Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 198 · 16 oktober 2009 4 VIKUSKIFTI Samrøða Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Við sínum stóra hvíta smíli, blómu í hár inum og blóðreyðum buksum, merk ist Debora, tá hon trínur inn í eitt rúm. Løtu seinni eru flestu børnini úti á gólvinum, og gera seg til reiðar at dansa samba. Genturnar fremst og dreingirnir eitt sindur aftanfyri. Brasilsku sambarytmurnar streyma út, og Debora fær so at siga øll børnini við sær í dansinum. Tað merkist, at tey hava roynt hetta fyrr, Debora er nevn­ liga har fyri triðju ferð og dansar við teimum. Maður Deboru er kendi fótbólt­ spælarin Jens Erik Rasmussen úr Mið­ vági. Tey bæði møttust á víðagitnu strondini Copacabana í Rio de Janeiro fyri trimum árum síðani, tá Jens Erik var á einum av sínum nógvu túrum í stór býnum. Nú eru tey bæði gift og flutt heim til Miðvágs at búgva. Tey, sum lesa blaðið Kvinna, kenna kanska Deboru aftur frá mótareportasju og forsíðuni í vár. Dansari í Brasil Debora hevur fingist nógv við at dansa í heimlandinum. Hon hevur í nógv ár verið við í karnevalinum í Rio de Janeiro, og hóast at hon nú býr í Føroyum, ætlar hon sær avgjørt heim til karnevalin í februar næsta ár. ­ Eg havi verið í Føroyum nú í eitt ár og átta mánaðir, so nú leingist eg eftir familju, vinum og hitanum í Brasil, sigur hon. Í Føroyum arbeiðir hon á Fiskavirk­ ing í Vestmanna, og hevur hon dansi­ skeið og framførslur í ymiskum bra­ silskum dansum. ­ Føroyingar kenna best til samba, men tað er ein ørgrynna av ymiskum dansum, sum líkjast samba í Brasil, sigur Debora. Hon hevur onga rættiliga útbúgving innan dans. Hon hevur tikið nøkur skeið her og har, men mest er tað áhugin og tað, at brasilsk børn fáa dansin inn við móðurmjólkini, sum hevur gjørt, at hon í dag kallar seg dansari. "Sindur nakið" Í summar dansaði hon á nøkrum stevn­ um, og afturmeldingarnar vóru mest positivar, men onkur helt, at tað var í so nakið. Debora flennur at hesum, eftirsum hon letur seg so sera væl í her í Før­ oyum. ­ Eg eri sum oftast í trimum pørum av sokkum, tí eg blívi so køld, og so fari eg slettis ikki í míni minstu bikini heldur, sigur hon. Deboru dámar annars sera væl í Føroyum. Fólkini eru ikki líka opin, sum tey í Brasilia, og tað var eitt sindur torført at venja seg við í byrjanini. Hon tosar eitt sindur av føroyskum og enskum, men annars er tað portu­ gisiskt, sum er hennara móðurmál. Dótturin Nathaly, sum er sjey ár, lærdi seg flótandi føroyskt eftir tveimum mánaðum. ­ Hon hevur longu gloymt eitt sindur av tí portugisiska, fortelur Debora. Føroyingar í Rio Jens Erik hevur seinastu seks árini verið í Brasilia um veturin, og í ár ætla tey trý aftur at fara avstað um jóltíðir. ­ Eg veit um fleiri føroyingar, sum búgva í Rio, og eg havi samband við onkran av teimum, fortelur Jens Erik. Debora hevur sína mammu og tvey systkin har. ­ Brasilianarir eru sera nógv øðrvísi enn vit føroyingar. Tey eru so opin, tosa við øll, klemmast og mussast, tað er naka heilt annað, at vera har enn í Føroyum, sigur Jens Erik. Sjálvadi er tað nógv fátækradømi har eisini, men familjan hjá Deboru er ikki ein av teimum, ið eru ringast fyri. ­ Eg vil siga, at tey eru heilt vanlig. Sjálvandi eru húsini hjá teimum ikki líka væl bjálvaði, sum tey føroysku húsini, men tað nýtist ikki, eftirsum tað er so heitt har fyri tað mesta, greiðir Jens Erik frá. Dansiskeið í barnagørðum Framyvir ætla tey bæði Jens Erik og Debora at halda á fram við dansinum og bjóða seg fram á stovnum og frítíðarskúlum í Føroyum. ­ Tað er ein trupulleiki, at børn sita alt ov nógv still, so vit halda, at hetta er eitt gott tilboð, sigur Jens Erik. Hetta má tó vera áðrenn 2014, tí tá fara tey yvir til Rio at búgva og fyrireika seg til OL, sum verður í 2016 ... Brasilskar rytmur í Miðvági Ein vanligur týsdagur í Barnagarðinum í miðvági. vEðrið Er váttligt, og Børnini fáast við tað vanliga. so fEr hurðin upp og við Eitt Broytist alt. næstan sum at sólin fór at skína. Brasilska dEBora santos silva læt hurðina upp. Debora Santos Silva hevur luttikið í karnevalinum í Rio de Janeiro í nógv ár.