Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 198 - 16. oktober 2009 – Hetta sær ikki so galið út. Tað er av fínasta slag Oljufund Jan Müller jan@sosialurin.fo So fegin og positivur er stjórin yvir øllum stjórum, tá tað snýr seg um føroyska oljuleiting, Petur Joensen á Jarðfeingi, tá vit spyrja hann um seinasta fundið við markið. Málið hann sipar til er seinasta oljufundið beint við markið. Eitt samtak av oljufeløgum, OMV, Dana Petroleum, Faroe Petrole­ um, Dong og Idemitsu boð­ aði í vikuni frá, at tey høvdu gjørt eitt fund einans tríggjar fjórðingar frá før­ oyska markinum, á leiti­ mið inum Tornado. Hóast stjórin á Jarðfeingi hevði verið enn meira fegin, um talan var um eitt fund á føroyskum øki, so metir hann slíkt fund so tætt við av alstórum týdningi fyri okk um. Hetta vísir á, at hetta seinasta fundið er bara enn ein staðfesting av, at olja er her nærhendis, og tað gevur so aftur olju feløg­ unum meira trúgv uppá Føroyaøkið. Tá tíðindini komu út um fundið í Hetlandi ringdi BBC til Jarðfeingi og spurdi, um føroyingar ikki vóru ævinsjúkir, at øll fundini, sum gjørd verða, liggja skeivu megin mark­ ið! – Eg svaraði, at tað er ikki spurningurin í løtuni, um tað eru teir ella vit, sum finna oljuna. Tað, sum um ­ ræður, er at skapa áhuga millum oljufeløgini fyri at koma henda vegin. Petur Joensen, sum fylgir gongdini eystan fyri markið sera neyvt, vísir á, at tað skilst, at olja er funnin upp­ aftur nærri markinum enn Tornadofundið. Talan er um Cambokelduna, sum ligg ur eitt sindur longur norð ari. Hon sigst at vera einans hálvan annan fjórð­ ing frá markinum. Petur Joensen heldur sjálv ur, at Tornadofundið fyrst og fremst hevur ein psykologiskan týdning fyri okkara øki. Og so er tað sjálvandi eisini gott fyri fleiri av feløgunum, sum eisini eru virkin á okkara landgrunni. Tað ger tað meira hugaligt hjá teimum eisini, tí tað gevur ábend­ ingar um, hvat helst eisini fyri føroysku megin mark­ ið. Jarðfeingistjórin sigur víð ari, at verður hetta sein­ asta fundið loksins eisini grundarlag undir eini út ­ bygging og harvið menning av infrakervinum í økinum, so fer tað við tíðini eisini at gagna framtíðar virksemin­ um á Føroyaleiðini. Samanumtikið eru fleiri av hendingunum eystan fyri markið í eina tíð góð mark­ n aðarføring av før oyska land grunninum eisini. Á Jarðfeingi hava tey tí eitt sera vakið eygað við gongdini í bretskum øki, um somu tíð sum tey fyri­ reika seg til ta kanska mest áhugaverdu boringina á landgrunninum nakrantíð, nevniliga Anne Marie brunn in, har sett verður á um minni enn eitt hálvt ár. Millum tey mongu, sum vóru til tað serliga háskúla­ tiltakið í Føgrulíð á Borðoynni tann í summar, var klaks­ víkingurin John Lassen, sum hóast síni 92 ár helt á fjøllini ­ báðar vegir fólk Og náttúra Jan Múller/Árni Joensen jan@ras2.fo arni@sosialurin.fo Tað er ikki hvørjum manni beskorið, at røkka teimum 92 árunum, og uppaftur færri eru teir ella fyri tann skuld tey, sum við so mong­ um árum á baki orka ella hætta sær á fjøllini. Men klaksvíkingurin John Lass­ en setist ikki aftur ella sendir ikki avboð, sjálvt um hansara luttøka krevur, at hann fer upp niðan onkra líðina og upp um okkurt skarðið. Tí gjørdi hann held ur ikki nógv burtur úr sær, tá Rás2 hitti hann í Føgrulíð til háskúlatiltakið har í summar. Hetta var ikki fyrstu ferð, at John Lassen ella John hjá Amerikanaranum, sum hann eisini verður róptur, var í Føgrulíð. Sum smá­ dreingir plagdu hann og javnaldrarnir í Klaksvík at fara hagar, og nú hann er farin um tey níti, var tað framvegis hugurin at ganga, sum fekk hann at gera ferðina eina ferð afturat í summar. – Ja, tað var mest fyri at sleppa at ganga higar, segði hann við Rás2, og satt at siga hevði hann lættari at draga andan enn blað mað­ urin, sum helt mikrofonini og myndatólinum. Men John hevur eisini kondisjón, sum tað nú eitur. Hann var fjallmaður í mong ár, og sum 80 ára gamal hevði hann ta ovastu ódnina á fjalli í Árnafirði. Og hann gongur enn. – Eg og hundurin ganga ein fjórðing um dagin og njóta náttúruna, sigur hann og leggur afturat, at gongu­ hugurin man vera ein stór orsøk til, at hann hevur rokk ið so høgum aldri. Styðjaði Háskúlan Tað var tó ikki bara gongu­ túrurin, sum fekk John Lass en at fara í Føgrulíð hend an dagin. Sjálvur gekk hann á Føroya Fólkaháskúla í Havn veturin 1936­37. Hví hann fór? – Eg haldi, at tað var mest fyri at halda Háskúlan gang andi. Tað var so lítið av fólki ella í hvussu er dreingjum á skúlanum í tríatiárunum, sum vóru so ring, sigur John Lassen. Sjálvur ivast hann ikki í, at Háskúlin hevur havt stór­ an týdning og serliga fyri málið. Men í dag er verri, sigur hann, tí í fjølmiðlunum er alkt vorðið enskt, sjálvt tað, sum sungið verður. Jarðfeingi um Tornado: Sera gott fyri okkum Gongdin hevur givið honum høgan aldur Skift dekkini hjá Bilrøkt Vit hava nýmótans SUVO Anti-Rust anlegg til rustviðgerð av nýggjum og gomlum bilum. Eisini hava vit fólk, sum hevur spesialiserað seg í rustviðgerð. Stiðjagøta 3 · 100 Tórshavn · tel: 358888 · bilrokt@bilrokt.fo · www.bilrokt.fo Opið gerandisdagar frá 08.00-17.00 og leygardagar frá 10.00-13.00 Ring 35 88 88 og bílegg tíð Opið er eisini leygardagar frá 10.00-13.00 Petur Joenssen, stjóri á Jarðfeingi: -Tornadofundið gott fyri okkum uppá nógvar mátar Cambobrunnurin, sum vit hava hoyrt lítið um, tí hann er “tight”, er bert hálvan annan fjórðing frá markinum. Onkur kort siga, at hann gongur kloss upp at markinum. Pílurin eystan fyri markið vísir, hvar Tornadofundið er gjørt. Og pílurin vestan fyri markið vísir, hvar Anne Marie brunnurin verður boraður. Millum Anne Marie leiðina og Cambo eru bert 15 fjórðingar