Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 198 - 16. oktober 2009 Tórshavn: Tel 311 250 • Kamsdalur: Tel 444 441 • Vestmanna: Tel 350 590 rindar tú eisini fyri at halda spurvarnar heitar? 1 Bo Grønt urtagarðsdeild Tórshavn: Heykavegur 4 (uppi á Hálsi) tel 311 250 Vestmanna: Inni á Fjørð tel 350 590 Kambsdalur: tel 444 441 2x3 og Timburhandilin eru at finna í Orkunýtsla og CO2-útlát Seinastu árini hevur evnið orkunýtsla og CO2-útlát verið nógv umrøtt. Tey flestu meta tað sum eitt álvarsmál, og fólk flest eru samd um, at framtíð okkara sær ikki bjørt út, um vit ikki gera okkurt munagott fyri at minka um orkunýtsluna og CO2-útlátið, ið stendst av stóru nýtsluni. So er spurningurin, hvat hvør ein- stakur okkara í veruleikanum ger fyri at minka um CO2-útlátið, og um tað sum vit gera, munar nakað. Tað kann vera trupult at vita, júst hvat gerast skal. Nógv hevur verið at hoyra um alternativar orkukeldur av ymsum slag, og eisini eru íløgur gjørdar í slíkar orkukeldur seinastu árini bæði privat og alment. Eitt nú eru íløgur gjørdar í verkløg, ið útvinna orku úr vindi og sól, og harumframt hava nógv keypt sær hitapumpur fyri at minka um oljunýtsluna. Felags fyri tær loysnir, sum vit kenna í dag, er, at tær eru ikki støðugar og javnar, og at tær hava eina livitíð, sum ger, at hesar loysnir illa løna seg, tá ið oljuprísurin er niðan fyri eitt ávíst mark. Hvat kunnu vit gera fyri at minka um orkunýtsluna Í sambandi við bygging í Føroyum hevur ikki verið siðvenja at geva bjálving og orkunýtslu serliga stóran ans. Fyri nøkrum árum síðan var vanligt at hoyra útsagnir sum t.d. at ”hús skulu ikki vera ov tøtt!” o.tíl. Hetta má takast við fyrivarni, tí tað er ein sannroynd, at stórur partur av sethúsunum í Føroyum er ov illa bjálvað í mun til tey krøv, sum verða sett í londunum uttan um okkum í dag. Eitt nú kann nevnast, at ein húsaveggur úr timbri, sum lýkur krøvini til lágorku í Norðurlondum, skal vera neyvt dupult so tjúkkur sum húsaveggurin, ið vit vanliga kenna í Føroyum. Harumframt verða sonevndar lufttrýstroyndir gjørdar av lidnu húsunum fyri at staðfesta, um konstruktiónin er nóg tøtt. Sum frá er liðið er tað vorðin almenn fatan, at vit koma ikki á mál við at stara okkum blindan at, hvørjari keldu vit fáa orkuna frá, men at vit eisini skulu minka um nýtsluna. Samstundis má eisini gáast eftir, um livitíðin á íløgunum er nóg long, tá ið vit skulu rokna út, hvussu nógv vit kunnu minka um orkunýtsluna og útlátið. Spurningarnir eru nógvir: Hvat skulu vit gera? Hvar fáa vit best burturúr? Hvussu umfatandi er inntrivið? o.s.fr. Við hesum faldara og okkara royndum í sambandi við bygging fara vit at varpa ljós á, hvussu tað er møguligt hjá tær at bøta um bjálvingina á sethúsum og bygningum og harvið minka um tørvin á orku til upphiting. Vælkomin í okkara verð. rindar tú eisini fyri at halda spurvarnar heitar? O K T O B E R 2 0 0 9 minst til at vitja okkara framsýning um bjálving í hesum døgum í 2x3 rindar tú eisini fyri at halda spurvarnar heitar?