Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 198 · 16 oktober 2009 2 VIKUSKIFTI Eitt vikuskifti er fjølbroytt. Bæði tá vit hugsað um, hvussu ymisk fólk halda sama vikuskifti, og tá vit hugsa um, hvussu vit sum einstaklingar halda ymisk vikuskifti. Við hesum í huga bjóðar Sosialurin nú lesarunum eitt nýtt Vikuskiftisblað, sum liggur í Sosialinum fríggjadagar – fyrstu ferð í dag. Nýggja Vikuskifti leggur upp til eitt fjølbroytt vikuskifti. Vikuskifti skal upplýsa, undirhalda og kanska eisini arga eitt sindur til tíðir. Tosað verður við áhugaverda persónar um tað, sum liggur teimum á hjarta, ella tað, sum okkara lesarar vilja hava svar uppá. Leitað verður aftur um hendingar, sum eru frammi í tíðini ella gloymdar í tíðini. Og kagað verður eisini frameftir, har eingin okkara í grundini kann síggja. Miðlarnir og møguleikarnir eru óteljandi. Ongantíð áður hava fólk kunnað fingið so nógvar upplýsingar og undirhald, sum tey kunnu við internetinum í dag. Og nú eru vit eisini farin at brúka part av okkara sosialu tíð á netverkum sum Facebook, Twitter og MySpace. Ferðin er hægri enn nakrantíð, møguleikanir fleiri, og spenningurin stórur. Og so kann onkur hugsa, hvat skal eitt nýtt Vikuskiftisblað bjóða, sum fólk ikki kunnu fáa frammanundan. Avbjóðingin verður at gera Vikuskifti viðkomandi og serstakt. Við fjølbroyttum innihaldi á føroyskum máli um okkara samfelag og stóra heimssamfelagið vilja vit bjóða føroyingum ein nýggjan miðlamøguleika. Hesaferð er tað eitt prentað blað, sum tú kanst seta teg niður við at lesa. Og tað kann í grundini verða eitt vælsignilsi at sleppa at blaða í einari avís, nú tað er lættari enn nakrantíð at verða tikin av fótum á internetinum, sum ongan enda og onga byrjan hevur. Vikuskifti fer at bjóða tykkum samrøður við fólk av ymsum slagi. Hesaferð práta við ein dana, sum hevur búð í Føroyum í langa tíð, og við eina kvinnu úr Brasil, sum er búsitandi í Vágum. Vit velja eisini størstu fótbóltsprofilarnar í Føroyum. Vit gera mat, geva ráð, hava meiningar og skemta okkum. Við hesum vilja vit bjóða okkara lesarum vælkomnum til nýggja Vikuskifti. Vælkomin til nýtt Vikuskifti Klumma Heini í Skorini Heini_skorini@yahoo.com Allur tingsalurin heldur andanum, tá hann ressast úr stólinum. Maðurin á brúnni hevur fingið nóg mikið. Tíðin er komin til stíga fram á torg og fortelja troppunum á Føroya løgtingi og veljarunum kring landið, hvar skápið skal standa. Tíðin er komin til at traðka í karakter. At vísa aftur ákærunum um, at vit hava ein veikan leiðara. At demonstrera hvør tað er, sum ræður fyri borgum. Sjálvur ressaðist eg við, tá tingformaðurin beyð Kaj Leo Johannesen orðið. Tað hevði verið greitt undir allari fyrstu viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum, at partar av samgonguni ikki tóku undir við landsstýrinum í at strika pengarnar til Sandoyartunnilin og tunlarnar norður um Fjall. Fíggjarmálaráðharrin hevði frammanundan proklamerað, at hann vildi hava vælferð heldur enn tunlar. Løgmaður hevði bedýrað, at hann stóð fult og fast við hesa avgerð. Men Anfinn Kallsberg, formaður í Fíggjarnevndini, vildi ikki hoyra talan um, at hansara tunlar vóru strikaðir. Tá kjakið í tinginum nærkaðist endanum hendan hósdagin í seinastu viku, tók løgmaður loksins blaðið frá munninum: “...Eg havi ein sovorðnan varhuga av, at tað er eitt ella annað sett av á norður um Fjall, tá ið álitið kemur út aftur. Eg veit ikki. Eg havi ikki ánilsi fyri tí. Men hatta er ein prognosa. Men ókey, lat okkum fáa at síggja, hvat tað verður til, tá ið mann fer at trýsta á...” Hvat í himmalsins navni sigur tú, harra løgmaður? Inna Törnroos Eyðun Klakstein HVAT segði hann? Eg visti ikki, um eg skuldi flenna ella gráta. Flenna eftir einum løgmanni, sum á alljósum degi og fyri opnari mikrofon viðurkennir, at hann ikki “hevur ánilsi fyri tí”. Ella gráta um eitt sitat, sum sigur so óendaliga nógv um okkara sokallaðu leiðslu. Um føroyskt fíggjarlógarsmíð. Og um politiska mentan í Føroyum. Í Danmark hevur kjak verið um at gera fast samband millum týsku oynna Femern og danska fastlandið, og um at byggja eina brúgv ímillum Sæland og Jútland. Um danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen fór upp á fólkatingsins røðarapall og segði, at hann ikki hevði ánilsi fyri, um hol varð sett á hesar risa íløgurnar á komandi fíggjarlóg ella ikki, so skulu tit líka trúgva, at eldur hevði verið í skálanum. Ein slík útsøgn hevði verið uppfatað sum tann ultimativa falliterkleringin frá einum statsleiðara. Pressan hevði húðflett mannin. Og andstøðan hevði trumlað hann niður. Men í Føroyum er útsøgnin hjá Kaj Leo Johannesen einki at skriva heim um. Í Føroyum hevur hon ikki verið tikin upp á tungu. Í Føroyum er hon bert ein turr staðfesting av eini undirútviklaðari politiskari mentan. Og sjálvandi eisini einum løgmansembæti uttan myndugleika. Redaktørar: Inna Törnroos og Eyðun Klakstein · Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo · umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Jensen INNIHALD 4 Samrøða: DEbora S. SIlva DanSar Samba í mIðvágI 6 móti: CoCo ChanEl íbláSTur 7 90 Sekund: JáKuP vEyhE Svarar 8 Samrøða: olE WICh um aT vEra DanI í Føroyum 11 10 ting um: lISbETh SalanDEr 12 ummæli: Er bóKIn um PETEr lunDIn vErD aT lESa? 14 til arbeiðiS: rEgIn DEbES, SavnSlærarI 15 klumman: høgnI DJurhuuS 16 Profilar: 10 STørSTu FóTbólTSProFIlarnIr 18 SPyrSt So livSt: rIgmor Svarar 19 mín beSta uPPSkrift: SaFTIgar rabarbumuFFIr 23 viðmæli: KonSErTIr, bøKur, SEnDIngar osfr. 24 vikumyndin: bESTa mynDIn í vIKunI