. Christian Høgni
Jacobsen, 48/2
Fekk bara nakrar fáar minuttir á
vøllinum, men upplivdi bæði eitt
føroyskt og eitt rumenskt mál.
Níggju minuttir er tó ikki nóg mikið
til at meta um hansara avrik.
18. Arnbjørn Hansen, 7/1
Eitt gott korter fekk toppskjúttin í
landskappingini í fjør á vøllinum.
Lítið sást til hann hesa løtuna, sum
ikki er nóg lang at meta um
hansara avrik.
Jon vil hava metið
Tað eru 20 mánaðir síani, at Jon Dahl Tomasson seinast
skoraði í donsku landsliðstroyggjuni. Tí er hann framvegis á
51 landsliðsmálum, og tað er eitt færri enn tey 52, sum Poul
Tist Nielsen á sinni skroaði fyri Danmark. – Sjálvandi vil eg
fegin skora okkurt mál afturat, men vit skulu minnast til, at
tað altso hevur gingið rættiliga væl hjá liðnum. Í Feyenoord
havi eg skorað fimm ferðir í níggju dystum og lagt upp til
fýra mál, so sum heild gongur tað hóast alt hampuliga væl,
sigur Jon Dahl við BT.
Bólkurin var avgjørdur
Franska landsliðið var eins ivaleyst móti Eysturríki, sum
teir vóru tað móti Føroyum. Eysturríki. Eysturríki varð
sent heim við 3-1 tapi, sum tó ikki hevði stórvegis
ávirkan á støðuna í okkara bólki. Benzema, Henry og
Gignac skutu málini í franska sigrinum. Millum hesi
hevði Marc Janko minkað um munin til 2-1, men tann
gleðin varð altso stokkut hjá eysturríkarum. Serbia
vann okkara undankappingarbólk og fer beinleiðis til
HM, meðan Frakland altso skal spæla play-off dystir í
november mánaði.
ur í millum
Føroyska liðið er sum
ketan, ið ikki er sterkari
enn veikasta liðið í henni.
Í gjárkvøldið duttu fleiri
burtur í millum, og tí bleiv
tað ikki til meira enn tað
sama
Mynd: Rólant Waag Dam